hoyrir man í sangunum hjá honum. So tað er nokk so hugnaligt at sita og lurta eftir tónleikinum hjá honum, tá man er í somu støðu. Teitur hevur leingi verið ein stjørna í Føroyum og er tað eisini í USA nú [...] dagin. Eg kom so heim og fór at kanna teldupostin. Fann eitt bræv, sum pápi mín hevði sent mær, har hann fortaldi at Teitur skuldi spæla í Columbus, Ohio. Tað tekur bara umleið ein tíma at koyra til Columbus [...] Kirstin Joensen, skiftisnæmingur í Coshocton, Ohio i USA ????? Tað var týsdagur 19. oktober. Hevði havt ein vanligan dag í skúlanum. Gingið og runnið aftur og fram millum flokkarnar og tosað amerikanskt
her Vesturið í Bø. Tað hevur altíð verið sera gott grannalag Vesturi í Bø, har ein hevur gingið inn til hvønn annan til barnaføðingardagar og annað. Ikki gloyma tíðina í Sjagagarði ella í Gjógvará, har [...] árini við opnum hjørtum, bæði tá í føstulávintshald var, ella tá 3. jólakvøld var hildið við manér í Sumba. Sama var galdandi tá ein yvirnáttaði hjá systrini Tove og Eyðólvi í Øravík, tá eingin fartur var [...] hann var saman við pápa mínum við Jógvan á Gørðunum í 60'unum. Teir vóru eisini skyldmenn. Nú eru báðir farnir, og tað tynnist í mannaskara Vesturi í Bø, men soleiðis er lívið eisini, og lívið gongur eisini
har hann var í tvey ár. Hugur hansara stóð til at koma inn á Kunstakademiet í Keypmannahavn, men tað vildi pápin ikki. Tingakrossur skrivaði í minningarorðum um Jógvan, at tað var nógv í hansara lyndi [...] enn teir flestu. Gjørdist lærari í Havn Í samband við, at Jógvan Waagstein gjørdist 70 ár, stutt áðrenn hann doyði, greiddi hann í Dimmalætting eitt sindur frá sínum lívi: Í 1902 gjørdist eg annarlærari [...] lærari við læraraskúlan í songteknikki, tekning og orgulspæli. Í Havnar skúla vóru mínar aðallærugreinir sangur og tekning, og vóru hetta lærugreinir, sum høvdu mín størsta áhuga. Í 1908 tók eg stóra or
førdi. Í 1906 tók hann skiparaprógv hjá Hans Djurholm á Glyvrum og í 1908 førdi hann sluppina Prosperous í Havn. 22 ára gamal keypti hann í 1908 triðingin í sluppini Orion, sum Sofus Evensen í Havn átti [...] haldi, at hetta hevur verið nakað samstundis, sum omma Kristian í faðirættini tænti har. Ein gomul kona í Havn, Dora, sum búði í Kilarkanalini í grannalagnum hjá Ólastovu, umrøddi ommu fleiri ferðir sum eina [...] hetta í rættlag aftur. Hon doyði, tá ið eg var 20 ára gomul. Dansihøgtíðir Tað vóru fastar dansihøgtíðir, sum skiftu millum bygdirnar. Tær vóru nýggjár í Lamba, trettandi í Rituvík, kyndilsmessa í Gøtu
so høgar, at tú ivast í, um tað ber til at flyta seg í teimum. Minnir meg um, tá eg skinklandi fór omaneftir Tinghúsvegnum í heimasmíðaðum stúltum. (Pápi mín var so stak fittur í hondunum). Tað var ikki [...] spurningurin millum kvinnur í hesum døgum. Tú ert ikki ordiliga við í tí nýggjasta, um tú ikki rennur og rennur í røttum renniskóm, sum eru seymaðir til júst títt fótablað, og ert í “tights” sum eru alvorliga [...] setir hendurnar í gólvið og lyftir teg uppfrá eitt sindur og ætlar tær at síggja tærnar, skalt tú ikki vænta at síggja tær! Skunda tær bara aftur í vidundrið og dyl sum mansmorð J. Í hesum krímtíðum verður
eingin flogvøllur í Føroyum. Veðrið var av tí fagrasta. Næmingarnir í realskúlanum fingu loyvi at fara út á molan at síggja krígsskip og armeraðar trolarar, ið lógu uppankraði innarlaga í Nólsoyarfirði. (Ein [...] ein bumbuflúgvari, smíðaðir í Týsklandi, í Føroya søgu.) Frá krígsskipunum, tað størsta var krússarin Suffolk, vórðu umleið 250 servandir hermenn – Royal Marines – fergaðir í land »úti á kaiini« við armeraðum [...] trolarunum, Lincoln City, varð søktur á Vestaruvág av einum týskum flúgvara í februar 1941, og 8 av manningini doyðu. Smíðaðir til Onglands í Týsklandi og goldnir við sápu, Sunlight soap, vórðu hesir trolarar
seinni lærugreinar á VUC (Voksen Uddannelse Center). Í Danmark fekk eg góð úrslit, eitt nú 11 í enskum og 9 í rokning. Hetta lyfti undir miðaltalið í mínum prógvum. Tá eg søkti á skiparaskúla, læt eg inn [...] Danielsen? - Eg fór fyrsta túr við Nærabergi í mai mánað ár 2000. Pápabeiggi mín, sum hevði verið við Skálabergi, sigldi við Nærabergi sum kokkur, og pápi mín hevði eisini verið umborð sum hjálparkokkur [...] giftust í november í 2008, vóru vit eisini saman við Thomasi Nygaard og Stapanum, og eg kann siga, at tað var Kristian, ið lærdi meg upp. Eg kann siga, at eg soleiðis forelskaði meg í sjónum og manni í senn
var ein túr í Tivoli í Keypmannahavn. Teitur ímyndar sær tilveruna sæð gjøgnum eyguni á manninum, ið situr inni í lítla húsinum í miðjuni og stýrir karrusellini. Men livdi Teitur í Havn frá miðskeiðis [...] teir í tali, og allir fóru í senn upp á karrusellina. Tá vildi hon ikki meir. Onkur ásur brotnaði ella bognaði, og eingin karrusell fór aftur at mala í Havn. – Eg haldi ikki, at pápi legði nakað í tað. [...] var hann fiskimaður og sigldi nógv við Klæminti í Syðradali. Miðskeiðis í tjúgunum er hann og vitjar systrina, sum býr í Keypmannahavn. Tey eru ein túr í Tivoli og verða, eins og Teitur varð tað nógv
Umleið 20.000 orð eru í orðabókini, og frá september í 2018 til november í 2019 hevur hon týtt øll orðini. Síðani er rættlisið, og í dag verður orðabókin almenn á Sprotanum. Framløga er í Grønlendingahúsinum [...] lætt, sigur Elin Neshamar. Í skúla í Føroyum Tá ið Elin Neshamar var 15 ára gomul, flutti hon til Føroya at ganga 9. og 10 flokk í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík. – Mamma og pápi høvdu tosað føroyskt við [...] bæði í Grønlandi og í Føroyum. Eg havi eitt bein í hvørjum stað. Eg havi síðstu tíðina lisið eitt sindur um evnið, og tað hevur hjálpt at síggja, at eg eri ikki tann einasti persónurin, ið standi í hesi
túrin, og tað eri eg klárur til. Men annars var mín seinasti túrur í oktober mánaði í ár. Kundarnir hjá mær í Føroyum vildu tó ikki siga farvæl til mín. Teir søgdu bara »vit síggjast«, fortelur Erling [...] Lydersen hevur síðani november mánaða í 1960 arbeitt hjá Braun í Danmark. Hann hevur verið við til at byggja fyritøkuna upp frá ongum og til tað, hon er í dag. 9. juni í ár fekk hann sekkin, og fyri einum [...] ársbyrjan í ár var Braun lagt saman við Gillette, sum hevur átt Braun síðani 1967. Nýggj leiðsla kom í Danmark, sum nú hýsir høvuðsskrivstovuni hjá nýggja Gillette Group í Norðurlondum. Og 9. juni í ár hevði