Hondbóltur
Lagt var upp til stórdyst í Havn, tá fyrsta uppgerðin á árinum millum Kyndil og VÍF stóð á skránni. Umframt at vera klassikarin í føroyskum manshondbólti, var hetta eisini oddadystur, og so skerst ikki burtur øll minnini, sum bæði leikarar og áskoðarar høvdu frá seinasta dystinum í farna kappingarárinum millum júst hesi bæði lið.
Dejan og brotskøstini
Fyrstu løtuna bendi eisini tann vegin, at talan skuldi gerast um eina undirhaldandi uppgerð. Kanska var spælið ikki so gott, sum tað vónandi verður seinni á árinum. Óprovokeraðu mistøkini vóru nógv í tali, og yvir høvur tóktust liðini hava til við at finna eina leikferð, har leikararnir eisini megnaðu at fylgja við sjálvir.
Kanska var tað Kyndil, sum hevði leikligu yvirvágina, men tað var fyrst og fremst einum manni fyri at takka, at hendan ikki var umsett í mál. Dejan Lacok hevur verið mest sum flúgvandi í VÍF málinum hesu fyrstu umførini. Ikki minst hevur hann upparbeitt ein mest sum ótrúligan statistikk í yvirlitinum yvir brotskøst, og hann sýndi enn einaferð, hví so er.
Seks ferðir fingu Kyndils-menn møguleikan frá sjey metrum fyri steðgin, men bert í tí eina førinum eydnaðist at skora. Tríggjar ferðir megnaði Dejan við fótparadum at verja fyri, og tvær ferðir kendu leikararnir seg somikið kroystar, at teir sendu við síðuna av málinum.
Í hinum endanum hevi Kyndil verið noytt at fremja útskifting. Johan Danielsen hevði verið sjúkur í vikuni, og tó at hann var í hópinum, og eisini kom inn til okkurt brotskastið, so var ikki hildið ráðiligt at lata hann spæla.
Í hansara stað høvdu venjararnir sett Zeljko Hornjak, sum í vetur er knýttur at Kyndli. Fyrst og fremst er ætlanin, at hann skal vera málmansvenjari, men hesaferð fekk hann so høvi at prógva, hvør dugur er í honum.
Stinnir eykamenn
Og illa ber til at siga annað enn, at hann tók av. Fyri steðgin tók hann ímóti tí, sum roknast kann við, at ein málverji ger, men eftir steðgin átti hann sín avgjørda lut í, at munurin millum liðini tók at vaksa.
Tað tóktist nærum líkamikið, hvussu vestmenningarnir royndu fyrsta korterið av seinna hálvleiki. Teir høvdu fyri tað fyrsta ómetaliga trupult við at sleppa inn um Kyndils-verjuna, og tá so loksins eydnaðist, so stóð Zeljko sum ein livandi múrur fyri teimum. Ikki endiliga við spektakulerum bjargingum, men aloftast stóð hann akkurát har, sum hann skuldi standa, og so sær bjargingin ikki truplari út, enn tað sama. Tað man vera nakað í tráð við tað, sum Sorm P. sáli segði á sinni: »Kunst er at kunne ? og når man kan, så er det ingen kunst«.
Og so kann í øllum førum staðfestast, at hóast onnur feløg ? eitt nú VÍF ? eisini hava sterkar málverjar, so man Kyndil í ár vera felagið, sum er best fyri í so máta. Johan Danielsen er uttan iva fremsti føroyski málverjin í løtuni. Zeljko, sum altso vardi málið hendan dagin, stendur helst ikki minsta pettið aftanfyri hann, og so skal ikki gloymast, at triði málverjin í løtuni eitur Lars Black.
Kyndil í fullari ferð
Spakuliga fall spælið hjá VÍF soleiðis meira og meira sundir. Tað er sjónligt, at saknurin í Sámali Joensen er stórur, nú hann er úti við skaða. Ikki minst líður verjan undir fráveru hansara, men eisini í álopinum verður trýstið á hinar bakspælararnar alt ov stórt. Og tá Áki Olsen enn ikki er í nær námind dystarvenjing, megnar hann heldur ikki at skjóta mótstøðuverjuna sundur, soleiðis sum hann vanliga er maður fyri at gera. Og tá Finnur Hansson so fann útav, at brotskøst móti VÍF skulu skjótast uppi við, heldur enn niður móti beinunum á Dejan, dragnaði av álvara millum partarnar. So hevði tað minni at siga, at Finnur í fjórðu royndini var heldur fiksur, soleiðis at bólturin fór við síðuna av. Tá var sigurin vísur, og taktfastu klappini frá grønu áskoðarunum rungaðu longu um høllina.
Samanlagt gjørdist talan soleiðis um ein tryggan sigur til meistararnar, og sum dysturin tók skap, so er í løtuni ilt at síggja, hvør veruliga skal hótta teir. Besta boðið í so máta eru kanska hoyvíkingarnir. Teir vístu í øllum førum í fjør, at takið á júst Kyndli er sera gott, og nú teir eisini tykjast hava fingið tak á øðrum liðum, kann væl vera, at teir vera argastu kappingarneytarnir.
Vestmenningar skulu tó ikki avskrivast. Teir plaga at vera fram við har, sum tað gongur fyri seg, og bara við hyggja eftir gongdini í fjør kann helst staðfestast, at teir vilja spæla til seinasta bríkslið á kappingarárinum hevur ljóðað.
Fakta um dystin
Kyndil-VÍF 28-22 (11-11)
Málskjúttar
Kyndil: Finnur Hansson 8(3), Høgni Klein 6, Jacob Jónsson 5, Josef Abrahamsen 3, Hans Áki Dal Christiansen 3, Ragnar Stakksund 2
VÍF: Ingi Olsen 9(5), Agnar Joensen 4, Daniel Rápa 3, Harald Bjørgvin 2, Áki G. Olsen 2, Jákup S. Andreasen 2
Brotskøst: Kyndil 10, VÍF 5
Útvísingar: Kyndil 4, VÍF 2
Dómarar: Kristian Johansen & Sámal Hansen. royndu frá byrjan at halda eina kontanta linju, og tó at tað var misjavnt, hvussu hendan eydnaðist, so varð endamálið rokkið, soleiðis at dysturin ? hóast intensitetin ? varð avgreiddur á ítróttarligu fortreytunum.









