stóru gongini. Hvørki næmingar ella lærarar. Sum vit nærkast smíðstovuni skilja vit hví: Allir teir seks næmingarnir standa so konsentreraðir við borðini og hava sítt at takast við hesa løtuna. Her er ikki [...] næmingarnir høvdu, tá vit vitjaðu Oyndarfjarðar skúla fyrrapartin í gjár. Øll vóru tey í gongd við ymisk smíðarbeiði. Eliesar hevði tvær ætlanir sum hann ætlaði at fremja fyrst. Tá hann var liðugur við [...] fyri smíði og handalag hansara kemur ikki av ongum. Faðirin má onkursvegna hava lagt honum og eldra beiggjanum lag á! - Og tá eg eri liðugur við tað, so fari eg eisini at skifta mastrina út. Hon er eitt
við, tá ið EB/Streymur í morgin fer at vitja við Løkin. Í NSÍ hava teir tær seinastu vikurnar kent seg at hava knívin á strúpanum. Tað siga teir seg eisini hava hesa ferð, men teir siga seg hava gott mót [...] og í báðum førunum eru teir farnir til hús aftur við 2-2. Í EB/Streymi er sjálvsálitið í toppi, eftir at teir næstsíðsta leygardag sendu meistararnar í HB til hús aftur við 4-0 tapi. Hetta hevði við sær [...] Martin Joensen eru ikki tøkir. Teir eru báðir skaddir. Venjingarnar hjá EB/Streymi hava ikki verið merktar av, at spælarar hava verið burturi frá í landsliðsørindum. Felagið eigur framvegis til góða, at ein
Jan Højgaard, og at hann og hansara fakfelag ikki hava uppdagað, at hetta hevur verið galdandi praksis síðani hálvfjerðsini. Í hálvferðsjunum høvdu vit heldur onga javnstøðulóg, líka løn var ikki fyri [...] so mikið sum at hugsa. Í øllum førum hugsa tey ikki fyri lønina. Tey áttu kanska at verið send til hús – og láglønt fólk, sum heldur ikki duga at hugs, sett ístaðin at trýsta á »forward-knøttin« í Vin [...] fyri kvinnur og menn og alt møguligt annað var øðrvísi tá. Trupulleikin við slíkum endurgjaldi er tíbetur ikki hvønndagskostur og tí heldur ikki at trupulleiki í tí dagliga hjá Fiskimannafelagnum
Dagfinnur Danbjørg ----- Seinastu 20 árini hava vit ferð eftir ferð sæð teir stóru sleppa snikkaleysar undan fíggjarligum kriminaliteti. Í 90'unum - eftir at landið varð koyrt á húsagang orsaka av umfatandi [...] fyri straf, tí - sum rættarskipanin fasthelt, so høvdu øll havt kunnleiki til fíggjarsvindilin, og tá politiska skipanin bygdi á kollektiva ábyrgd, so kundi ongin einstakur ábyrgdast. Er tað ikki ein heilt [...] viðførdi eitt arbeiðsloysi upp á uml. 25 % og noyddi uml. 7000 fólk av landinum, meðan mong misti hús og heim og vórðu sett í botnleysa skuld? Hví sluppu brotsmenninir? Hevði rættarskipanin longu frá byrjanini
gjørdist Ísrael ein statur aftur. Tjóðirnar rundan um teir hava alt síðani roynt at fáa teir burtur aftur haðani, men tað fer ikki at eydnast. Vit hava jú sæð, at Gud hevur ásett dag til dóm yvir henda heim [...] tanum á døgum Uzziasar judakongs. Tá skal HARRIN Gud mín koma - og øll hini heiløgu við tær. Zacharias endar við einum øðiligum dómi yvir heidningatjóðirnar, ið hava barst við Jérúsalem. Síðani sigur hann [...] halda leyvsalahøgtíðina. Ja ein undurfull tið fyri allar tjóðir, tá ið Gud sjálvur tekur valdið á jørðini. Esaias sigur tað soleiðis: Tá skal úlvurin búgva saman við lambinum, og leopardurin liggja hjá
tú frelstur, hevur tú vent við frá tí skeivu leið, sum bæði tú og eg hava gingið frá barni av. Eru syndir tínar fyrigivnar? Vit hava nú hugt at, hvat profetarnir siga um dómin yvir hendan heim. Jesus sigur [...] kom Ezekiel eitt sindur inn á heidningatjóðirnar. Men Ezekiel kemur eisini, eins og hinir báðir, vit hava nevnt, nógv inn á heidningatjóðirnar. Eins og hinir talar hann dóm yvir tær. Í tríatiáttanda og [...] teir, men Harrin grípur tá inn og frelsir Ísrael og heldur ein alvorligan dóm yvir heidningatjóðunum. Í tjúguáttanda kapitli stendur hetta: So sigur Harrin HARRIN: Táið Eg savni hús Ísraels frá tjóðunum,
Jeremias profeti, sum vit just nú eru komin til í hesum blaðgreinum, kunnu vit í tríatisætta kapitli lesa meiri nágreiniliga, hvussu skriftirnar eru komnar fram. Jeremias livdi um ta tíðina, tá ið Judaríki gekk [...] svaraði:”Hann segði mær alt hetta fyri, og eg skrivaði tað við blekki í bókina.” Her kunnu vit siga, at vit hava eitt líti modell av, hvussu skriftirnar eru vorðnar til. Tað, sum síðani hendi var, at Jójakim [...] orðini, ið Harrin hevði talað til hansara. Síðani bað Jeremias Baruk fara í hús Harrans og lesa úr bókrulluni fyri fólkinum. Tá ið høvdingar Ísraels hoyrdu tað, sum í bókrulluni stóð, vóru teir ræðsluslignir
fara avstað og siga: "Komið, latið okkum fara niðan á fjall HARRANS, til hús Jákups Guds, so Hann kann læra okkum leiðir Sínar, og vit kunnu ganga á gøtum Hansara!" Tí av Zion skal ganga út opinbering, og [...] Ezekiel og Dániel, hesir verða vanliga kallaðir teir fýra stóru profetarnir. Síðani koma teir, sum vit kalla teir smáu, Hoseas til Malakias. Teir eru tólv. Tilsaman eru teir sostatt sekstan. Allir siga [...] til teirra. So at siga, at bíblian er ein bók skrivað av monnum um Gud er at gera teir, sum skrivað hava hana til lygnarar, og harvið verður Gud sjálvur gjørdur til ein lygnara. Lat okkum hyggja eitt sindur
hildið boðið, og tí skuldi jørðin hava frið á annan hátt, og tað gjørdi Gud, tá ið hann lat bábelskong reka ísraelsfólk úr landinum. Longu í triðju Mósebók stendur hetta: Tá skal landið fáa sabbatsár síni [...] kunnugt, undir rómverjaríkinum. Ezra bók sigur frá um, tá ið Judamenn fóru heimaftur, og um tá ið templið varð bygt, og Nehmiasar bók sigur frá um, tá ið múrarnir vóru reistir aftur um Jerúsalem. Í báðum [...] øll ríki á jørðini, og Hann hevur álagt mær at byggja Sær hús í Jerúsalem í Juda. Hvør tann av tykkum, ið hoyrir til fólk Hansara, við honum veri HARRIN Gud hansara, hann kann fara hagar!" 2. Krøn. 36, 22-23
okkara býttu loysnir, sum menniskju. Vit kunnu ongum hjálpa, tá ið um so álvarslig mál ræður. Ikki eg og ikki tú, vit standa hjálparleys. Men vit hava tó eina loysn, sum vit kunnu brúka við dirvi. Bíblian, [...] svarið til heimsins stóru neyð” syngja vit. Bíblian sigur okkum viðurskiftini, sum tey eru, hon kávar ikki útyvir nakað. Vit hava nú farið ígjøgnum skriftirnar og hava lisið nógv um dóm, men eisini um lyftini [...] hana, sum nakað gott er ræðuligt. Tá ið so fylgjurnar koma, so verður tosað um, hvussu vandamálini skulu loysast, og loysnirnar eru bæði tápuligar og ræðandi. Hvar enda vit. At spæla við hesi viðurskifti