at seta seg niður at skriva minningarorð um teg, tú, sum eigur at vera ímillum okkum. Hevði tú verið á lívi í dag, so hevði dagurin í dag 22. septembur verið tín føðingardagur, og tú hevði ivaleyst hildið [...] vanligt at fáa influensu, so at vit gjørdust ikki bangin, tá ið tú bleivst sjúk. Tú bleivst løgd inn á sjúkrahúsið, tá ið tú bleivst sjúkari, og har doyði tú so ein dag aftaná. Tú hevði fingið virus í hjartað [...] ið boðini komu um, at tú ikki longur vart ímillum okkum, fekk eg sjokk, og fekk næstan ikki staðið á mínum egnu beinum fyri sorg. Hetta var ringasti dagur í lívi mínum. Hvør hevði væntað tað, at tú kundi
betri stað, har eingin pína var. Eg veit, at tú er saman við pápa tínum í himlinum nú, og hyggur av og á niður til okkara. Eg sendi tær eitt bræv dagin áðrenn tú fór heim, góða, men tað kom ikki framm til [...] koma heim til jólar og vita at tú ikki er har meira, ikki skula niðan við jólapakka til tín. Ein heilsan til Solveig. Mínir tankar leita ofta til tín, kann ikki fyristilla mær hvussu tú hevur tað. Jesu
at nógv vóru, sum vildu vísa Arna eina seinastu heilsan og virðing. Tað fara nógvir tankar gjøgnum høvdið, meðan mann situr i kirkjuni og minnist aftur á øll tey árini, sum Arne og eg hava kent hvønn annan [...] árini í Vinnumálaráðnum. Hann var ein, mann kundi ringja til og tosa við alla tíð á døgninum og sum altíð hevði svar upp á tað, tú spurdi um ella leveraði tað, mann bað um. Vit fingu eitt sera gott vinalag [...] Mær untist at kenna Arna heilt aftur frá byrjanini av 80´unum, tá hann starvaðist sum virkisleiðari á Bacalao og seinni sum skrivstovustjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag frá 1984, tá eg var limur í nevndini
kjuni í Klaksvík. Á veg út í Grøv steðgaði stóra fylgið uttan fyri barndómsheim hennara og sang eitt sálmaørindi. Heimið, sum Anna var so góð við, og sum hon tosaði so nógv um. Úti á Grøv royndu pollamjørkin [...] pollamjørkin og sólin at vinna á hvørjum øðrum, og meðan tindarnir á Hálgafelli og Háfjalli komu so vakrir undan mjørkanum, søgdu familjan, starvsfelagar, næmingar, vinir og kenningar seinastu ferð farvæl við [...] ið tú skalt bera einum starvsfelaga, sum tú hevur havt nært tilknýti til í mong ár, eina seinastu heilsan. Vit bæði fylgdu einum flokki frá 1. til 10. flokk og vóru seinasta skúlaár saman um ein 6. flokk
niður í grótið á Húsareyni, tann æviga kelda til lív, sendi eg Andriasi ein heitan tanka, nú hann mót vestri var á flogi, til tað land, ið hann visti lá fyri framman. Hann var í góðum hondum á lívi og hann [...] í hendurnar á røktarfólkunum. Og eg havi hugsað nógv, um hvat Gud vildi læra Andrias, nú hann lá sum sum eitt barn og illa nokk orkaði at tosa og fylgja við hvat hendi uttanfyri gluggarnar á røktarheiminum [...] himnasælu fann Har halda tey nú halgan fund og takkarsong á hvørji stund; eitt samfallsljóð sum várloyst flóð til Guds kvað teirra lund Tað er Andrias á Marknagili skrivað verður um. Hann var føddur í Oyndarfirði
gleðiboðskapin, eisini at vísa blíðskap og bjóða fólki inn á sjómansheimið. Her hevði mamma ein altavgerðandi leiklut. Oftani var øll familjan við á hesum ferðum, men vit fýra systkin vóru sera tøtt, so onkuntíð [...] komu frá eini lítlari bygd í Føroyum, fingu á henda hátt mangar upplivingar og fingu víðkað okkara sjónarring, og hevur tað eisini verið við at sett sín dám á okkum øll. Sjálvt um tað ofta var smátt við [...] við sorgblídni tær góðu løturnar vit høvdu saman við mammu tey seinastu 5 árini á Ellis- og Røktarheiminum. Tá ein kom á vitjan, føldi ein seg heima og kom eisini at verða góður við hini búfólkini og
barnaárum og tínum langa lívi á sjónum. Tá vit undraðust á, hví tú nærum onki hár hevði á høvdinum, segði tú okkum, at tú átti fýra døtur og ein dagin, tá tú stóðst á brúnni á Albert Victor, og tú fekst boðini [...] boðini tung at fáa um, at tú vart farin foldum frá. Eftir einum langum og virknum lívi á sjógvi og á landi fór heilsan hjá tær at bila tað seinasta árið, tú livdi. Sjálvt um tú vart mettur av døgum, vart [...] tú sangst ofta fyri okkum. Eftir samfullum 56 árum á sjónum, legðist tú uppi á landi, og vit minnast væl ta fyrstu tíðina, hvussu tær ofta longdist á sjógvin. Tú fórst tó skjótt í gongd við at finna tær
farmaceutur og kom til Føroyar at arbeiða í 1945 á Tjaldurs Apoteki. Har var hon til hon fór frá fyri aldur í 1981. Hon var gift við Knút Wang, blaðstjóra á Dagblaðnum, og tey høvdu sonin Sverra. Anette ferðaðist [...] snarbrøv í Amnesty International. Tá hon fylti 80 ár fekk hon persónliga heilsan og tøkk fyri sítt arbeiði frá øllum starvsfólkunum á altjóða skrivstovuni. Hon tordi eisini alment at standa fram og finnast [...] mong ár um ein politiskan fanga í Suðurafrika. Meðan maðurin sat fangi á Robben Island, skrivaði hon saman við konuni. Tá hon var á kvinnukongress í Kenya, fór hon so ta longu ferðina til Cape Town fyri
Eingin veit á morgni at siga, hvar ein á kvøldi gistur. Hettar gamla orðatakið fingu vit so dyggiliga staðfest, tá okkara góði vinur og starvsfelagi Signar Vilhelmsen andaðist sunnumorgunin 13. mai, einans [...] mannskapið í teirra arbeiði. At Signar so brádliga bleiv tikin burtur kom púra óvart á okkum allar, og ikki minst á Signar sjálvan. Sótu síðsta túrin og tosaðu og flentu at soninum Allan Paula, hvussu [...] Signar, eru samd í, at tað dugdi Signar til fulnar. Eg byrjaðu við at skriva at eingin veit á morgni at siga, hvar ein á kvøldi gistur, hetta er so satt sum tað er sagt. Góða Lív og Allan Pauli, orð eru so fátæk
í smáðum sildaframleiðslu á Bakka. Teir bygdu fyrsta virkisbygningin á Bakka á Glyvrum, og nevndu felagið Bakkafrost. Fólkið við Skálafjørðin hevði nógv við sild at gera – á Bakka var íshúsið bygt í 1912 [...] hjálpa til at breiða fisk út á fiskastykkinum á Bakka áðrenn tey fóru í skúla. Børnini skuldu vera við, tað var plikt. Ungdómsár Liðugur við barnaskúlan fór babba í 1953 á Háskúla í Hornabø, har Marius [...] virkingar á Glyvrum. Vinnuliga virksemið helt fram og tað var bæði viðrák og mótrák. Nógv broyttist á vinnuliga økinum í Føroyum í áttati og nýtiárunum, og hetta merkti eisini vinnuliga virksemið á Bakka.