Føroyingar byggja barnaheim til 100 børn í Indiu

- Tað eru vit báðar, Maria Marnersdóttir úr Søldarfirði og eg, sum saman við góðum fólkum og góðum stuðlum eru farnar undir hetta átak, sigur 21 ára gamla, Marjun Joensen úr Leirvík. Hon er lítillátin og ynskir ikki, at ov stórur partur av tí arbeiði, sum liggur aftanfyri stóru innsavnanina til frama fyri indisku børnini, verður tilskrivaður henni

Hjálpararbeiði

Í eini samkomu á Eiði sunnukvøldið stendur ein ung leirvíksgenta og greiðir frá um barnahjálpararbeiði í Indiu. Hon vísir myndir av børnum, sum hon er vorðin so góð við og fegin vil hjálpa at fáa tak yvir høvdið. Fólk lurta við stórum áhuga. Tey hava bjóðað henni at greiða frá í samkomuni. Gleðin lýsir av henni, tá hon sigur, at hon í morgin kann fara í Norðoya Sparikassa og flyta indisku børnunum pening fyri eitt umleið 4.000 fermetra stórt grundøki, so tey kunnu fáa eitt veruligt heim at búgva í, setir ein klumpur seg í hálsin á henni. Gentan gerst rørd, noyðist at steðga á eina løtu, og nøkur tár detta úr eygnakrókunum...
    Gleðistár.
    Grundarlagið undir fyrsta partinum av verkætlanini, sum hon og onnur eldhugað í Føroyum hava sett sær fyri at fremja í Indiu, er rokkið. Nú kann lendið til barnaheimið keypast, tí nóg mikið av peningi er á konto. Skuldu tey fáa lendið, høvdu tey tíðina fram til 15. januar at útvega keypspeningin, 240.000 krónur.
    Og 15. januar er í dag!

Heim til børn
Unga leirvíksgentan, sum samkomur í Eysturoy hava bjóðað at siga frá um barnahjálpararbeiði í Indiu, er 21 ára gamla Marjun Joensen.
    Sosialurin hitti hana í Klaksvík seinasta hósdag, tá ið vit skiftu orð við hana um føroysku verkætlanina, sum grundarlag nú er langt undir.
    Málið er í fyrsta lagi at gjalda fyri byggilendið, og síðan verður farið undir at savna pening inn til sjálva byggingina. Ætlanin er at byggja eitt barnaheim til 100 børn, og á økinum verður eisini kirkja. Øll verkætlanin tilsamans er mett at kosta 420.000 krónur, harav undirlendið og økið uttan um er tann lutfalsliga dýrari parturin.
    - Tað er eitt gott tilboð, vit hava fingið upp á byggilendið. Prísirnir á hesum leiðum eru hækkandi, og eigarin kann fáa munandi meira fyri jørðina, um hon verður seld til vinnuligt endamál. Men eigarin vil heldur, at barnaheim og kirkja verða bygd her. Vit hava freist til 15. januar (sum er í dag), sigur Marjun Joensen.
    Men hvussu byrjaði so alt hetta?

Ikki stór orð
Marjun er lítillátin og ynskir ikki, at ov stórur partur av tí arbeiði, sum liggur aftanfyri hesa stóru innsavning fyri indisku børnini, verður tilskrivaður henni.
    - Tað eru vit báðar, Maria Marnersdóttir úr Søldarfirði og eg, sum saman við góðum fólkum og góðum stuðlum eru farnar undir hetta átak.
    Tær báðar fóru til Indiu 25. oktober í fjør at vera við í barnahjálpararbeiði og fóru heimaftur 14. desember. Seinni er Maria farin til USA at lesa, men hóast hon ikki er heima í Føroyum, nú nóg mikið er á konto til rindan av jørðini, hevur hennara lutur í innsavningini havt stóran týdning.
    - Vit eru væl stuðlaðar, bæði av familjum okkara, vinum, kenningum og fólki í samkomum.
    Hvussu ferðin til Indiu hjá Marjun og Mariu kom í lag, hevur eisini sína søgu, og tann søgan hevur sín uppruna eini tvey ár afturi í tíðini.
- Tað er soleiðis, at sjeikurin hjá Mariu, Sámal Jacobsen av Viðareiði, hevur siglt við Doulos. Umborð á skipinum kom Sámal millum onnur at kenna unga indaran, Ambu Mani. Teir gjørdust sera væl. Ambu, sum er av fátækum fólki, hevur arbeitt fyri OM-felagsskapin, sum rekur skipið, og tað var í hesum sambandi, at hann var sendur umborð á Doulos.
Vit kunnu leggja aftrat, at OM stendur fyri
Operation Mission.

Dreymur og veruleiki
Komin heimaftur til Indiu, ynskir Ambu, sum sjálvur er vaksin upp á barnaheimi, at føra sín dreym út í lívið. Hann ynskir at byrja eitt barnaheim og soleiðis hjálpa børnum, sum eru illa fyrikomin, til eina betri tilveru, har tey kunnu vera mett hvønn dag og kunnu ganga í skúla.
    - Tað var á hesum barnaheimi – um vit kunnu rópa tað so - at eg og Maria hjálptu til hesar vikurnar, vit vóru í Indiu.
    Marjun sigur, at tað eru Ambu, beiggi hansara og bróðirkonan, ið reka hetta heimið.
    - Beiggi hansara er advokatur, men inntøkan er lítil. Báðir hoyra teir til tey, sum eru niðast í sonevndu kasti-skipanini. Teir báðir eru samdir um, at advokaturin arbeiðir úti og tjenar pening, meðan Ambu og bróðirkonan taka sær av børnunum.
    Hon sigur, at talan er ikki um eitt veruligt barnaheim, soleiðis vit vit ímynda okkum, at eitt barnaheim er.
    - Hetta er bara eitt lítið hús, sum tey leiga, og umstøðurnar eru eftir okkara mátistokki vánaligar.
    Marjun sigur, at Ambu og bróðurin hava rikið hetta virksemi í eini tvey ár – við stuðli úr Føroyum og við peningi, sum beiggin tjenar.

Illa stødd børn
- Meðan vit vóru í Indiu, búðu vit á einum hotelli – ella motelli - einar 45 minuttir í bussi úr bygdini, har Ambu hevur sítt hjálpararbeiði. Hesar vikurnar vit steðgaðu, hjáltu vit til at gera børnunum mat, borðreiða fyri teimum, vit vaskaðu upp, spældu við børnini, og vit hjálptu eisini teimum eldru við enskum, sum tey læra í skúlanum.
Hon sigur, at 26 børn millum 4 og 13 ár vóru
hvønn dag á heiminum.
    - Hetta eru alt børn har úr umhvørvinum, sum er ein bygd við umleið 4.000 fólkum. Ambu hevur ábyrgdina av børnunum, meðan tey eru á heiminum, men tey fara heim til familju at sova, tí umstøður eru ikki at sova á heiminum. Flestu hava onkran í familjuni, sum kann hava tey sovandi heima.
    Marjun sigur, at hóast lagnan hjá hesum børnum er ymisk, eru fleiri teirra móðir-ella faðirleys – ella eingi foreldur eiga. Í øðrum førum megna foreldrini ikki at taka sær av teimum, tí tey hava mist vónina til lívið.
- Foreldrini kunnu vera fallin í misnýtslu – ella eru so blóðfátøk, at tey ikki hava umstøður at geva børnunum ein sømiligan uppvøkstur. Ambu hevur upplivað, at ommur og abbar eru komin lyppandi við sínum foreldraleysu ommu-og abbabørnum, tí tey ikki hava ráð at geva teimum mat í munnin, sigur hon.

Tvey ár á baki
Unga leirvíksgentan sigur, at Ambu hesi bæði árini hevur prógvað, at hann og bróðirin saman við bróðurkonuni gera eitt barnahjálpararbeiði, sum ger mun.
    - Eg veit, at tá ið fólk stuðla hjálpararbeiði, sum er so fjart burturi, eru tað mong, sum reisa iva um, hvar peningurin fer, men nú hava vit verið á staðnum og hava tikið lut í tí arbeiði, sum verður gjørt fyri hesi børnini.
    Marjun sigur, at Ambu og beiggi hansara hava øll síni viðurskifti við myndugleikarnar í lagi og tíðin, síðan teir fóru undir hetta hjálpararbeiði til frama fyri illa støddu børnini, hevur prógvað, at tað ger mun.
    - Fíggjarliga orkan hjá teimum báðum er so lítil, at teir higartil ikki hava megnað at fullføra tað verk, sum er teirra størsta ynski. Visjónin er nevniliga at byggja eitt veruligt barnaheim til 100 børn, soleiðis at hesi kunnu fáa ein góðan og sømiligan uppvøkstur og eina útbúgving, so tey kunnu klára seg í samfelagnum, tá ið tey veksa til. Kravið er, at øll skulu ganga í skúla, tí hetta er grundarlagið fyri framtíðini hjá teimum.

Stórur tørvur
Tað var Ambu, sum tók ímóti Marjuni og Mariu, tá ið tær komu longu leiðina úr London til Bangalore í Indiu, og tað var hann, sum hevði ábyrgdina av teimum, meðan tær ókendar við indiska samfelagið vóru í landinum.
    - Meðan vit vóru í Indiu og gjørdu hjálpararbeiði, sóu vit, hvussu stórur tørvurin er, og hvussu stórt ynski tey, sum vit vóru ímillum, hava fyri at betra um umstøðurnar. Tí hava vit tikið stig til at savna inn pening til nýtt barnaheim – við kirkju á sama grundøki.
    Marjun sigur, at tey hava møtt stórari vælvild og stórum hjálpsemi í Føroyum til tess at røkka hesum máli.
    Ein konto er stovnað í Norðoya Sparikassa, og tað eru mong, sum hava valt at stuðlað ætlanini.
Hósdagin í síðstu viku, tá ið Sosialurin hevði vitjan av Marjun á redaktiónini í Klaksvík, vóru komnar umleið 130.000 krónur á kontoina, men longu sunnukvøldið høvdu tey rokkið tí fyrsta málinum, sum er at savna inn nóg mikið av peningi fyri at kunna rinda grundøkið, har barnaheimið og kirkjan skulu byggjast.

Liðug til jólar
- Ambu hevur øll viðurskifti við einum barnaheimi upp á pláss mótvegis myndugleikunum, og tí er alt tað formella longu í lagi. Barnaheimið og kirkjan verður ein sjálvognarstovnur, góðkendur av myndugleikunum, og í reglunum verður gjørt greitt, hvussu verður við ognunum, um tað skuldi hent, at virksemið onkusvegna datt niðurfyri.
Marjun Joensen sigur, at verkætlanin við keypi av lendi, barnaheimi og kirkju tilsamans fer at kosta einar 420.000 krónur, og síðan er málið, at raksturin av virkseminum í størstan mun skal fíggjast úr Føroyum.
- Tekningarnar eru klárar, og gongst sum ætlað, standa bæði barnaheimið og kirkjan liðug til jólar í ár, sigur 21 ára gamla leirvíksgentan.