Bæði flóvisligt og pínligt

Í einum uppskoti til kunn­gerð um endurgjald til mann­ing á skipum skýtur Vinnu­mál­a­ráðið upp, at mun­ur verður gjørdur á fólki. Ein skipari, sum til døm­is missir sína farteldu, tá farm­a­skip søkkur, skal hava dup­ult so stórt endurgjald fyri telduna, sum dekkarin. Skip­ar­in er hægri løntur enn dekk­ar, tí er hann meira verd­ur og skal hava hægri end­urgjald er aðaltátturin í upp­skotinum, sum herfyri varð sent til hoyringar.

Um tað so er fyri at fylgja yv­­ir­­skip­aða politiska enda­mál­­i­­num hjá samgonguni skal ­ikki verða sagt – og tað hevði eisini verið óreint at pá­staðið tað.

Tvørturímóti skyldast hetta, at høgt lønt fólk sita í Vinnu­málaráðnum og fo­r­worda danska kunngerðir til Før­oyar uttan so mikið sum at hugsa. Í øllum førum hugsa tey ikki fyri lønina. Tey áttu kanska at verið send til hús – og lág­lønt fólk, sum heldur ikki duga at hugs, sett ístaðin at trýsta á »forward-knøttin« í Vinnu­mál­a­ráð­num.

Og lítið mansligt er tað av vinnu­mál­a­ráð­harranum at skjóta eftir Jan Højgaard, og at hann og hansara fakfelag ikki hava uppdagað, at hetta hev­ur verið galdandi praksis síð­ani hálvfjerðsini.

Í hálvferðsjunum høvdu vit held­ur onga javnstøðulóg, líka løn var ikki fyri kvinnur og menn og alt møguligt ann­að var øðrvísi tá.

Trupulleikin við slíkum end­ur­gjaldi er tíbetur ikki hvønn­dags­kost­ur og tí held­ur ikki at trupulleiki í tí dagliga hjá Fiski­mannafelagnum.

Men at fólkini í Vinnu­mál­a­­ráð­­­num ikki duga at hugsa, tað er eitt stórt problem. Eitt sera stórt problem. Tað er stór van­æru­lig skomm, at eitt slíkt upp­skot kem­ur úr Vinnu­­mál­­a­­ráð­num, sum bein­leiðis mæl­ir til mann­a­mun – at tey á nið­astu rók­u­num skulu hava lægri end­ur­gjald enn tey á ov­astu rók­u­num.
Hetta er so út av lagi táp­u­ligt, at lands­stýr­is­mað­ur­in átti at kropið til kossin og bið­­ið um almenna umbering fyri vánaligt lógarhandverk í Vinn­u­málaráðnum.

– So vit gera sum Jan Høj­gaard og geva Vinn­u­mál­a­ráð­­num botn­karakter!

Hatta var flóvisligt og pín­­l­­igt og tíverri eisini av­dúk­andi, Johan Dahl...