– Eg havi arbeitt við hesum ætlanum í nógv ár. Fyrst var tað eg og synirnir, sum fyri átta árum síðani arbeiddu við at fáa eitt tílíkt fjós. So tosaði eg við ein annan bónda um ætlanirnar. Men ætlanirnar eru broyttar nakrar ferðir. Fyri seks árum síðani komu Rói og Esmar við í ætlanini. Teir høvdu ikki mjólkakvotur, men vóru seyðabóndur og áttu bø. Nú er stuttligt at síggja, at fyrstu neytini eru komin inn í fjósið, og at tað riggar. Hetta verður munandi lættari, enn tað hevur verið, sigur Nils Absalonsen, bóndi á Viðareiði.
Mjólkað meðan bøndurnir sova
Nýggja fjósið á Viðareiði er eitt tað mest nýmótans fjósið í Føroyum. Tað minnir um fjósini í Havnardali, har tað eru 120 neyt og tað á Vatnaskørðum við 60 neytum, og tað í Syðradali á Streymoynni, har tað eru umleið 40 neyt. Í øllum hesum fjósunum ganga neytini leys, og alt er automatiskt.
Útgerðin í nýggja fjósinum á Viðareiði er eitt sindur nýggjari í mun til hini fjósini.
– Tá ið alt fer at koyra, sum tað skal, so verður tað munandi lættari. Ta einu náttina, meðan vit svóvu, høvdu 17 kýr mjólkað. Klokkan 6 um morgunin fekk eg ein alarm á telefonina, men tað var ikki nakað álvarsamt, so neyðugt var ikki at fara í fjósið, sigur Rói Matras Absalonsen.
##med2##
Alt automatiskt
– Vit fingu fyrstu neytini inn í fjósið leygardagin í næstseinastu viku. Tey skulu eisini venja seg við nýggju umstøðurnar, at tað verður mjólkað automatiskt, men eg haldi, at tað hevur gingið sera væl higartil. Vit hava havt nakrar barnasjúkur, men tær hava ikki verið so nógvar, sigur Rói Matras Absalonsen.
Í nýggja fjósinum koyrir alt meira ella minni automatiskt. Bæði fórðing, mjólking, skráseting og sóping er automatisk. Bøndurnir kunnu sita heima aftan fyri skermin og fylgja við, nær hvør kúgv hevur mjólkað, hvussu nógv hon hevur mjólkað, umframt at teir fáa nógvar aðrar aðrar upplýsingar. Er okkurt galið, so fer alarmur í gongd, og teir mugu fara at loysa trupulleikan.
– Alt koyrir ikki so væl enn, at vit bara kunna sita heima og fylgja við á skíggjanum. Hetta er nýtt fyri okkum, og tað er nýtt fyri neytini, so vit og neytini skulu venja okkum við nýggju umstøðurnar. Men tá ið vit hava vant okkum við tað, so verður tað munandi lættari, sigur Rói Matras Absalonsen.
Tólmenni mjólkar
Neytini ganga leys inni í fjósinum. Tá ið tey skulu mjólka, fara tey gjøgnum eitt portur. Teldan avlesur út frá kips’inum í oyranum, hvussu long tíð er gingin, síðani tann einstaka kúgvin seinast mjólkaði. Um tað er langt síðani seinast, fer portrið inn til mjólkimaskinuna upp. Um ikki, so fer portrið upp til básarnar.
Tá ið kúgvin gongur inn í rúmið, har tað verður mjólkað, fær hon kraftfóður at eta, útroknað í mun til stødd, og hvussu nógv hon mjólkar. Teldan roknar út, hvussu nógv tann einstaka kúgvin skal fáa. Tólmenni vaskar júgurið á kúnni, áðrenn tað setur slangur upp undir tær fýra boppurnar, og mjólkin fer gjøgnum slangurnar út í stóra tangan. Á telduskerminum sæst, hvussu nógv væntað verður, at tann einstaka kúgvin mjólkar, hvussu nógv hvør boppa í veruleikanum mjólkar, umframt at ymiskt annað verður skrásett.
Tá ið liðugt er at mjólka, verður júgurið reinsað við jodi. Eisini tað orðnar tólmennið. Tað tekur umleið seks til sjey minuttum at mjólka og kúgvin fer víðari. Næsta kúgvin í røðini fer so til mjólkingina.
Ymiskt er, hvussu nógv ein kúgv mjólkar um døgnið.
– Tær, sum mjólka mest, mjólka góðar 50 litur um dagin, sigur Nils Absalonsen.
– Hjá okkum ræður ikki um at hava so nógvar kýr sum møguligt, men heldur, hvussu nógva mjólk vit fáa burturúr, sigur Rói Matras Absalonsen.
##med3##
Automatiskt
Eitt tólmenni reinsar básarnar nakrar ferðir um dagin. Køsturin er undir fjósinum, og mykjan verður pumpað í tangar og klárt er at koyra út aftur á bøin.
Í nýggja fjósinum eru fýra stórir súrhoyggjabrunnar. Bøndurnir siga seg hava nóg mikið av bøi og hoyggi til at fóðra øllum 120 neytunum.
Kýr av Kambsdali og Øravík
Fyrstu kýrnar, sum eru komnar inn í fjósið á Viðareiði, koma av Kambsdali og Øravík. Teir tríggir bøndurnir hava keypt mjólkakvoturnar á hesum støðunum. Kýrnar vórðu koyrdar í stórum lastbilum til Viðareiðis. Fyrstu komu leygardagin í næstsíðstu viku, og so komu tær so við og við. Hósdagin í síðstu viku vóru allar 59 komnar.
– Hesar kýrnar mjólka ikki so nógv nú fyrstu dagarnar, bæði tí at tær eru fluttar, og tí at tær skulu venja seg við nýggju umstøðurnar. Men um eina ella tvær vikur, fara tær óivað at mjólka meira, sigur Rói Absalonsen.
Meðan Sosialurin er á vitjan, er ymiskt hvussu nógv tær mjólka. Frá seks upp til 16 litrar.
– Tað kann vera ymiskt, hvussu langt síðani tað er, at ein kúgv seinast hevur mjólkað, og tí kann eisini vera ymiskt, hvussu nógv hon mjólkar. Tað eru 16 tímar síðani seinasta, at tann, ið mjólkaði 16 litrar, mjólkaði. Hesar kýrnar eru vanar við at verða mjólkaðar tvær ferðir um dagin, men kanska verður tað oftari í framtíðini, sigur Nils Absalonsen.
Frá hinum nýmótans fjósunum í landinum hava teir fingið at vita, at í miðal mjólkar ein kúgv 2,5 ferðir um døgnið.
##med4##
50 neyt afturat
Higartil er bara helvtin at nýggja fjósinum tikið í nýtslu. Hin parturin er ikki liðugur enn, men arbeitt verður í fullari fer at gera alt klárt. Fleiri arbeiðsmenn er í gongd, og sambært bóndunum, verður tann parturin liðugur í januar komandi ár.
– Tað verður so mikið liðugt, at vit kunnu taka básarnar í nýtslu í januar, og tá fara restina av kýrnum inn í nýggja fjósið, sigur Nils Absalonsen.
Teir hava keypt mjólkikvotu av Oyrareingjum, og hagani koma 20 neyt. 30 av neytunum, ið skulu inn afturat, standa á bási í gamla fjósinum hjá Niels Absalonsen, sum er beint við síðuna av nýggja fjósinum. Í fyrsta umfari fara teir at hava 110 neyt í januar, men nøkur ungneyt koma eisini so við og við, til teir fara at hava 120 neyt
Næstan ongantíð havt feriu
Gamla fjósið er 39 ára gamalt.
– Arbeiðsumstøðurnar verða nakrar heilt aðrar í nýggja fjósinum. Í gamla fjósinum havi eg mjólkað við røranleggi. Seks kýr verða mjólkaðar í senn, tvær ferðir um dagin. Men hóast bara ein verður mjólkað í senn í nýggja fjósinum er tað munandi lættari.
– Sum bóndi hava eg næstan ongantíð havt nakra feriu. Eg havi altíð verið bundin at fjósinum. Eg havi verið nakrar heilt, heilt fáar feriur, har vit hava verið onkrastaðni sum familja saman. Men tær feriurnar eru fáar, sigur Nils Absalonsen.
Ætlanin er, at gamla fjósið nú skal nýtast til ungneyt.
Vaktarskipan
Teir tríggir bøndurnir hava ikki enn skipað seg í vaktum.
– Vit vilja hava alt at koyra fyrst. Tá ið øll neytini eru komin inn í fjósið og bæði tey og vit hava vant okkum við umstøðurnar, so fara vit at skipa okkum í vaktum. Higartil hava vit allir verið her mest sum allatíðina, sigur Rói Matras Absalonsen.
Síðani teir keyptu mjólkakvoturnar á Kambsdali og í Øravík, hava teir passa neytini á hesum støðum. Teir hava eisini fingið onkran at hjálpt sær við hesi uppgávuni.
20 milliónir
Í løgan hjá teimum trimum bóndunum í nýggja fjósið er 20 milliónir krónur. Tað er fíggjað gjøgnum Búnaðargrunnin. Teir hava eina kvotu uppá 1 millión litur um árið.
– Vit vóna, at tað verður skjótt, at vit koma upp á okkara kvoto, so skuldi tað gingið, sigur Rói Matras Absalonsen.
Og teir hava góða vónir um at náa málinum.
– Eg vildi, at vit skuldu fáa øll neytini inn so skjótt sum møguligt, og ikki byrja spakuligt. Í januar vera øll 120 neytini komin í fjósið, og so skuldi tað koyrt, sigur Nils Absalonsen.
Lánini, teir hava, skulu rindast aftur yvir 15 og 20 ár.