In.fo hevur spurt Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, hvussu árið 2014 hevur verið hjá henni?
- Árið 2014 hevur verið samansett. Í tí heimliga er alt bæði gott og gevandi. Í politikkinum eru ting, sum eg hevði viljað vóru øðrvísi.
Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2014?
- Havi ikki eitt serstakt upplivilsi, sum lýsir framúr í 2014, men gleðist hvønn dag um at hava míni allar bestu rundanum meg. Tað er ongin sjálvfylgja.
Hvat vilt tú helst gloyma frá 2014?
- Havi heldur einki, sum eg ikki vil minnast frá 2014. Allar lívsroyndir, góðar og minni góðar, eru til at læra av.
Hvat ynskir tú tær í 2015?
- Í 2015 ynski eg mær eitt nýtt politiskt stýrið. Eitt stýrið, sum skapar álit, tryggleika og rættvísi - eitt stýri, sum tryggjar, at livikor føroyinga vera betri vard enn í dag.
Hon vísir á, at føroyingar búgva í heimsins besta landi og hava heimsins besta møguleika at velja tað góða til. Tí tørvar okkum ein politik sum ítøkiliga tryggjar, at landsins virðir koma øllum fólkinum til góðar.
- Mín vón skal vera, at 2015 veruliga verður eitt ár, har nýggir og lýggir vindar hita okkum øll, og veruligur sosialpolitikkur kemur í fremstu røð - og so má frælispolitikkur aftur vera tað, sum ber okkum fram.
Sirið Stenberg vísir á, at í sínum privata lívi hevur hon ikki alt, sum man kann ynskja sær, men hon leggur aftrat, at hon hevur alt tað, henni tørvar. Tað er nóg mikið, tí tey týdningarmestu tingini í lívinum fáast ikki fyri pengar.
- Eg eri ríkiliga signað við eini góðari familju og vinfólkum. Somuleiðis eini sterkari felagskenslu av at hoyra til og vera partur av einum lokalsamfelag í menning. Hesum hvíli eg trygt í.
Sirið Stenberg, løgtingskvinna, ynskir øllum eini gleðilig jól og bestu ynski um bjarta framtíð.










