Piti Negru er farin til H71, men hann verður sjáldan við á besta liðnum hjá vestmenningum í fjør, og Áki G. Olsen var ikki við sunnudagin, tí hann er á brúdleypsferð. Hann verður tó óivað við seinni í ár. [...] allatíðina nøsina framman fyri H71, og tá ið komið var til hálvleiks, vóru trý mál á muni, og heimaliðið var á odda 13-10. Sámal gekk á odda Hóast VÍF royndi at sleppa frá hoyvíkingum, so eydnaðist hetta tó ikki [...] tó striltið hjá teimum við at koma upp á javnleik. Í verjuni høvdu gestirnir úr Hoyvík stórar trupulleikar av at verja fyri Sámal Joensen, sum sunnudagin gekk á odda hjá VÍF og skeyt ikki færri enn tíggju
av Vestmanna-partinum av VÍF-liðnum. Misnýtt brotskøst Talan var alla tíðina um ein tættan dyst inni á Skála sunnudagin. Eitt skifti fyri steðgin vann StÍF sær eina trý mála stóra leiðslu, men hendan var [...] Dejan Lacock í hesum døgum ganga eitt sindur erpandi kring bygdina. Og sum dysturin leið, so bendi alt á, at talan skuldi gerast um ein heilt tryggan sigur hjá VÍF. Okkurt skifti var leiðslan fýra mál, men [...] fult stigatal í deildini. Tað hava teir helst eisini eftir dystirnar næsta vikuskifti, tá KÍF kemur á vitjan, men so verður talan um dyst móti Kyndli, og tá er einki at ivast í, at spenningurin fer at vera
seks. Tað var tó ikki so nógv, vit sóust í barnaárum; men 10 ár seinni, tá vit í 1. G høvdu tikið stig til kórsang úti á VBV, kom Jákup, sum tá gekk í 1. P, við í kórið. Hann hevði tá enn ikki fingið mansrødd [...] Strandgade. Sjálvur búði eg ikki so langt haðani, og hugnaligt er tað at minnast eg aftur á, hvussu eg altíð var vælkomin á gátt hjá teimum. Tá ið Jákup við húski var fluttur heimaftur til Føroya at búgva í 1970 [...] seg upp í hæddirnar, har honum, hóast bassur, í slíkum løtum hóvaði best. Á vertskapligum samkomum aftaná var mangan ovfarakæti á honum, har hvør tægr í hansara kroppi spældi í musikalskari og sosialari
fimm minuttum eftir at spæla og 20-17 á talvuni mundu tey flestu halda, at her stóð væl til. KÍF noktaði tó at gevast. Fýra mál á rað syrgdu fyri, at teir nú vóru á odda. VÍF javnaði við knøppum minutti [...] Fyrsta umfar. VÍF vinnur 27-26 á hoyvíkingum, sum misnýta seks av sjey brotskøstum. Annað umfar. VÍF vinnur 23-21 á strandingum, sum misnýta fýra av fýra brotskøstum. Í so máta vóru kollfirðingar nakað [...] nakað raskari. Teir megnaðu nevnliga at skora upp á tvey av sínum brotskøstum. Men teir misnýttu eisini seks av slagnum, og enn einaferð vann VÍF tepran sigur. Hesafeðr 22-21. Nei, tað er einki at siga til
stendur millum annað at lesa á honum, at í 100 ml av mjólk eru 0,5 g av fiti. Leitar tú eftir innihaldinum av kolvætu, finnur tú eisini tað, umfram protein- og kaloriuinnihald. Og á eini kjøtpylsu standa í [...] Harlou á veterinærdeildini í Vinnumálaráðnum frætta vit, at ein dagføring av lógini er í umbúna, men at arbeiðið enn bert á fyrireikandi stigi. Nær brúkarin kann vænta at síggja nakra broyting á føroysku [...] nevniliga í stóran mun er upp til framleiðaran ella sølumannin at gera av, hvat hann upplýsir brúkaran um á vørulýsingini. Hevur hann sagt honum, hvussu vøran eitur, hvussu nógv hon vigar, hvussu leingi hon heldur
George W. Bush fór at vinna ein ómakaleysan sigur á sínum mótmanni John F. Kerry á forsetavalinum tann 2. november. Bush var maðurin, sum eftir eitt lív á syndanna vegi hevði møtt Billy Graham og eftir hetta [...] at seta skikk á heimin, var torført at taka seg aftur. Eftir sigurin á Filipi V kom uppgerðin við Antiochos III í Sýria við Magnesia 190 f.Kr og endiliga, við Pydna 168 f.Kr., sigurin á Perseusi av Makedonia [...] at tjóðirnar vildu seta á stovn síni egnu ríkir. Í 1991, eftir at USSR var syndrað, var USA tí í somu støðu sum Rómaborg eftir sigurin á Makedonia 190 f.Kr. Tað var einasta land á klótuni, sum kundi rópast
Hondbóltur Lagt var upp til stórdyst í Havn, tá fyrsta uppgerðin á árinum millum Kyndil og VÍF stóð á skránni. Umframt at vera klassikarin í føroyskum manshondbólti, var hetta eisini oddadystur, og so [...] kanska hoyvíkingarnir. Teir vístu í øllum førum í fjør, at takið á júst Kyndli er sera gott, og nú teir eisini tykjast hava fingið tak á øðrum liðum, kann væl vera, at teir vera argastu kappingarneytarnir [...] gerast um eina undirhaldandi uppgerð. Kanska var spælið ikki so gott, sum tað vónandi verður seinni á árinum. Óprovokeraðu mistøkini vóru nógv í tali, og yvir høvur tóktust liðini hava til við at finna
alla tíðina. Hjá VÍF vóru nakrar broytingar gjørdar á liðnum. Áki Olsen, sum tó eisini var við ímóti Kyndli herfyri, fekk nú nakað meira av spælitíð á bakkinum, soleiðis at hann kundi avlasta stórabeiggjan [...] gestirnir, sum tóktust hava munin, men frá vestmenningunum sluppu teir ikki. Eitt mál á muni, javnleikur, eitt mál á muni? Og so vórðu tað sum sagt at enda vestmenningarnir, sum sluppu at avgera, men tað [...] , og so kundi VÍF kontra. Agnar Joensen streyk avstað. Spældi Inga Olsen blankan, og so stóð 33-32 á talvuni við einum sekundi eftir at spæla. Tóku ikki av Somikið stórur var spenningurin í Vestmanna hesa
vann hon uttan svørðslag! Hetta dettur fram í hugan, nú fleiri bygdir kropp á kroppi tysja út at lima seg inn í stórkommununa á eystara armi Skálafjarðar. Havi leingi hugsað um eindina her hjá okkum Fuglafjørður [...] burturav hesum degnum. Lat okkum rætta út bróðirhond, tí einki kemur í ein knýttan neva! Eindin her F.L.G. er fyri mær náttúrlig, landafrøði-lig, búskaparlig sera sterk. Styrkt samanhald ? størri møguleikar
mismunur gjørdur á støddini á gávunum. Gávueskjurnar eru pakkaðar inn í jólapáppír, tí hetta skal verða ein jólagáva, sum umframt at gleða barnið við tí sum er í eskjuni, eisin skal minna tað á bestu jólagávuna [...] Átakið Operation Christmas Child hevur mong ár á baki, og í fjør vórðu savnaðar yvir 6,6 milliónir skógvaeskjur við tinganesti í ymsum londum, sum vórðu latnar líðandi børnum í 95 londum. Felagsskapurin [...] Bretlandi, og hesin lesnaður greiðir frá um Gud, sum gav heiminum son sín Jesus og hvørs føðing vit minnast á jólum. -Hetta kemur sera væl við hjá teimum, sum fáa hetta, tey eru sera fegin um tað, og vit, sum geva