Men nú tá eg hugsi um tað, so var tá nú nógv tri fyri teg, góða. Sjálvt um eg visti, at tú fór at doyggja, so kom tað stadigvekk sum eitt sjokk, at tú var farin. Hevði ynskt, at eg var har og hevðif ingið sagt tær farvæl, eitt ordiligt farvæl. Sagt tær, at títt lív ikki var fyri einki og at eg aldrin fari at gloyma teg.
Tú var ein av teimum fyrstu, eg kom at kenna tá eg flutti suður. Vit spældu nógv saman, men bert eitt hálvt ár aftaná, so bleiv tú sjúk fyrstu ferð. Sum lívið er órættvíst og lagnan er so hørð við summi fólk. Men sjálvt um tú hevði so nógvan mótgang, so var tú altíð glað og smílandi alíkavæl. Og tú royndi sum frægast, og nógv fekst tú burtur úr. Tað er nakað okur øll burdu lært av, og ikki hvønn dag grenja um smáting. Ein meining er við øllum, eisini at tú er farin. Men tann grundin er slett ikki sjónlig fyri mær, eg síggi/finni hana ikki.
Sjálvt tá tú lá at doyggja, so var tað tú sum troystaði tey, ið fóru at sita eftir. Og tað krevur styrki, og tað hevði tú nógv av, tú sum hevði verið ígjøgnum so nógv. Ikki var tú bangin fyri at doyggja heldur, tí tú visti at tú fór til eitt betri stað, har eingin pína var. Eg veit, at tú er saman við pápa tínum í himlinum nú, og hyggur av og á niður til okkara.
Eg sendi tær eitt bræv dagin áðrenn tú fór heim, góða, men tað kom ikki framm til tíðina. Men eg veit, at tú nú veit, hvat stóð í tí.
Sum tað verður løgið at koma heim til jólar og vita at tú ikki er har meira, ikki skula niðan við jólapakka til tín.
Ein heilsan til Solveig. Mínir tankar leita ofta til tín, kann ikki fyristilla mær hvussu tú hevur tað. Jesu pápin styrki teg og hjálpi tær gjøgnum hesa longu sorgarfullu tíð. Minst til at nú hevur hon tað gott, og at einaferð samlast tit øll aftur.
Við hesum fari eg at lýsa frið yvir minnið um vinkonu mína Beintu Bærendsen Strøm. Hvíl í friði, kæra Beinta.
???????????????
Eyð-Britt