Nakað herfyri var hátíðarhald í Sandvík í samband við, at 100 ár vóru liðin síðani Martin Joensen var føddur. Martin var úr Sandvík og starvaðist eisini sum lærari har, til hann seinni fór at starvast á Tvøroyri.
Við hátíðarhaldið í Sandvík las Álvur Enni, lærari, ein fyrilestur, sum pápi hansara, Johs. Enni, hevði um skaldið fyri eini 20 árum síðani. Steinbjørn B. Jacobsen, skald og bygdamaður Martins, las minnisyrking og Hanus Kamban hevði fyrilestur um lív og skaldskap Martin Joensens.
Listastevnan tekur nú við og Hanus Kamban fer at halda fyrilestur á Listastevnuni um Martin Joensen, sum er ein av týðandi varðunum í føroyskum skaldskapi.
Eikin í skaldaskógvi okkara
Við hesum orðum mintist Petur M. Dam Martin Joensen í minningarorðunum um høvundan. Teir báðir vóru vinmenn og vinalag var húsana millum, tá Martin kom at starvast á Tvøroyri.
Í fyrilestrinum hjá Hanusi Kamban verður greitt frá høvundans uppvøkstri og andaligu fyritreytum. Verk verða umrødd og komið verður inn á persónslýsing, bygnað, málburð og samfelagslýsing og mun í stíli millum tær báðar bøkurnar Fiskimenn og Tað Lýsir á Landi.
Greitt verður frá hansara politisku og samfelagsligu áksoðan og hugsanum um mentan, átrúnað og mentanarpolitikk og einstaklingar, sum teir komu til sjóndar í hansara virki sum blaðstjóri og blaðmaður. Martin var eitt skifti blaðstjóri á Sosialinum.
Mannakennari
Hóast Martin ikki gav so nógvar bøkur út, so er tað, ið út er komið, alt varðar í okkara skaldskapi. Og føroyskir skúlanæmingar kenna allir skaldskapin. Við teimum báðum skaldsøgunum Fiskimenn og tað lýsir á Landi, vann Martin Joensen sær sess millum fremstu høvundar í okkara ungu bókmentasøgu.
Hann heldur seg til veruleikan. Samtíðina. Lýsur slupptíðina út í æsir, eins og bygdalív, vinnulív. Persónslýsingarnar eru framúr eins og lýsingarnar av samveruni manna millum.
Tá Fiskimenn kom út skrivaðu William Heinesen og Heðin Brú í viðurkennandi ummæli m.a., at "Martin Joensen er psykolog?". Og teir ráða fólki til at lesa søguna, sum teir meta gløgga og sera beinrakna. Sum bert ein mannakennari kann gera tað.
Skuggasíðan
Steinbjørn B. Jacobsen sigur í Varðanum 1978: Søgur Martins lýsa ofta fólk, sum frá føðingini og kringumstøðunum eru sett at liva á lívsins skuggasíðu.
Skaldskapurin Hjá Martin Joensen vísir okkum ymsu eginleikarnar hjá okkum menniskjum.
Heðin Brú sigur m.a. í fororðinum til "Klokkan Ringir": Beint sum Martin fór at royna seg sum søguskrivari, var tað eyðsýnt, at her var ein pennur, sum var út yvir tað vanliga. Hann lýsti fyndugari og sá gjøllari enn vit onnur. Málbrúk hansara skar í tann líkasæla lesaran og fekk hann at siga fyri munni sínum: Aha, soleiðis skal tað sigast.
Fyrilesturin um Martin Joensen verður í Norðurlandahúsinum mánadagin tann 12. august.
Stutt um Martin Joensen
Martin Joensen føddur 19. apríl 1902, í Sandvík. Giftur Linu Bjørgheim úr Havn.
Læraraprógv 1926, lærari á Økrum, Víkarbyrgi, Sandvík og Tvøroyri (1944-64).
Skrivaði greinar og stuttsøgur í bløð og tíðarrit og barnasøgur í barnabøkur og bløð.
Útgávur.
1946: Fiskimenn (skaldsøga)
1949: Útrák (stuttsøgur)
1952: Tað lýsir á landi (skaldsøga)
1962: Klokkan ringir (stuttsøgur)
1977: Heimadoktarin (stuttsøgur)
1977: Gamli maðurin og varðin (stuttsøgur)
1962: Heiðursløn M.A. Jacobsens fyri Klokkan ringir, Tað lýsir á landi, Útrák og Fiskimenn.
Martin Joensen andaðist 25. desember 1966.