Aftur tepur hjá VÍF

Eftir tveir dystir hava vestmenningar fult stigatal, men málmunurin er bert trý rætta vegin

Hondbóltur

Eftir at strandingar í nógv ár hava myndað avgjørda oddin í føroyskum manshondbólti, tykjast teir í ár at hava mist tann allar seinasta broddin, sum teir annars hava havt.
Einki er at ivast í, at StÍF hevur kanska besta hópin, tá um ræður føroyskar hondbóltsleikarar, men nú teir royna seg uttan útlendskan styrk yvirhøvur kann roknast við, at teir í avgerandi dystunum koma at vanta seinasta broddin, sum kann koppa dystunum rætta vegin.
Tað var tó um reppið, at teir kortini megnaðu at basa arvafíggindanum úr VÍF, sum hinvegin heldur ikki hevur tann heilt stóra útlendska styrkin. Soleiðis eru tað í ár bara Daniel Rápa og Dejan Lacock, sum ikki er partur av Vestmanna-partinum av VÍF-liðnum.

Misnýtt brotskøst
Talan var alla tíðina um ein tættan dyst inni á Skála sunnudagin. Eitt skifti fyri steðgin vann StÍF sær eina trý mála stóra leiðslu, men hendan var undan steðginum minkað í at kalla einki, og eftir steðgin fóru vestmenningarnir so avstað. Ikki minst takkað verið málverjaspælinum, sum aftur hesa ferð vísti seg í serflokki, tá talan er um brotskøst.
Hetta er ein eginleiki, sum VÍF-málverjarnir hava havt seinastu nógvu árini, og einki tykist at broytast í so máta í ár. Strandingar høvdu í dystinum fýra brotskøst, sum øll vórðu misnýtt, og saman við dystinum móti H71 seinast siga hagtølini hjá VÍF, at teir hava fingið 11 brotskøst dømd ímóti sær, men at bert eitt av hesum er farið inn. Tá tað so verður lagt afturat, at VÍF hevur vunnið hesar dystir við tilsamans trimum málum, so er einki at siga til, um Eli Müller og Dejan Lacock í hesum døgum ganga eitt sindur erpandi kring bygdina.
Og sum dysturin leið, so bendi alt á, at talan skuldi gerast um ein heilt tryggan sigur hjá VÍF. Okkurt skifti var leiðslan fýra mál, men móti endanum fór aftur at tátta í. Tríggjar minuttir fyri leiklok var munurin bert eitt mál, men so gekk ikki longur, og við tveimum málum frá unga Karl Johan Durhuus kundi VÍF staðfesta sigurin.

Bíða eftir Kyndli
Og hesin ber við sær, at VÍF eftir tveimum umførum er einasta liðið, sum hevur fult stigatal í deildini. Tað hava teir helst eisini eftir dystirnar næsta vikuskifti, tá KÍF kemur á vitjan, men so verður talan um dyst móti Kyndli, og tá er einki at ivast í, at spenningurin fer at vera væl størri.
Hjá strandingum sær nokk ikki so svart út, hóast teir ikki hava útlendska styrkin við í ár. Felagið hevur seinnu árini uppalt hópin av framúr hondbóltsleikarum. Aftur í ár síggjast eisini nýggj nøvn treingjast upp á dómaraseðilin, og so er spurningurin bara, hvørt hesi eisini eiga seinasta kryddið, ella um tað verður neyðugt at leita uttanlands eftir hesum.

Fakta um dystin
StÍF-VÍF 21-23 (9-8)
Málskjúttar
StÍF: Leivur Justinussen 4, Bárður Danielsen 4, Artur Johansen 4, Sveinur Justinussen 4, Bent Djurhuus 3, Pauli G. Hansen 2
VÍF: Agnar Joensen 8(2), Ingi Olsen 5, Karl Johan Durhuus 4, Jákup S. Andreasen 3, Harald Bjørgvin 1, Petur Frank Joensen 1
Brotskøst: StÍF 4, VÍF 3
Útvísingar: StÍF 3, VÍF 2
Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum.