Innanhýsis stríðið millum tveir tjóðveldistingmenn hevur ikki meir enn lagt seg, so kyknar eitt nýtt innanhýsis floksstríð í øðrum flokki. Nýggi borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, hevur fingið knívin á barkan frá Sambandsflokkinum, og hann hevur fingið valið at verða skotin ella hongdur.
Heðin Mortensen hevur ikki tikið støðu, um hann sjálvur fer úr Sambandsflokkinum ella um hann skal berast út.
Atkvøðuslúkurin hjá Sambandsflokkinum við 667 persónligum atkvøðum á býráðsvalinum í Havn langar nú bæði út eftir formanninum í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen og Høgna Mikkelsen fyri teirra leiklut í stríðnum, sum hevur tikið seg upp í Sambandsflokkinum.
Fólkafloksmaður
Heðin Mortensen leggur Høgna Mikkelsen undir at renna ørindi fyri Fólkaflokkin, heldur enn at arbeiða fyri Sambandsflokkin, sum er flokkurin, sum hann umboðar.
?Tað er einki nýtt, at Høgni og Jan Christiansen hava eitt tætt samstarv. Áðrenn vit yvirhøvur vóru komnir til samgonguborðið mikunáttina hevði Høgni gjørt eina undirhondsavtalu við Fólkaflokkin. Hetta varð eg greiður yvir alt fyri eitt, tí øll okkara ynski vórðu feia av borðinum, tí tað sigur seg sjálvt, at Fólkaflokkurin kveistrar alt til viks, tá teir frammanundan høvdu fingið avtaluna undir land. Høgni gjørdi júst tað sama fyri fýra árum síðan, greiðir Heðin Mortensen frá.
Heðin Mortensen sigur seg ongantíð hava mett Høgna Mikkelsen sum ein Sambandsmann, og at hann átti heldur at umboða Fólkaflokkin.
?Tú skalt minnast, at Høgni gekk 100 atkvøður aftur, meðan eg gekk 100 atkvøður fram, og tí er tað eitt sindur løgið, at hann skal stýra samgongusamráðingunum, sigur Heðin Mortensen
Kaj Leo lýgur
Á hesari blaðsíðuni er Kaj Leo Johannesen endurgivin fyri at siga, at hann kendi einki til avtaluna, sum Heðin Mortensen einsamallur gjørdi við Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin. Hetta passar snøgt sagt ikki, sigur Heðin Mortensen.
?Tað er beinleiðis lygn, um hann sigur, at hann ikki varð kunnaður um samráðingarnar við Tjóðveldið og Javnaðarflokkin. Eg ringdi til hann fleiri ferðir, og onnur fólk, sum vóru til samráðingarnar, kunnaðu hann eisini, so Kaj Leo lýgur beinleiðis, um hann sigur, at hann ikki varð kunnaður, vísir Heðin á.
Heðin Mortensen heldur, at nýggjasta stríðið í Sambandsflokkinum er feskasta dømi um, at floksformaðurin hevur skotið seg sjálvan í skógvarnar. Heðin vísir á, at hann varð hóttur fleiri ferðir av limunum í Sambandsflokkinum í gjár
?Eg haldi tað er burturvið, at formaðurin í flokkinum skal leggja seg út lokalar ósemjur. Tað er eisini langt úti, at hann fer út í fjølmiðlarnar at hótta meg. Sambands flokkurin hevur verið ótrúliga skjótur at útihýsa meg, tí tað er ikki meir enn eitt døgn síðan, at avtalan varð undirskrivað, sigur hann.
Heðin Mortensen hevur seinastu mongu árini fingið eitt ótal av persónligum atkvøðum, bæði á býráðsvali og løgtingsvali.
Kennir Kaj Leo seg hóttan av tær í Suðurstreymi?
Tað dugi eg ikki at siga, men tað kann vera.
Onga fráboðan
Heðin Mortensen heldur tað er ógvuliga løgið, at hann hvørki hevur hoyrt orð ella ei úr Sambandsflokkinum, áðrenn hann hoyrir í Útvarpinum, at hann hevur fingið tilboð um at verða skotin ella hongdur av sínum egnu, sum hann málber.
?Tað er ein longri prosedura, sum Sambandsflokkurin skal ígjøgnum, um eg skal útihýsast. Eru teir so glaðir fyri at útihýsa meg, so skulu teir í minsta lagið gjøgnum aðalfundin og møguliga landsfundin. Eg havi ikki beinleiðis tikið støðu enn, og tí kann eg ikki siga, hvat hendir. Eg fýlist á, at flokkurin í einum jánkasligum tíðindaskrivi letur vera við grundgeva, hví eg skal úr flokkinum.
Er tað ikki nóg mikið, at tú hevur brotið eina bindandi avtalu?
Eg havi sagt tað fleiri ferðir, og eg endurtaki tað fegin. Eftir vánaliga valið, har vit nærum mistu tveir býráðslimir, sigur tað seg sjálvt, at flokkurin verður styrktur av at hava borgarstjóran í eini samgongu, heldur enn at spæla eftir pípuni hjá Fólkaflokkinum, sigur Heðin Mortensen.
Hann heldur fast um, at hann sá ikki avtaluna við Fólkaflokkin sum annað enn eina fyribilsavtalu.
Óvist
Tað er nógv sum talar fyri ,at Heðin Mortensen ikki verður í Sambandsflokkinum serliga leingi afturat, tí eitt samt Føroya Væl vil hava hann úr flokkinum. Høvuðspersónurin sjálvur hevur ikki gjørt av, hvør hansara politiska framtíð verður.
Heðin hevur í sínum ungum døgum havt tilknýti til Javnaðarflokkin, hóast hann ongantíð var uppstillaður, og hann hevur eisini roynt seg sum uttanflokkamann í Tórshavnar býráð.
Kann tað hugsast at Heðin Mortensen verður at síggja í Javnaðarflokkinum?
Nei tað veit eg ikki, men eg skal ikki útihýsa nøkrum. Satt at siga kann ikki siga tað stóra um mína politisku framtíð í løtuni, tí eg veit ikki hvat hendir, sigur hann