Í 1948 gjørdist Ísrael ein statur aftur. Tjóðirnar rundan um teir hava alt síðani roynt at fáa teir burtur aftur haðani, men tað fer ikki at eydnast. Vit hava jú sæð, at Gud hevur ásett dag til dóm yvir henda heim, men hevur lovað Ísrael signing og frelsu í allar ævir. Har verður tó eitt øðiligt ragnarrok, áðrenn Kristus tekur valdið og frelsir tey endaliga. Fúrtanndi kapitul, í hesi bókini, sigur frá hesum.
Áttandi kapitul talar um signingar Ísraels í komandi døgum, sum eisini skal gera , at heidningatjóðirnar søkja Gud. Nýggjundi kapitul talar um dóm yvir nøkur fólkasløg og um signingar á døgum Messiasar. Tíggjundi kap. talar eisini um at koma heimaftur, og um at heidningatjóðirnar falla. Ellivti kap. um ringa tilgongd undir óndum leiðarum.
Tólvti kap. sigur, at Harrin skal sora makt heidninga og frelsa Júresalem. Hús Dávids, og tey sum í Jerúsalem búgva, viðurkenna at Jesus frá Nazaret er teirra Messias, v.10. Landið skal syrgja í álvara. Í trettanda og fjúrtanda kap. profeterar Zacharias um Messias og signingarnar á tíð hansara. Henda tíð er ein sera álvarslig tíð, og synd verður als ikki told. Her verður peika á Hirðan, Jesus Kristus, sum skal sláast 13,7, og enn ein øðilig roynd stendur Ísrael fyri,13,8-9.
Síðani kemur profeturin inn á síðstu trongd Jerúsalems og dag Harrans, sum so nógvir av hinum nevna um. Zaccharias sigur í 14,2, at Harrin skal savna allar tjóðir til hernað móti Jerúsalem, býurin skal verða tikin, og har verður ein ræðulig støða. Men fíggindar Ísraels fáa ikki sín vilja. Harrin minnist lyfti sítt til Ábraham og øll lyftini hann hevur givið. Tá er tað, Harrin grípur inn og kemur sjálvur niður á jørðina og frelsir sítt neyðstadda fólk. Kap. 14, 4 sigur tað soleiðis:
Tann dag skulu føtur Hansara standa á Oljufjallinum, ið er beint yvir av Jerúsalem, eystanfyri; Oljufjallið skal klovna mitt tvørtur av, úr eystri í vestur, so har verður stórur dalur, við tað at onnur helvtin av fjallinum víkur norðureftir, og hin helvtin suðureftir.
Tit skulu flýggja til dalin millum fjøll Míni; tí dalurin millum fjøllini skal náa líka til Azel; tit skulu flýggja, sum tit flýddu undan jarðskjálvtanum á døgum Uzziasar judakongs. Tá skal HARRIN Gud mín koma - og øll hini heiløgu við tær.
Zacharias endar við einum øðiligum dómi yvir heidningatjóðirnar, ið hava barst við Jérúsalem. Síðani sigur hann, at Jerúsalem verður ein tilbiðingarstaður har eisini tey , sum eftir eru av tjóðunum ið herjaðu á Jerúsalem skulu koma og halda leyvsalahøgtíðina.
Ja ein undurfull tið fyri allar tjóðir, tá ið Gud sjálvur tekur valdið á jørðini. Esaias sigur tað soleiðis:
Tá skal úlvurin búgva saman við lambinum, og leopardurin liggja hjá geitarlambinum; kálvurin, ungleyvan og feitineytini skulu ganga saman, og smádrongur skal reka tey.
Kúgv og bjørn skulu liggja saman og eta; kálvurin og bjarnarungin skulu liggja lið um lið; og leyvan skal eta hálm sum neyt.
Bróstabarnið skal spæla sær við holu høggormsins, og barnið, sum nýliga er lagt av brósti, skal rætta út hondina yvir reiður eiturormsins.
Eingin skal gera nakað ilt, og eingin skal forkoma nøkrum, á øllum heilaga fjalli Mínum; tí jørðin skal vera full av kunnskapi um HARRAN, eins og vatnið fjalir havsbotnin.
Tann dag skulu heidningarnir leita til rótkvist Ísais, ið stendur sum hermerki tjóðanna, og bústaður Hansara skal vera dýrd.
Framhald.