num og handlinum, ið mentust saman við stóra virkseminum, sum var í bygdini – bæði á sjógvi og landi - og tey bæði vórðu signað við fýra børnum: Regin (1940), Eyðun (1943), Mikkjal (1948-2010) og Ruth [...] til elektrikara og býr nú í Sørvági. Mikkjal, sum var tann einasti, ið búsettist í Klaksvík, lærdi til elektikara og seinni maskinmeistara og sigldi sum maskinmeistari. Ruth er lærari og býr í Sakskøbing [...] Djurhuus, sum er ættað úr Vági og uppvaksin í Havn. Tey eiga børnini Rúna og Elina. Rúni býr í Skotlandi, har hann er verkfrøðingur, og Elin býr í Keypmannahavn. Hon er biologur og skrivar nú PhD ritgerð á lærda
Birgiri lá væl til mín. Eg spældi ógvuliga álopssinnað, meðan honum dámdi væl at blokkera, lítir Peter aftur á. Til EM og HM Peter og Birgir vóru um hetta mundið eisini við í HM í Gøteborg og EM í Prag [...] hevur hann júst vunnið sítt 5. FM-heiti, men nú má lesnaðurin raðfestast – og tó. – Eg var sjálvsagt í fullum blóma, skemtar Peter. – Í staðin fyri at sleppa ítróttini, so fann eg mær eitt felag. Tað bleiv [...] var eitt sindur av ferðing aftur og fram, sigur Peter, sum tók seg nógv fram í Danmark. – Tað er hetta við at møta øðrum spælarum og øðrum spælistílum meiri regluliga og ikki bara nakrar ferðir um árið
vildi fáa alt at ganga skjótari, og tað gav ein undirhaldandi og spennandi hálvleik. – Eg haldi, at vit høvdu tað, sum skuldi til, fyri at vinna ein sovorðnan dyst, og at Neistin kom á odda 26-25, var [...] milum júst H71 og VÍF í Hoyvíkshøllini. Sum er, er H71 eitt stig framman fyri VÍF á stigatalvuni, so her kann alt henda. VÍF og verjan – Verjuspælið hjá VÍF riggaði ikki serliga væl, og tað mugu teir fáa [...] leið út á seinna hálvleik og Neistin ikki vildi sleppa takinum, men tvørturímóti ta einu løtuna fór framum og tók leiðsluna frá 23-24 til 25-26, sá VÍF-venjarin alt minni og minni álvuligur út við støðuna
Hetta var á Skørunum, Mýrunum, í Heiðunum og í Nesinum (Porkerisnesi). Uppi á Skørunum var ógvuliga høgligt at fara eftir torvi. Tað komst aftur og fram eftir einum hálvum tíma. Torvið tornaði væl, men [...] kanska, at vit høvdu so nógv til felags við tey hjá mostrini og pápabeiggjanum Malenu og Zacharias. Vit høvdu eisini í felag tvey neyt og trý við hvørt, tá ið sett varð við. Vit gingu sjálvsagt til neyta [...] hondunum á henni og ánaðu, at her var ikki væl vorðið. Tá hon kom undir køksvindeygað hjá okkum, tá skar hon útí at gráta, tí kúgvin hjá okkum, sum var so spøk og góð at fáast við, var deyð, og slíkt var ein
hansara og sigur, at Marc Janko er skaddur og Philipp Hosiner byrjar inni. – Ah ha, so fekk eg mín vilja, men nú vóni eg eisin, at hann nyttar nakað í dag, sigur Martin Land við einum smíli. Og rætt hevði [...] Ongin leiðari var at síggja á vøllinum. Verjan var í jólagávuhýri og miðvøllurin rann undan, heldur enn at renna eftir bóltunum. Álop – ja tað høvdu vit einki av. Tað einu ferðina bólturin datt fyri føturnar [...] inni í dystinum, men aftaná átta minuttir er gali. Opið er í høgru síðu og innleggið er flatt og Philipp Hosiner er fyrstur á og skorar. Ein vánalig byrjan, men tað hava vit roynt fyrr uttan at tað er
ikki vera sagt, - kanska hevur hann hugsað og greinað seg fram til hesa kredduna sjálvur. At Jørðin og jørðin er okkara, og at bara ber til at liva og yvirliva av og burturúr tí sum úr henni kemur. Tú skalt [...] ígjøgnum árini. Abbi, gubbi og Klæmint farbróður og nú bíðar hamur Leivurs bara eftir tí evstu signingini frá Bjartalíð presti hesumegin tjaldið, sum ættarliðini, eitt fyri og annað eftir, treytaleyst skulu snúgva [...] natúruna livdi hann í vónini og frøini um at síggja næsta toskin koma upp úr havsins djúpu námum, og seinru árini av fjarðarinnar botni, at gogga hann inn um lúnningina og stokkin og ongin hevði betri skil fyri
uttanlands og lisið og arbeitt við sínum verkum. Í 2010 tók hon útbúgving í 3D-designi á Univeristy of Brighton í Onglandi, og í tíðini eftir tað var hon við á framsýningum í eitt nú London, Birmingham og Milano [...] Í London og Milano steðga fólk á og hyggja við stórum áhuga eftir verkunum hjá sniðgevanum Jóruni Høgnesen. Stólar í føroyskum troyggjum, og steinar í føroyskum ullplaggi blíva ikki burtur millum øll hini [...] møblum og tekstili, og tí er hugskotið komið at seta hesi saman. Á mínum triðja ári á skúlanum, skuldi eg finna fram til mítt egna konsept, og tað skuldi ikki bert verða okkurt einfalt hugskot, sum lá beint
brotsteiginum og stútar hann út til horna. Tað endar við, at Símun Samuelsen sendir hornasparkið innfyri, har Símun Joensen er óheppin og stútar bóltin í egið mál. – Eg var í einum nærdysti og komi onkursvega [...] vinstri bakkurin afturat. Eftir hetta hevur HB bóltin nógv fram til hálvleiks, men við Hørðuri og Martini í miðverjuni kemur HB ikki í gjøgnum. – Martin dugur væl at stýra og tosar nógv. Tað ger tað lættari [...] Lukasz Cieslewicz, sum brýtur í gjøgnum í vinstru og leggur innfyri til Jákup, sum áraka fimm meturin ikki fær ordiligt skot á. – Hann lá ikki væl, men hann lá nóg væl til at eg skuldi skorað. Bólturin er
aftur av skipi og doyði stutt eftir. Eftir sat mamman bert 32 ára gomul við fimm ókonfirmerað børnum, og tað sætta barnið var ikki føtt. Tað gjørdist ein genta, sum varð kallað Andrea eftir pápanum, so [...] við Andreas í Velinum. Hann førdi skip í fleiri ár og fortjenti væl, og tey livdu 10 góð og hugnalig ár saman. Men skjótt kann lívslagnan verða broytt, og soleiðis var eisini hjá henni, tá ið maðurin [...] úr lagdi og ger uppá synir og ommubørn. Tað eru óivað mong bygdafólk her, sum við mær takka tygum hjartaliga fyri manga hjálpandi hondina, serliga tá ið sjúka og deyði hava gripið inn. Tey ið – líka sum
kongsveldi og ringdi seg um okkum føroyingar, alt havøki okkara og kæra móðurland okkara Føroyar. Val verður í Grønlandi týsdagin. Grønland hevur, eins og Føroyar, verið fyri stórum avbjóðingum, og ofta hevur [...] pláss við Dannebrogssskeltum í reversinum og støðugum biddaragongum til Danmarkar eftir meira blokki, síggja vit grønlendingar fara hinvegin og taka á seg alt fleiri og meiri týðandi uppgávur fyri at røkka [...] álop á føroyskt fólkaræði, og í stóran mun vóru rættindi hjá Føroya Løgtingi og Føroya fólki lóggivin burtur. Frælsið til at liva og virka kom undir strangar avmarkingar, og møguleikarnir fyri at røkka