? Eg lurti altíð eftir tónleiki, tá ið eg máli.
Frits Johannesen setur Requiem hjá Verdi í fløguspælaran og skrúvar frá.
Tónarnir hjá mæta italska listarmanninum sveima út í kvadratiska kjallararúmið, har deymurin av oljumáling dansar við hugnaliga cigarrroykinum. Málningarnir á bróstinum eygleiða mannin, ið skapaði teir, og úr flestum teirra kemur tónleikur. Undantakið er "Nátt teirra grátandi", ið stendur í skarandi kontrast til annars lívsjáttandi málningarnar.
Tónleikurin er gjøgnumgangandi í myndlistini hjá Frits Johannesen, nú hann fyri fyrstu ferð í 30 ár og fyri aðru ferð í lívinum skal hava framsýning í Listaskálanum í Havn. Tónleikurin - og so skjøldrarnir, ofta hálvir, ið leingi hava verið eitt av eyðkennum hansara.
? Hví skal ein mála heilar skjøldrar, tað er ikki neyðugt. Tær tørvar ikki at mála alt. Tí við list er ofta soleiðis, at tað sum ikki er - tað er allíkavæl.
Snjósóljugentan
Í síni list dregur Frits Johannesen stóruverð inn í lítla atelierið, har alheims tankar og vitan verða samantvinnað við nærleikan og nærumhvørvið í heimbygdini. Hann spruttar av orku, meðan hann greiðir frá griskum skulpturum úr farnu tíð, frá listarkvinnuni, ið vanskeplaði andlit sítt, listini til frama, og um listina í dapra tíðarskeiði Evropa fyri meiri enn túsund árum síðan.
? Mansgjógv í Blábjørg er einasta staðið í Fuglafirði, har snjósóljan veksur.
Frits Johannesen peikar á yndisliga málningin av eini gentu við cello í hond.
? Eg nevni hana snjósóljugentan.
Listarmaðurin steðgar á, meðan hann leitar eftir latínska heitinum á hesi blómu, ið hann fann í Mansgjógv, og sum hann hevur tikið til sín. Ranunculus glacialis. Hann smílist.
Á einum øðrum málningi liggur snjósóljugentan við cello síni á Gjógvaráfjalli. Tað er tíðuligt, at Frits er bergtikin av hesum ljóðføri.
? Cello?in er tað ljóðførið, ið liggur mannarøddini næst, argumenterar Frits, ið hevur verið kórleiðari í ein mansaldur.
Hóast cello?in gongur aftur á fleiri av myndum hansara, so hevur listarmaðurin fleiri streingir at spæla uppá.
? Hesin stendur uppi í Hagagjógv, norðan fyri Selatrað, sigur Frits og peikar á ein poppsangara við gittara í hond.
Hann er bergtikin av gjónni, har tónleikurin verður lyftur upp í tað tóma rúmið, og har klangurin dunar í bergið. Frits nevnir Kristian Blak og hansara "konserto grotto" sum dømi um, at hetta ber til.
Frits vendir sær á og peikar á stóra løriftið á bróstinum, sum ímyndar eina stórhending í føroysku tónleikasøguni.
? Hesa nevni eg "The Oceanic Days - fyrsta symfoni føroyinga", sigur hann og sipar til stórverkið hjá Sunleif Rasmussen.
Gævi løtan var ævig
Á mongu konsertunum, Frits vitjar, hevur hann altíð skitsublokkin við sær. Hann hoyrir tónleikin, sær tónleikin, upplivir tónleikin.
? Eg síggi tónleikararnar, har teir sita og spæla, sum vakrar skulpturar.
? Hví so ikki gera eina listaframsýning, ið hevur eitt sindur av tónleiki í sær, spyr Frits.
Í hugaheimi hansara hoyrir tónleikur og myndlist saman. Hann er sannførdur um, at tónleikurin er størsta listagrein, okkum menniskjum er givin. Og myndlistina kann hann ikki leggja frá sær. Ja, hann málar hvønn dag.
? Og tá eg máli tónleikararnar. Hvussu blívur tá løtan. Løtan blívur musisk!
Frits Johannesen kemur inn á tónleikin og løturnar, har hann stendur og dirigerar framman fyri sínum kóri. Hvussu stór upplivingin er.
? Tá hugsi eg ofta - gævi løtan var ævig.
Somu kenslu fær hann, tá hann stendur framman fyri einum málningi, ið eydnast. Men tá er tann løtan, og júst tann løtan, ævig í málninginum.
Medusahár
Íblásturin til sermerkta hárið, ið flestu persónar á málningunum hjá Frits hava, stavar úr grisku gudalæruni.
Frits nevnir Medusa, dóttir Phorkys og Ketos, og móðir Pegasus. Medusa, hvørs eygnabrá var so hvast, at skeitti hon eftir einum persóni, gjørdist hesin til stein. Hendur hennara vóru av bronsu, veingirnir av gull, á tunguni hevði hon tøkutenn, og hárið vóru ormar.
Men eyðkent fyri Frits samantvinnur hann tað stóra, í hesum føri gudalæruna, við nærleikan og nærumhvørvi.
? Ja, eisini í hárinum ganga skjøldrarnir aftur, her eg seti teir upp á høvdið á fólki, sigur Frits við einum brosi og sipar til zigzag?ini í hárinum.
Tíðum verður tosað um, at hvør listarmaður hevur síni eyðkenni, sítt skriftmál, og umframt tað musiska í málningunum er tað hárið og skjøldrarnir, ið eru listarliga skriftmálið hjá Frits.
Tónarnir frá Verdi eru tagnaðir í fløguspælaranum.
? Skal eg spæla eina sonatu fyri tær?
Frits leggur fløguna við Scarlatti á. Hetta er yndistónleikur til løturnar við pensli í hond í atelierinum.
Flytir mørk
Frits greiðir frá, at listin altíð avspeglar samfelagið, ið vit liva í. Mótin er felagsheitið fyri arkitekturin, myndlistina og tónleikin, ið fylgir tíðini. Til dømis ber ikki til at gera tónleik, sum tey gjørdu fyri hundrað árum síðani.
Og ógjørligt er at siga, hvønn veg listin fer. Dømi um hetta er alsamt meira globaliseraði heimurin, ið samtíðis fær tónleikin at søkja aftur til røturnar.
Men listin hevur altíð verið og fer altíð at vera frammanfyri sína tíð.
? Listin hevur ofta ein boðskap, ið nútíðar menniskjað ikki skilir. Men listin skal flyta mørk, og í dag verða nógv mørk flutt, metir Frits.
Sjálvur hevur hann tó hug at flenna at spurninginum, hvørji mørk hann ætlar sær at flyta.
? Nei, tað veit eg ikki. Eg vænti ikki at eg flyti mørk, sigur hann lítillátin.
Frits kemur inn á íblásturin og hvaðan hesin stavar. Fyrst og fremst er tað tónleikurin, men sum heild verður hann ávirkaður av øllum tí, ið hann sær. Linjurnar í samfelagnum, í byggilistini, í skipasmíðinum, í skjøldrunum.
Eftir hansara tykki er felags fyri øll listarfólk, at tey byrja við eftirgerðum, áðrenn tey finna sín egna stíl.
? Hvussu nógvir føroyingar hava til dømis ikki fingið íblástur frá Mikines ella Ingálvi av Reyni, spyr Frits.
Sjálvur byrjaði hann ikki at mála, fyrr enn hann var 24 ára gamal, og tá vóru tað náttúrulýsingarnar, ið prýddu løriftini. Men frá barnsbeini hevur hann altíð teknað nógv, og tað hann kann minnast, hevur hann verið hugtikin av listini.
? Blýanturin er besti lærumeistari, sigur Frits um orsøkina, hví hann kortini fór so seint undir at mála.
Hann vildi læra seg at tekna fyrst.
Nátt teirra grátandi
Aftur kemur prátið inn á døpru myndina á bróstinum, ið stendur í skarandi kontrast til lívsjáttandi og musikalsku málningarnar.
Myndin ber heitið "Nátt teirra grátandi". Eins og tónleikastykkið hjá Sunnleifi Rasmussen, ið varð sungið og spælt niðri í París fyri tíð síðani. Tá við franska heitinum "La noit des eplores." Sunnleif fekk íblásturin úr eini yrking hjá Alexandur Kristiansen, greiðir Frits frá.
? Hetta málaði eg í morgun. Frits peikar á ein lítlan part av løriftinum, sum ímyndar heimskendu myndina frá Vietnam av naknu smágentuni, ið grátandi rennur undan hermonnunum.
Hendingin er sett beinleiðis inn í ræðuleikarnar í týsku týningarlegunum sum ein ímynd av meiningsloysinum, ið endurtekur seg ferð eftir ferð.
? Í Afghanistan mistu tey høvdið, tí tey spældu Mozart, og jødarnir vórðu dripnir, tí teir vóru jødar.
Frits nevnir ferðina, ið hann og kona hansara Alexandra fyri nøkrum árum síðan gjørdu til Pólland, har millum annað varð vitjað í Birkenau og Auswitz. Prógvini um nazismunar ræðuleikar høvdu stóra ávirkan á hann, og úrslitið sæst í málning-inum.
Hann byrjar at greiða frá ræðuleikunum, men trívur í staðin í yrkingina "Í deyðans bústøðum" eftir Alexandur Kristiansen.
? Á, nátt teirra grátandi! Nátt teirra feigu!
Hugfarsliga lesur hann yrkingina hjá bygdamanninum, meðan hann kínir skegginum, ið er gránað við árunum, ið gerast 60 í maj.
Í fríløtum
Hóast løturnar í atelierinum eru nógvar og drúgvar, so hevur Frits Johannesen ongantíð roynt seg sum listarmann burturav. Og ei heldur kundi hann hugsað sær tað.
? Nei, tað havi eg ongantíð gjørt, er avgjørda svarið, og tú hevur ilt við at ímynda tær hann siga farvæl til undirvísingartímarnar í skapandi lærugreinunum tónleiki, sangi og myndlist.
Frits Johannesen hevur verið lærari við Fuglafjarðar Skúla síðan 1967, undantikið skúlaárini 1978-79 og 2000-01, tá hann var á ársskeiði í Danmark
Við síðuna av arbeiðinum hevur hann verið sera virkin í kórarbeiði í Fuglafirði, og so hevur tað verið málningalistin.
? Eg kundi havt málað meira. Men so hevði minni tíð verið til kórsangin.
Tað er sum Frits í huganum leggur hesar báðar partar av sær á vágskálina.
? Tað hevur verið ótrúliga gevandi. Men eisini trongt. Ein kundi hugsað sær at havt tvey lív, leggur hann smílandi afturat.
Men so er tað jú, at tónleikurin og listin hanga saman.
Fyrst í komandi mánað fer Frits Johannesen at sýna fram í Listaskálanum. Umleið 30 nýggir málningar eru við á framsýningini, ið er opin frá 2. apríl til 16. mai.