eg einki. Hetta er forrestin eisini galdandi fyri hini bæði listafólkini – og nú verður eisini betri pláss í Listaskálanum, nú Grafiski Verkstaður Føroya er fluttur oman á Skálatrø. Tað er okkurt barnsligt [...] barnsligt og frítt yvir húsaskapilsunum hjá Hanna Bjartalíð, ið minnir um kroysurnar, børnini plagdu at byggja fyrr. Samstundis er eingin ivi um, at tað er ein vaksin listamaður, ið stendur aftan fyri tær mongu [...] seg um ummælið hjá Sangild, sum er ørkymlandi, tá hugsað verður um, at nøkur av okkara bestu listafólkum luttóku á teirri ummældu framsýningini. Í staðin fyri at harmast skulu vit kanska gleðast um atf
áhuga. Tíðin er komin til at gera upp við henda hugsunarháttin um, hvat hevur týdning at bera fram í fjølmiðlum og hvat ikki. Finnast serlig kvinnulig og serlig mannlig virði? Tað er eingin ivi um, at ávísur [...] persónliga. Og tað líka mikið, um tú ert kvinna ella maður. Og kortini verður farið øgiliga lætt um stórar partar av lívinum hjá báðum kynum - tey persónligu evnini - sum um tey ongan samfelagsligan týdning [...] vóru nøkur heilt onnur enn nú - har menn arbeiddu úti og tóku sær av tí fysiska tilfeinginum, meðan kvinnurnar arbeiddu heima og tóku sær av tí psykiska tilfeinginum. Men nú er samfelagið munandi broytt
undir sáttmála við Articon um at fremja verkætlanina um innara partin av Fjøruvegnum. Nú er løtan umsíðir komin hartil, at skuffan kann seta á Fjøruvegin. ##med2## Farið verður nú undir at neyvætla sunnara [...] fegnast um, at byrjanin til at klúgva ferðsluna ígjøgnum býin byrjar í dag. Hetta verður ein stórur bati fyri trivnaðin hjá borgarunum og fyri handilslívið, nú tann tunga gjøgnumkoyrandi ferðslan um eitt [...] politikarar um málið, skrúvan var kortini í vatninum alla tíðina, hóast ferðin var skiftandi sum kom uppá loggið. Eftir nógvar tøkniligar og politiskar millumrokningar, sum ein heil bók kann skrivast um, sum
hósdag, tá ið vit skiftu orð við hana um føroysku verkætlanina, sum grundarlag nú er langt undir. Málið er í fyrsta lagi at gjalda fyri byggilendið, og síðan verður farið undir at savna pening inn til sjálva [...] byggingina. Ætlanin er at byggja eitt barnaheim til 100 børn, og á økinum verður eisini kirkja. Øll verkætlanin tilsamans er mett at kosta 420.000 krónur, harav undirlendið og økið uttan um er tann lutfalsliga [...] barnahjálpararbeiði og fóru heimaftur 14. desember. Seinni er Maria farin til USA at lesa, men hóast hon ikki er heima í Føroyum, nú nóg mikið er á konto til rindan av jørðini, hevur hennara lutur í inn
kips’inum í oyranum, hvussu long tíð er gingin, síðani tann einstaka kúgvin seinast mjólkaði. Um tað er langt síðani seinast, fer portrið inn til mjólkimaskinuna upp. Um ikki, so fer portrið upp til básarnar [...] so til mjólkingina. Ymiskt er, hvussu nógv ein kúgv mjólkar um døgnið. – Tær, sum mjólka mest, mjólka góðar 50 litur um dagin, sigur Nils Absalonsen. – Hjá okkum ræður ikki um at hava so nógvar kýr sum [...] sigur Rói Absalonsen. Meðan Sosialurin er á vitjan, er ymiskt hvussu nógv tær mjólka. Frá seks upp til 16 litrar. – Tað kann vera ymiskt, hvussu langt síðani tað er, at ein kúgv seinast hevur mjólkað, og
hevur verið nýttur til fleiri brúdleyp. At Teitur er komin langt við sínum tónleiki, er eingin loyna, og at hann kann koma longri, er bert ein spurningur um tíð. Teitur hevur ikki nakra stóra marknaðarføring [...] við nýggjari útgávu, og er longu farin undir at taka upp. Sangskrivarin legði út við løgum, sum ikki hava verið at hoyrt áður, og sjálvt um tað eingin ivi er um, at Teitur gjarna vil varðveita stílin frá [...] Teitur einsamallur inn á pallin. Hann legði út við trimum nýggjum løgum. Lagið um Louis Armstrong riggaði ótrúliga væl, og sigast kann, at tað er vorðið nógv betri, síðani undirritaði hoyrdi tað fyrstu
venjingardystinum í Gundadali móti Íslandi í august í 1990, Øssur Hansen skoraði á Malta í 1996, og nú var tað John Petersen, sum fyri aðru ferð skoraði á landsliðnum. Fyrra málið skoraði hann í Jugoslavia [...] var farin av vøllinum, tá vit fingu brotsspark, og tað var Todi Jónsson, sum fekk brotssparkið. Tað er ikki vanligt, at maðurin, sum brotið verður gjørt ímóti, skjýtur, og so var bara eg eftir. Eg var púra [...] longu frammanundan málinum hevði gjørt av, at hann skuldi fara beina leið ? tá hann hevði skorað ? yvir til stóru og væl uppløgdu føroysku áskoðarafjøldina. Todi Jónsson og Julian Johnsson ferðaðust ikki
leigaður heim til barndómsfelagið at styrkja um, og hetta var stórur styrkur at fáa. TB lá saman við EB/Streymi fremst, tá farið varð í summarfrí, og hóast Óli nú er farin aftur til Danmarkar, tykist TB liðið [...] eru farnir í onnur feløg at royna seg, tá úrslitini ikki vóru eftir vild á Tvøroyri. Nú er onkur nýggjur árgangur tó um at daga fram, og saman við meira royndum leikarum verður so roynt at lova hesum upp [...] í hellinum er soleiðis vorðin, at ein tóni "hongur" í luftini í eini tíggju ella fimtan sekund. Tí er tað ikki lítið krevjandi hjá tónleikarunum, ið allatíðina mugu fylgja við ekkóinum, ið er ymsikt, alt
ikki tikið støðu, um hann sjálvur fer úr Sambandsflokkinum ella um hann skal berast út. Atkvøðuslúkurin hjá Sambandsflokkinum við 667 persónligum atkvøðum á býráðsvalinum í Havn langar nú bæði út eftir f [...] Tjóðveldisflokkin. Hetta passar snøgt sagt ikki, sigur Heðin Mortensen. ?Tað er beinleiðis lygn, um hann sigur, at hann ikki varð kunnaður um samráðingarnar við Tjóðveldið og Javnaðarflokkin. Eg ringdi til hann [...] so Kaj Leo lýgur beinleiðis, um hann sigur, at hann ikki varð kunnaður, vísir Heðin á. Heðin Mortensen heldur, at nýggjasta stríðið í Sambandsflokkinum er feskasta dømi um, at floksformaðurin hevur skotið
Tað er her, tann kristni boðskapurin er so neyðugur. Vit hava ein Guð, sum elskar okkum treytaleyst, og tað er ongantíð ov seint at byrja av nýggjum. Sámal Jákup vísti á, at sambært kanningum er ar [...] rættiliga trongligar. - Tað mesta, vit hava havt inni í senn til gistingar, er 15, men tað er nógv meira, enn pláss er fyri. Hetta hevur verið gjørt fyri at fólk ikki skulu liggja úti, sigur Sámal Jákup [...] Hann segði, at nógv kundi verið at fortalt um tíðina, hann var í Noregi og um tað arbeiði, sum Frelsunarherurin ger kring um heimin. Svong menniskju Stovnarar av Frelsunarherinum, vóru hjúnini, William