Vinnarin av Prix Føroyum, Gestir, fer beinleiðis víðari til kappingina Starfighters á Skanderborg festivalinum í august í ár, har hann kemur at kappast ímóti donskum bólkum um høvuðvinningin, sum í hesi kappingini er ein plátusáttmáli.
Í tí sambandi valdi ungdómssendingin Boogie hjá DR1, ið saman við Danmarks Radio útvarpsstøðini P3 skipar fyri Starfighters kappingini, at senda ein av sínum studievertum til Føroya saman við einum sjónvarpsliði.
At tað bleiv Mikkel og ikki ein av hinum trimum vertunum komst ikki av at hann úttrykkiliga bað um at verða sendur til Føroya, men tí tað snøgt sagt lá verri fyri hjá hinum enn hjá honum.
Tónleikurin ov harður
Vit hittu hann til arbeiðis í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið, beint eftir at kvøldsins klimaks var farið framvið.
Sigur tónleikurin í Prix finaluni tykkara hyggjarum nakað?
- Ja partvís, onkrir av bókunum líkjast teimum, sum vanliga eru at síggja í Boogie, men her eru eisini nakrir, sum man als ikki sær. Eg haldi sjálvur, at tónleikurin til Prix finaluna sum heild helst er eitt sindur ov harður og rockutur, til at tey fimtan til fimmogtjúgu ára gomlu í Danmark eta hann ráðan.
Mugu syngja á enskum
Hvussu fer tónleikurin hjá Prix vinnarunum, Gestir, at rigga sum Boogie innihald?
- Tað fer í hvussu er at skilja seg burturúr mongdini, av tí at teir syngja á føroyskum. Men teir spæla væl. Eg haldi at nakrir av hinum bólkunum gingu ov høgt uppí at gera sínum vinum niðri í salinum eftir vild. Vinnararnir kláraðu at gera øllum eftir vild, bæði áhoyrarunum í salinum og sjónvarpshyggjarunum. So eg haldi, at tað var uppiborið, at Gestir vunnu.
Plátusáttmáli er gularót
Starfighters kappingin, sum Gestir hava tryggjað sær luttøku í við at vinna Prix Føroyar, verður ein kapping millum tólv bólkar. Boogie og útvarpsstøðin P3 hava bjóðað bólkum um alt Danmark at senda eina demofløgu inn og soleiðis vera við í úttøkuni til Starfighters kappingina.
Føroyskir bólkar kunnu eisini luttaka, men nú skal berast skjótt at, tí freistin at senda demofløgu inn er 1. mai. Einasta treyt fyri luttøku er, at bólkarnir ikki hava givið fløgu út.
Undan kappingini skulu allir bólkar skriva undir ein bindandi sáttmála við pláturfelagið Starfighter Records. Sáttmálin bindur vinnandi bólkin til at útgeva fyrstu fløgu sína ígjøgnum Starfighter Records.
Mugu syngja á enskum
Um Gestir klára seg væl og vinna kappingina, kann tað lata nógvar hurðar upp, eisini uttan fyri Danmark.
Spurdur um hann heldur at Gestir hava møguleika at klára seg uttanlands, er Mikkel Herforth er rættiliga varin.
- Tað er ringt at siga. Tað fer nokk at valdast um málið, vætni eg. Á Skanderborg festivalinum verður føroyska málið kanska ein fyrimunur. Við at syngja á føroyskum hava Gestir eitt sereyðkenni, sum fær teir at taka seg burturúr rúgvuni av bólkum. Men skulu teir longur út í heimin enn Danmark, mugu teir nokk byrja at syngja á enskum, heldur Mikkel, sum umframt at røkja sítt arbeiði eisini hevur havt tíð at verið úti og hugt at náttarlívinum í Havnini. Eitt náttarlív, sum ikki hevur nakað ímóti at hava upplivað, men sum hann leygarkvøldið viðgekk, at hann ikki fer at sakna stórliga
Gleðir tú teg at fara heim í morgin?
Ja, eitt sindur. Tað má eg viðganga.