HB liðið var undan dystinum mett sum stórfavorittur. Spælið í venjingardystunum hevur verið framúr og bæði venjarakappingin og Klaksvíkskappingin endaðu við sigri til HB. Útskiftingin hevur verið lítil í vetur og liðið hevur havt tíð at skipa seg. Í fjør skoraði HB næst flest mál í Effo-deildini.
Uppgávan hjá verjuni hjá B36 sá møtumikil út undan grannabrakinum.
Ongin hevur verið meiri kroystur enn Hørður Askham. 18 ára gamli sonurin hjá U21 landsliðsvenjaranum, Heðini Askham, hevur bara nakrar fáar royndir í bestu deildini, men í gjár fekk hann álitið at standa í miðverjuni saman við Martini Pedersen, sum ongantíð hevur spælt ein dyst í føroyskum fótbólti. Gamaní er talan um spælara, ið hevur spælt Champions League fótbólt við AaB móti eitt nú Manchester United, men hann er nýggjur í B36 og nýggjur í Føroyum.
Í 90 minuttir av ferðmiklum grannauppgerðsfótbólti stóð Hørður Askham royndina. Eins og restin av liðnum var hann allatíð eitt fet frammanfyri.
Spentur
– Eg var ikki nervøsur, eg var meiri spentur vil eg siga, sigur Hørður Askham eftir dystin.
Hann stendur uttanfyri skiftirúmið og tað ljóðar til, at tað er ein róligur stemningur á spælarunum.
B36 leggur frá landi við fullari ferð. Teir trýsta HB langt frammi á vøllinum. Miðvøllurin fær onga tíð á bóltinum. Tað er líka Christian R. Mouritsen, sum við góðum innleggi finnur Símun Samuelsen við handari stong. Vinstri vongurin fær fatur á bóltin, sum hann úr spískum sendir í stongina.
Fyri uttan tað, so hevur miðvøllurin hjá B36 yvirtakið, meðan Gilli Sørensen og Lukasz Cielsewicz geva HB verjuni nokk at arbeiða við. Onki er at síggja til nakran fjálturstungnan ungnan mann í B36 verjunin. Hetta tí har er ongin. Tann fjálturin er skjótt burtur úr kroppinum á Hørðuri.
– Eg vann ein luftdyst móti Andrew av Fløtum. Aftaná tað hugsaði eg ikki so nógv um at hava nervar, greiður Hørður Askham frá.
Á miðvøllinum hava Súni Olsen og Róaldur Jakobsen yvirtakið. Teir halda fast upp á bóltin og eru ágrýtnir í verjupartinum.
– Tað er deiligt at hava Róald og Súna frammanfyri seg. Tú kanst altíð spæla bóltin niðan á teir, sigur Hørður Askham
Aftná 24 minuttir fær B36 fríspark í góðari støðu. Hetta er aðru ferð í dystinum. Fyrra royndin hjá Súna endar í manngarðinum.
– Tað kendist sum tað plagar, sigur Súni Olsen við smíli, tá hann verður spurdur um hann kendi tað á sær tá hann rakti bóltin, at hann fór at enda í netinum.
Í 36 minuttir eigur Súni Olsen og B36 Gundadal. Súni er undangongumaður og B36 liðið fylgir við. Eisini 18 ára gamli Hørður Askham.
Tú má bara reista teg eftir sjálvmál
Í 36. minutti fær HB hornaspark. Høgni Midjord er í iva hvat hann skal gera við ein høgan leysan bólt í brotsteiginum og stútar
hann út til horna. Tað endar við, at Símun Samuelsen sendir hornasparkið innfyri, har Símun Joensen er óheppin og stútar bóltin í egið mál.
– Eg var í einum nærdysti og komi onkursvega at standa forlangt úti, og tá eg so fái høvdið á bóltin, so skrúvar hann bara víðari inn í málið, sigur Símun Joensen.
– Tú mást bara reista teg eftir eitt sjálvmál. Tað er einki annað at gera, leggur vinstri bakkurin afturat.
Eftir hetta hevur HB bóltin nógv fram til hálvleiks, men við Hørðuri og Martini í miðverjuni kemur HB ikki í gjøgnum.
– Martin dugur væl at stýra og tosar nógv. Tað ger tað lættari hjá mær, sigur Hørður um at spæla í miðverjuni saman við danskarinum.
Súni Olsen hevur eitt fríspark afturat, sum fer beint viðsíðuna av.
Vit vóru betri í dag
og skuldu havt vunnið
So greiður er Hørður Askham á málinum. Í seinna hálvleiki er B36 meiri vandamikið enn HB. Teir eru skjótir at umstilla seg tá teir fáa fatur á bóltinum, og miðvøllurin hjá HB megnar ikki saman við verjuni at steðga Gilla, Lawal og Lukasz, tá teir seta ferð á.
Serliga tvær ferðir er vandi á ferð. Fyrri ferð tuskar Lawal frá HB verjuni og eftir eitt tvey spæl endar bólturin fyri føturnar á Róladi Jakobsen, men Teitur Gestsson bjargar meistarliga í málinum.
Stutt fyri tíð er tað Lukasz Cieslewicz, sum brýtur í gjøgnum í vinstru og leggur innfyri til Jákup, sum áraka fimm meturin ikki fær ordiligt skot á.
– Hann lá ikki væl, men hann lá nóg væl til at eg skuldi skorað. Bólturin er ikki á veg í mál, men raki í hondina á einum verjuspælara, men hon er upp á pláss, sigur Jákup á Borg.
B36 er um at missa alt á gólvið, tá Tórður Thomsen kemur skeivt út til eitt innlegg, sum Fróði Benjaminsen fekk høvdið á. Bólturin fór dygst framvið stongini.
B36 kom betri frá grannauppgerðini, men vónirnar til teir vóru ikki av teimum stóru undan fyrsta bríkslinum. Tað vóru tær hinvegin til HB, sum ikki avrikaði í mun til spádómarnar, men hetta er bara ein dystur av 27 í landskappigini og nógv kann verða broytt í oktobur mánaði. Ein maður hevur prógvað sítt virðið. Tað er Hørður Askham, sum í fjør varð kostin til ársins spælara í unglingum.
– Eg eri miðvallari, men eg spæli fegin í miðverjuni. Eg vil bara sleppa at spæla, eru seinastu orðini frá unga manninum, sum í gjár stóð royndina sum miðverji hjá B36.