spurningin, men eg haldi, at talan er um eina virðiliga loysn, sum vit væl kunnu liva við. Eg eri vegna embætið hjá mær glaður um, at skrúðgongan er ein symbolsk staðfesting av, at tingárið byrjar í kirkjuni [...] so long. Nú verður hon styttri, og so kann eg ímynda mær, at tað, um eg so má siga, verður rudduligari. Bispur sigur, at tað verður roknað við, at allir prestarnir møta upp til skrúðgonguna: ? Prestarnir [...] tí ættarliðnum av prestum, sum fór niður at lesa, tá kríggið var av. Prestarnir, sum eru farnir frá, eru vælkomnir at taka lut í skrúðgonguni. Teir plaga at ganga aftastir. Í ár prædikar Andreas Andreasen
við at koma í rasshaft av sakini hjá John Petersen. Løgmaður førir fram at hann hevur ongar reglur at halda seg til viðvíkjandi gegni hjá landsstýrisfólki. Her er óneyðugt við reglum. Hyggja vit at teimum [...] ri og skal út eftir syrgja fyri, at vit verða umboðað so væl og rudduligt sum gjørligt. Hann átti at vita at Føroya fólk - tey 99,9% straffríu - ongan áhuga hava í at verða umboðaði í stóru verð av fólki [...] hava tað álit á løgmanni at hann skilir hettar. Sostatt eigur hann eisini at skilja at vit eru ímóti gegnisreglum fyri landsstýrisfólk. Her er upp til løgmann og ongan annan at finna landsstýrismanning
góð, tí at politiið her fær fráboðan um allar flestu tilburðir í ferðsluni og skrivar frágreiðing um teir. Enn eru vit tó ikki komin har til, at vit fáa fulla nyttu av hesum upplýsingum og at ein skipað [...] árliga, ber m.a. til at síggja, hvar á landssvegunum í Føroyum ferðsluvanlukkur henda. Men, sum nevnt í byrjanini er tað serliga í bygdum øki, at ferðsluvanlukkur henda m.a. tí, at her er eisini hin mesta [...] Undirritaði er ikki vitandi um, at nøkur kommuna í Føroyum ger skipaða nýtslu av hagtølum, fyri at finna fram til støð í ferðsluumhvørvinum, sum eru serliga vandamikil, og at henda vitan verður nýtt í ti
longu eitt sindur síðani, at tað fór at ljóða, at teir skulu fáa tveir spælarar úr Brasilia í somu sending, sum toftamenn fáa sínar spælarar, og nú tykist, at teir endiliga fara at fáa bilbukt við tørvin [...] neyðloysn, at teir, sum á landsliðnum í fjør mannaðu vongverjan í vinstru og eitt miðvallarpláss, á GÍ liðnum vóru so frammarlaga. Eftir at tað leygardagin gjørdist greitt, at tað verður loyvt at hava upp [...] , sum í fyrraárið boðaði frá, at hann ætlaði ikki at spæla í fjør. Hann var kortini bara burturfrá seks teir fyrstu landskappingardystirnar, og vit hava frætt úr Gøtu, at hann hevur verið við í venjingini
fyri at enda á 2. plássinum? Hadzibegic: Fyri at siga tað sum tað er, so hava úrslitini í hinum undandystunum ikki givið okkum grund til at siga, at vit eru betri enn hini liðini, og nóg illa til at vit [...] rætti. Eg eri fegin um at siga, at viðurskiftini millum meg og spælararnar eru góð, og at atmosferan í hópinum nú er nógv betri. Viðvíkjandi avrikunum og úrslitunum haldi eg, at liðið kann megna meir. [...] Sosialurin: Fert tú at taka somu avgerð sum Keegan? Hadzibegic (flennir): Um eg hevði fingið tað sama sum hann í pengum, hevði eg ikki ivast. Men skemt til síðis. Tað eru tvey ting í sambandi við at halda fram
Tað hevur verið bundið at s´torum útreiðslum at latið P/f Trygd byrjað av nýggjum, og væntandi er, at felagið enn eina tíð kemur at hava hall. Tað er eisini við hesum í huga, at Føroya Banki hevur hildið [...] Føroyum. Tað er neyvan ov nógv sagt, at felagið - lítið sum tað er - er vorðið marknaðarleiðandi. Í Trygd vóna tey, at tryggingartakararnir fara at løna hesum stigi við at stuðla P/F Trygd. Bara Trygd kann [...] hildið tað verið náttúrligt at latið bankan yvirtikið allan partapeningin í P/F Trygd. Trygd, sum varð sett á stovn í 1932, misti í sambandi við tryggingarmonopolið í 1943 rættin at tekna nýggjar tryggingar
grundútbúgvingina, fyri at luttaka, og skeiðið er førleikagevandi soleiðis, at ein kann søkja sær víðari útbúgving hjá Beredskabsstyrelsen. 13 tøl Peter Seloy, branmeistari, fegnast um, at teir nú hava lokið [...] Teir rudda ikki. Kvinnur hava tað nokk meira so, at ein er ikki liðugur at eta, fyrr enn ein hevur vaskað upp, heldur Petur Seloy, sum tó leggur dent á, at Senøva skal á ongan háttvera vaskikona. - Men á [...] Seloy sigur, at Senøva er ikki tikin inn, bert tí hon er kvinna. Fleiri útveljingar vóru og hon gekk aftur alla tíðina, eftir at sáldað var frá. Hon hevði eisini tikið stóra koyrikortið, fyri at hava møguleika
Fríðriksson, sum er bangin fyri, at fólk skulu fáa fatan av, at kirkjuráðnini í Eysturoynni halda aftur við at lata presti pening. - Kirkjuráðini hava týðuliga og greitt sagt, at eg skal siga frá, hvat mær tørvar [...] sóknarpresturi kærdi seg um, at kirkjuráðið er so pírið við hann. Hvat ósemjan í veruleikan bygir á, fæst ikki at vita. Í seinastu viku segði Niels Pauli Danielsen við Norðlýsið, at kirkjuráðið ikki vil játta [...] játta honum skrivstovuútgerð, sum hann tí noyðist at gjalda sjálvur. Tað heldur Niels Pauli Danielsen vera órímiligt, og hann veit, at aðrir prestar fáa skrivstovuútgerð goldna av sínum kirkjuráðum. Í N
í Føroyum at snúgva seg um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Tað fer at snúgva seg um ríkisfelagsskapin, um heimastýrislógina, um álitið millum báðar partanar. Summir fara at siga, at nú skal gerast [...] aðrir vilja siga, at nú skal loysast, meðan aðrir fara at siga, at als einki skal gerast. Hetta er boðið hjá Jóannes Eidesgaard upp á, hvat eitt møguligt fólkatingsvalstríð í Føroyum fer at snúgva seg um. [...] havi fyrr sagt, at tað er neyðugt, at vit ikki síggja burtur frá tí trupulleikanum, sum er í løtuni. Hetta havi eg eisini sagt við Poul Nyrup Rasmussen í brævi. Hetta rokni eg við, at hann vil gera nakað
sigur við Sosialin um úrslitið av samráðnum, at meirluti í nevndini samdust um at senda løgmálráðnum og donsku stjórnini skriv, har harðliga verður funnist at handfaringini av málinum um kanningarnevndina [...] búskaparnevndini heldur, at tað er átaluvert, at bæði skrivarin og formaðurin í kanningarnevndini hava havt fleiri mál fyri Den Danske Bank, meðan nevndin hevur arbeitt,. Tað er álvarsligt, at hesi viðurskifti [...] aftur. Hann helt ikki, at málið var so álvarsligt, at tænastumannakanning var neyðug. - Mikudagin komandi verður fundur aftur í politisku búskaparnevndini, og tá fer nevndin at skriva stjórnini bræv, sum