til málið. Tað varð ongantíð gjørt, og 1. apríl 1994 verður tollmálið hjá N. Niclasen arkiverað sum avgreitt frá fútanum. Eftir stendur tó, at vøra er seld hjá N. Niclasen, uttan at tollurin er avgreiddur [...] ábyrgdast fyri hetta. - Ja, vørur vóru tiknar út og seldar, áðrenn tær vóru tollavgreiddar. Ja, tað var gjørt, tí tað er tollkredittur, sigur Jørgen Niclasen. Á tíðindafundinum í Miðlahúsinum fríggjadagin segði [...] Tað var ein væl fyrireikaður formaður í Fólkaflokkinum, sum seinnapartin fríggjadagin bjóðaði fjølmiðlum og almenninginum upp til dans. Við sær hevði hann eina advokatfrágreiðing á 15 síður, eini 200 síður
num. Amerikanskar keldur hava fleiri ferðir sagt, at Castro hevur krabbamein, og at hann er deyðsjúkur, men tað hava kubansku myndugleikarnir avsannað. Ein spanskur lækni, sum kannaði Castro herfyri, avsannaði [...] kom Castro á skíggjan í kubanska sjónvarpinum saman við forsetanum í Venesuela, Hugo Chávez. -Stríðið er ikki tapt, segði tann 80 ára gamli forsetin og legði afturat, at hann ætlar sær aftur til arbeiðis
var við at taka avgerð um, at tað ikki skuldi søkjast av nýggjum eftir leiðara, eftir at tann sum fekk starvið tók seg aftur. Tað sum ger, at hetta er serliga óheppið, er at ivi kann seta um gegnið hjá [...] Tað sigur Brandur Sandoy, sum varð valdur á sama lista sum Páll á Reynatúgvu til kommunuvalið á Sandi í november í fjør. Hann hevur saman við trimum øðrum bygdarráðslimum ? sum tilsamans telja meirilutan [...] nevnir í grein, sum verður prentað í Sosialinum í morgin, at Páll á Reynatúgvu ikki virðir gegni. Eitt tað fyrsta málið hann tók upp í nývalda bygdarráðnum, var at broyta borgarstjórastarvið til fulltíðarstarv
frammarlaga í huga hansara, men í dag er allur ivi sópaður av borðinum: Nú er tað teldan, sum er og verður hansara snúningspunkt, bæði í arbeiði og frítíð. Ætlanin er nevniliga at læra til KT-tøkning. - [...] gera tað sjálvur sum eg kann. Men tá eg so biði um hjálp, ja, so fái eg beinanvegin hjálp frá fólki, leggur hann aftrat. Frá dreymi til veruleika Tað er ikki hvør sum helst sjúka, ið Róar Hansen er raktur [...] einki: - Einaferð doymdi eg um at gerast bakari, men tann dreymurin, hann er langt síðani farin. Nú er teldan mítt eitt og alt. Og tað verður hon uttan iva eisini í framtíðini, sigur brosandi nólsoyingurin
UNGDÓMSTILFAR Marin er stødd í Wisconsin í Amerika, og hevur hon verið har síðan seinasta summar sum AFS næmingur. - Tað var hart at skiljast frá míni familju beint eftir at hava verið í feriu í Mallorca [...] Hetta komst av, at tey ikki høvdu nóg góða tíð til hana. Tíbetur hevur Marin tað gott, og hevur fingið nógvar vinir í skúlanum. - Tað var torført at finna nýggjar vinir, men tó havi eg ongantíð angra mína avgerð [...] støður eg megni at takkla’’ sigur hon. - Eg vil mæla øllum til at royna hetta, tí tað mennir ein á allan hátt ,og tað lærir teg at standa á egnum beinum, greiður Marin frá.
bakarar kenna tað aftur, hvussu týdningarmikið tað er at hava hjúnarfelagan afturat sær. Egnar uppskriftir Í løtuni eru tvey bakarí í Klaksvík, men fyri nøkrum fáum árum síðani vóru tað fýra. - Tað er passaligt [...] r og soleiðis er eisini hjá Símun. - Fólk siga seg ofta kunna smakka mun ímillum breyð hjá teimum ymsu bakarunum, og tað er ivaleyst eisini munur. Vit koyra allir tað sama í, men tað er helst eitt sindur [...] 12 fólk í starvi. Símun Akursmørk er stóri bakarin í Klaksvík, og tað er hann vorðin eftir tvey strævin ár, har hann hevur arbeitt størsta partin av døgninum. - Tað er ómetaliga strævið, og eg havi mangan
sambandsfólk men øll áhugað kunnu verða við. Tað eru jú lokalfeløgini, ið hava fingurin á pulsinum og vita, hvat tað er, ið rørir seg úti kring landið. Tað er eisini umráðandi, at Sambandsflokkurin fer at [...] aftan fyri flokkin. At tað verður stungið út í kortið, hvat tað er, sum vit vilja. Tann parturin av flokkinum haldi eg ikki virkar nóg væl í løtuni, sigur formansvalevnið. Flokkurin er eitt gott alternativ [...] í føroyskum politikki, sigur Johan Dahl, ið heldur tað verða umráðandi, at talan ikki gerst um eitt persónsstríð. Tingmaðurin heldur eisini, at tað er umráðandi at fáa bæði lokalfeløgini og ungmannafeløgini
at teir í dag ikki hava eina betri eftirlønartrygging, er so tað. Vit mugu hyggja fram eftir, og fiskimaðurin skal tryggjast betri, enn hann er tryggjaður í dag. - Eg haldi eisini, at vit skuldu tikið [...] Tummas Frank Joensen er avbjóðari hjá Sniálvi Røvilsberg, sitandi sýsluformanni í Føroya Fiskimannafelag. Hann sigur, at hóast hansara starv er umborð á strandfaraskipinum Teistanum, hevur hann verið limur [...] blaðungur og fór til skips. - Eg havi verið á næstan hvørjum landsfundi í felagnum øll hesi ár, og tað er bara, tá veður hevur tarnað mær, at eg ikki havi verið á landsfundi. Tummas Frank sigur, at hann
kirkju jólaaftan, og so hugna vit okkum heima. Eg tendraði jólatræið í Ánunum hin 29. november, og tað er einasta uppgáva higartil, sum mær hevur verið áløgd sum borgarstjóri í samband við jólini í ár. Hvussu [...] Jólini hjá mær verða sum altíð hildin heima við hús saman við konu, børnum, svigarbørnum og abbabørnum. Tað sigur Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu. Hann vísir á, at hóast hetta verða fyrstu jólini
tíð, men tað eru nú nógv ár síðan. - Eg brenni kol og ymiskt pinnabrenni, tá okkurt er, og kolið keypi eg úr Suðuroy. Hon sigur, at hon plagar at keypa nakrar sekkir av koli í senn, og tað er næstan ikki [...] og gjørdi nógv tungt arbeiði. Nú er kroppurin slitin, og serliga merkir hon tað í lendunum høgru megin, eins og ryggurin heldur ikki hevur tað so gott. - Gongulagið er heldur ikki so gott longur, og tá [...] Viðhvørt er tað eitt sindur lagt ímillum, at eg taki harmonikuna fram, og so aðrar tíðir siti eg oftari við henni. Mær dámar væl at spæla á harmoniku, og eg spæli eisini á munnharpu, sigur hon. Tað eru nøkur