hava verið skiftisnæmingar fyrr, siga, at tveir teir seinastu mánaðirnir eru teir bestu, og eg skuldi júst fara undir teir. Men nú verður tað av ongum, fortelur Katrin Johannessen. Innibyrgd í eina viku [...] Johannessen frá. Ætlar sær aftur til Meksiko Nú er Katrin Johannessen heima í Føroyum, og er við at venja seg við eina vanliga føroyska bygdartilveru í Hósvík, har hon nú býr. Men einaferð um ikki so leingi ætlar [...] tey (danska kontórið hjá AFS, blm.) og søgdu: Pakka taskuna og sig farvæl, tí tú skal heim so skjótt vit hava fingið billett til tín. Eg gjørdi sjálvandi sum tey søgdu, og fríggjadagin var eg heima í Føroyum
Eitt dømi um hetta sóu vit fyri nøkrum vikum síðani, tá tíðindi bórust um, at fyrra ABC-samgongan hevði givið skattalættar fyri 382 mió. krónur. Manipulering Søgan byrjar við, at Høgni Hoydal setir Jóannesi [...] kostað 240 mió. árliga hjá landskassanum, og at fullveldissamgongan gav eins stórar skattalættar. Men nú hevur Fíggjarmálaráðið svarað einum fyrispurningi hjá Høgna Hoydal, har tað verður staðfest, at kostnaðurin [...] kostaði landskassanum og kommunukassunum 382 mió. krónur tilsamans. Umaftur og umaftur Tá ósannindini eru søgd einaferð, ræður um at fáa onkran annan at endurtaka tað sama, og tann parturin eydnast væl. Tórbjørn
sum ganga undir heitinum útisetar, eru av góðum grundum farin uppaftur longur burtur frá teimum "gomlu" føroysku matvanunum. Ræstar greipur, garnatálg og spik eru ikki at finna í kølidiskunum í Bilka [...] garnatálgina av. Vandin fyri at fáa karm av at reinsa skarngarnarnar er heldur ikki tann sami í dag, nú flestu skarngarnarnar enda í einum ruskposa ella í einari bingju. Spikið hevur hóast alt tosið um kyksilvur [...] kortini eyðsýnt, at fólk settu sær fyri at fáa mettuna. Fiskurin vísti seg at vera óføra góður. Hann var nú ikki føroyskur, men felagið hevði fingið hann frá onkrum sjómanni í Hanstholm, sum hevði ræsað hann
hevði dysturin alstóran týdning í oddastríðnum, har GÍ og B36 kapprenna um fremsta sessin, nú fýra umfør eru eftir at leika í bestu deildini. Opin dystur Fyrstu løtuna av dystinum var tað tó líkt til, [...] dømdur fyri at skumpa pólverjan í ryggin, soleiðis at vágbingar nú eisini fingu loyvi at royna seg úr 11 metrum. Sum skilst úr Gøtu, so eru fólk ymisk á máli um, hvussu rættvíst hetta seinna brotssparkið [...] Tað skal tó leggjast afturat, at enn er hetta heldur ikki meira enn leysasøgur. Sunnukvøldið hittu vit formannin í GÍ, Svenn Olsen, á máli, og hann segði seg einki kenna til, at Krzyztof skal spæla við
gjørt burturúr kappingini, eitt nú er serlig heimasíða gjørd til tiltakið, www.talvkapping.subnet.dk/, har møguligt er at tekna seg, umframt fleiri aðrar upplýsingar eru um kappingina. Ein kann eisini tekna [...] hesum døgum í Keypmannahavn, og hjá teimum flestu hevur hilnast óføra væl. Sjey av ellivu umførum eru leikt í tí siðvandu talvkappingini, har heili átjan stórmeistarar, og fleiri altjóða meistarar í ár [...] skrivar Ólavur Simonsen um føroysku gongdina. Finnbjørn legði bestur út Longu í fyrsta umfari fingu vit eitt óvæntað føroyskt úrslit tá Finnbjørn ikki gjørdi mætari enn at vinna á tí sera rutineraða og sterka
ómetaliga nógv at siga fyri hana. ? Eg havi ongantíð í lívinum fingið so nógva uppmerksomheit sum nú, og øll eru so glað, tá tey hitta meg. Og tað dámar mær væl, sigur hon. Eisini heldur hon, at orsakað av [...] henda keðilig ella ræðulig ting. Soleiðis er lívið, og tað kunna vit ikki skána tey fyri. Her hugsi eg um sjúku, deyða og onnur ting, men vit kunna vera har og hjálpa teimum, sigur Angela Petersen. Dreymur [...] henni, men sum hon elskar. ? Mær dámar betur børn enn vaksin fólk. Børn siga tað, sum tað er, tey eru so erlig, og ikki at gloyma, tey hava góðtikið meg, sum eg eri, sigur Angela. Happað smágenta Angela
ringum huga. - Eg havi fingið sera góðan stuðul heimanífrá. Hóast vit fingu børn, høvdu handil, høvdu kríatúr og maðurin var sjúkur, so ótu vit kortini altíð døgurða sunnudag!, sigur hon brosandi. Í góðari [...] Viðareiði: - Ja, eg havi altíð havt gleði av at spæla til gudstænastur, sigur Gudrid, sum nú er farin um tey 75 árini. Tað gjørdi hon eisini ein sunnumorgun í apríl mánaði, tá Sosialurin var til gudstænastu [...] treða urguna. - Hugurin at spæla hevur altíð verið góður. Og tað er hann enn, hóast fingrarnir ikki eru eins fimir í spælinum í dag, sum teir vóru áður, sigur hon. Tá hon byrjaði at spæla á Viðareiði á sinni
millum ljós og myrkur kenna vit.. Munurin er tann, at ljósið er drúgvari á sumrið enn á hávetri, ella at myrkrið er drúgvari á hávetrið enn á hásumrið. Men úr øllum hesum meldri eru orðini úr Gamla Testamenti: [...] dagur tín er, skal styrki tín verða. Ljós og myrkur berjast uttanfyri og innast í hugfari tínum. Her eru lunnbøtur og lunnar, sum tíðum slítast av inn- og útsúði av kveistrandi sálardráttum í sjóðandi alduspæli [...] ókunnugan heim hjá teimum flestu børnunum í Fuglafirði. Sjálvandi var Randi ein av teimum og eisini vit onnur, sum sótu og lýddu á. Randisa vindur feyk eisini í mannasinninum. So misjavnt og ójavnt.. Sum
gerðabøkurnar eru nakað fyri seg og stuttligar at hyggja í. Í onkrum av teim fyrstu eru enntá myndir frá ymsum hendingum, so sum fundum ella hugnaløtum við framførslum, smáleikum. Dagbøkurnar eru sum heild [...] drívmegi í 35 ár. Men tað eru nakrar, sum hann heldur eiga at koma fram í ljósmála, tað eru tær sonevndu "bingokonurnar", sum við bingotiltøkum muna væl í rakstrinum. Tær eru Ásgerð Steenberg, Marjun Midjord [...] gerðabøkurnar hesi árini síðani 1968. Ella longur aftur. Til eru nevniliga brot úr dagbókini frá 1940 hjá Thulesen presti og gamlar myndir eru eisini til skjals. Ein sannur gloypibiti hjá honum, sum ætlar
ein leitar eftir. FarGen verkætlanin er nógv meir umfatandi og víðfevnd. Her eru nógv øki, sum ikki eru nøktandi lýst, eitt nú hvussu við børnum og ungum, arvafrøðiliga vegleiðing, umsiting av hesi vitan [...] THS (talgildu heilsuskipanina), sum er journalin hjá hvørjum einkultum. Hetta er so ætlanin, at eitt nú kommunulæknin skal hava atgongd til umframt at ymiskar verkætlanir skulu kunnu biða um atgongd. Um [...] er ógreitt. Kjak fyri innbodnum Tað er eyðsæð, at hetta kann fáa umfatandi avleiðingar, og at her eru nógvir etiskir og moralskir spurningar, sum hava verið fráverandi í einum fráverandi almennum kjakið