Tingmenn tosa ov nógv

Tingmenn tosa ofta nakað nógv, og týsdagin brúkti tingformaðurin fyri fyrstu ferð heimild sína til at stytta um talutíðina fyri viðmerkingar hjá tingmonnum. - Tingmenn uppfata ov ofta eina viðmerking sum ein kjans at halda eina lítla talu, heldur tingformaðurin

 

? Tá tað tríggjar ferðir á rað kom fyri, at viðmerkingarnar til eina talu uppá 5 minuttir samanlagt tóku 12 minuttir, so helt eg tíðina vera komna til at gera okkurt. Slíkt er eftir mínum tykki ikki ætlanin við skipanini við viðmerkingum, og tí stytti eg tær, sigur Finnbogi Ísakson, tingformaður.

 

Seinnapartin týsdagin boðaði hann tingmonnunum frá, at hann ætlaði at fáa orðaskiftið um ólavsøkurøðu løgmans liðugt sama kvøld, og at hann av teirri grund bert fór at loyva viðmerkjarum ein minutt á røðarapallinum.

 

Um tað var hetta, sum gjørdi munin, er ikki greitt, men í hvussu er minkaði talið á viðmerkingum, og seinni um kvøldið kundi løgtingsformaðurin enda orðaskifti um røðu løgmans, sum tá hevði vart í samfullar tríggjar dagar.

 

 

 

Heimild úr tingskipanini

 

Hetta var fyrstu ferð tingformaðurin brúkti heimild sína úr tingskipanini at stytta talutíðina til viðmerkingar.

 

Í tingskipanini, grein 69 stk. 4, stendur, at tingformaðurin kann geva tingmanni orðið til stuttar viðmerkingar, sum ikki mugu vera meir enn tveir minuttir langar.

 

? Tá tingskipanin sigur, at hesar viðmerkingar ikki kunnu vera meir enn tveir minuttir langar, so kann tingformaður eisini siga, at tær ikki skulu vera meir enn ein minut, um hann heldur tað vera hóskiligt, heldur Finnbogi Ísakson.

 

 

 

Ikki rætt til at viðmerkja

 

Eftir tingskipanini hevur eingin tingmaður rætt til viðmerkingar. Tað stendur greit í grein 69 í tingskipanini, at tingformaðurin kann, »...í føri hann heldur tað vera hóskiligt, geva løgtingsmonnum orðið at seta fram stuttar viðmerkingar, sum ikki mugu vera longri enn 2 minuttir...«.

 

Soleiðis kundi løgtingsformaðurin eisini, um hann helt tað vera hóskiligt, steðgað øllum viðmerkingum fyri dagin.

 

 

 

Viðmerkingarnar gerast fleiri

 

Viðmerkingar eru nýggjar í løgtinginum. Tá nýggj stýrisskipanarlóg varð samtykt fyri sjey árum síðan, ásetti tingið eisini nýggja tingskipan, sum lat møguleikan upp fyri viðmerkingum, sum tingformaðurin kann geva tingmonnum loyvi til at bera fram.

 

? Tað hava verið øgiliga nógvar viðmerkingar hesi seinastu árini, síðan nýggja tingskipanin gav tingmonnum møguleika at gera viðmerkingar til hvønn annan á hendan hátt. Og eg rokni við, at bæði talurnar og viðmerkingarnar til tey stóru orðaskiftini helst fara at gerast enn fleiri, nú vit eru í seinastu tingsetu í hesum valskeiðinum, sigur Finnbogi Ísakson, tingformaður.

 

Hann væntar ikki, at hann hevur brúkt heimild sína til at stytta viðmerkingartíðina fyri seinastu ferð.

 

 

 

Onkur mótmælti

 

Tingformaðurin heldur ikki, at tað var nakar trupulleiki hjá tingmonnum at fáa sagt tað, teir vildu, eftir at viðmerkingarnar vórðu styttar niður til ein minutt.

 

? Eg haldi, at ein minuttur er altíð nóg mikið til eina vipmerking, um tingmenn uppfata tað sum eina viðmerking. Men tingmenn uppfata ikki altíð eina viðmerking sum eina viðmerking. Teir uppfata tað ov ofta sum at fáa kjansin til at halda eina stutta talu í tveir minuttir, og fara ofta út um tíðina, heldur tingformaðurin.

 

Onkur einstakur tingmaður fanst at løgtingsformanninum fyri at hava stytt talutíðina, men tingformaðurin metir, at flestu tingmenn hildu tað vera í lagi.

 

Út á seinnapartin og kvøldið týsdagin, fækkaðust viðmerkingarnar, og tað sama gjørdu talurnar, tí tingmenn byrjaðu at troyttast. Og sambært tingformanninum tóku fleiri tingmenn seg av aftur talaralistanum tá leið út ímóti kvøldið. Tað hevði við sær, at møguligt var at fáa ein enda á orðaskiftinum um ólavsøkurøðu løgmans týskvøldið.