at hava verið við til at gjørt ella spælt inn? ? Teir eru ikki so nógvir í tali. Eg plagi at verða skotin við sanginum Gimsteinur Mín, men hann er nú ikki so galin... Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð [...] Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? ? Ja, vit høvdu eitt orgul í stovuni, og eg lærdi meg eisini at spæla eitt sindur uppá tað, men tað førdi ikki til tað stóra. Spælir tú nakað ljóðføri? ? Gittar til [...] Hvør er tín yndisfløga? ? Eg havi ikki nakra ávísa. Men fløgur, sum eg havi havt stóra gleði av, eru til dømis Slippery When Wet hjá Bon Jovi, Frændur 2, This is my Truth hjá Manic Street Preachers og
at bæði talurnar og viðmerkingarnar til tey stóru orðaskiftini helst fara at gerast enn fleiri, nú vit eru í seinastu tingsetu í hesum valskeiðinum, sigur Finnbogi Ísakson, tingformaður. Hann væntar ikki [...] vera hóskiligt, steðgað øllum viðmerkingum fyri dagin. Viðmerkingarnar gerast fleiri Viðmerkingar eru nýggjar í løgtinginum. Tá nýggj stýrisskipanarlóg varð samtykt fyri sjey árum síðan, ásetti tingið
minnisyrking og Hanus Kamban hevði fyrilestur um lív og skaldskap Martin Joensens. Listastevnan tekur nú við og Hanus Kamban fer at halda fyrilestur á Listastevnuni um Martin Joensen, sum er ein av týðandi [...] veruleikan. Samtíðina. Lýsur slupptíðina út í æsir, eins og bygdalív, vinnulív. Persónslýsingarnar eru framúr eins og lýsingarnar av samveruni manna millum. Tá Fiskimenn kom út skrivaðu William Heinesen [...] Jacobsen sigur í Varðanum 1978: Søgur Martins lýsa ofta fólk, sum frá føðingini og kringumstøðunum eru sett at liva á lívsins skuggasíðu. Skaldskapurin Hjá Martin Joensen vísir okkum ymsu eginleikarnar
alment partafelag. Harumframt eru nógv starvsfólkaviðurskifti, ið skulu fáast uppá pláss. Í seinastuni hevur verið upp á tal, at Postverkið skal selja bygningin á Argjum, og eitt nú hevur Tórshavnar Býráð sýnt [...] milliónir krónur fyri at roknistykkið í fíggjarætlanini hjá stovninum næsta ár skal ganga upp. Hetta eru pengarnir, sum Vinnumálaráðið játtaði stovninum í fíggjarlógaruppskotinum, men sum síðan vóru strikaðir [...] um at strika peningin, og tí vænti eg eisini, at hann setur peningin aftur á fíggjarlógina, røkka vit ikki málinum at umskipa Postverkið, sigur Bjarni Djurholm. Bjarni Djurholm hevur fleiri ferðir ført
tykkara hyggjarum nakað? - Ja partvís, onkrir av bókunum líkjast teimum, sum vanliga eru at síggja í Boogie, men her eru eisini nakrir, sum man als ikki sær. Eg haldi sjálvur, at tónleikurin til Prix finaluna [...] sendur til Føroya, men tí tað snøgt sagt lá verri fyri hjá hinum enn hjá honum. Tónleikurin ov harður Vit hittu hann til arbeiðis í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið, beint eftir at kvøldsins klimaks var farið [...] soleiðis vera við í úttøkuni til Starfighters kappingina. Føroyskir bólkar kunnu eisini luttaka, men nú skal berast skjótt at, tí freistin at senda demofløgu inn er 1. mai. Einasta treyt fyri luttøku er
sjálvstýrisspurningar ella sambandsspurningar. Tað vilja tí altíð vera nøkur øki við ósemjum, tí flokkar eru í prinsippinum dundrandi ósamdir um hesi økini. Men nøkur av hesum málunum mugu loysast. Tú kanst ikki [...] Føroyum í mun til flest onnur lond. Tí hevur tvær dimensiónir: høgra-vinstra og loysing-samband. -Vit fáa ikki hasi viðurskiftini uppá pláss, fyrr enn man hevur fingið greiðu á spurninginum um loysing [...] samband. Harafturímóti kanst tú reka høgra og vinstrapolitikk eins og aðrastaðni. Blussið skrúvað niður Nú løgmaður hevur skrivað út val verður eingin tingfundur. Ikki tí at skipanin ikki loyvir tí. Hvørki
kom eg í politiskt illveður, og nú eri eg so sjálvur vorðin ársins neyðrakett. ? Men hetta tiltakið er bara skemtiligt. Slíkt, haldi eg, skal eisini til í potlikki. Vit politikarar skulu ikki bert vera [...] á Dimmalætting, fyrrapartin í gjár alment gav landsstýrismanninum hetta heitið. Klárt á odda Tað eru lesararnir hjá Dimmalætting, sum millum seks aðrar kandidatar hava kosið Tórbjørn Jacobsen at vera [...] neyðrakett. Og stórur munur er á atkvøðutalinum hjá Tórbjørn Jacobsen og hinum seks. Heilar 492 atkvøður eru ímillum vinnaran, sum fekk 632 atkvøður, og nummar tvey, Óla Jacobsen, sum fekk 140 atkvøður. Til
Føroyum. At Føroyar eisini hava avtalu við Noreg hevur týdning niðanfyri, tá vit skulu rokna avreiðingarvirði. Á myndini niðanfyri eru tonsini sett upp fyri botnfiskin, sum Føroyar hava fingið (íroknað rækjur) [...] størri enn kvoturnar, sum Føroyar hava fingið afturfyri, men fiskasløgini, ið Føroyar fáa frá Russlandi eru dýrari. Tað vísir innlit, sum in.fo hevur fingið í eina greining, sum Løgmansskrivstovan lat gera til [...] síðstu viku, har evnið var, um Føroyar skulu fara til Samráðingar við Russland um nýggjan sáttmála, nú Russlandi er í kríggi í Ukraina. Hóast in.fo hevur fingið innlit í uppritið, so er talan um avmarkað
enn eitt ár síðan, at sáttmálarnir hjá Maskinmeistarafelagnum við land og kommunur gingu út, men enn eru samráðingar um nýggjar sáttmálar ikki av álvara farnar í gongd. Tað er als ikki í lagi, heldur Arnfinn [...] Fíggjarmálaráðnum hevur einfalt ikki neyðugu orkuna at samráðast. - Tað er gott at skylda upp á, at nú er tað verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum er orsøkin, men tá eg hyggi aftureftir, hvussu [...] krøv til nýggjar sáttmálar fyri Strandfaraskip Landsins, Havstovuna og Vørn. Til teirra fyrimun Enn eru tó ongar veruligar samráðingar farnar í gongd. Ein samráðingarfundur skuldi vera mikudagin 25. oktober
eldhuga, bæði fyri at røkja sjálvt formanssessin og fyri at tryggja at flokkurin flytir seg framá. Vit eru øll menniskju, og longri tíðarskeið við stórari ábyrgd kunnu troytta okkum, tá ein støðugt stendur [...] Tjóðveldi og fullveldisrørslan eru á einum vegamóti, har nýggjar leiðir og týdningarmiklar avgerðir skulu takast. Høgni Hoydal hevur verið ein týðandi leiðari, ið hevur sett fullveldi aftur á dagsskrá [...] dagsskrá, og tryggjað einari kós móti størri sjálvbjargni fyri land, fólk og vinnu. Nú er tørvur á at endurhugsa og miðsavna flokkin fyri at skapa eina breiða undirtøku fyri fullveldishugsjónini. Høgni Hoydal