ÓLAVSØKUFRÍGGJ Í KARRUSELLINI HJÁ CHRISTIAN MARTINI

KARRUSELL: Elsta privata filmsrulla, sum er funnin í sambandi við filmsinnsavningina til Føroyskar Søgur, er ein 35 mm filmsrulla, ið Ránnvá Olsen í Havn hevur arvað eftir lang­abba­beiggja sín Ingvald Olsen. Á fantastisku filmsrulluni eru millum annað upptøkur av kongsvitjanini í 1926, fótbóltsdysti millum TB og HB á Sevmýri, og so eitt filmskut av einari karrusell, ið melur so lystiliga í einum garði í Havn. Hetta er søgan um karrusellina hjá Christian Martini Rubeksen

»I run the carousel with horses and tinkerbell (eg stýri karrusellini við hestum og tokum),« syng­ur Teitur á lagnum »I Run The Carousel« á fløguni »Staying Under The Stars« frá 2006. Íblás­turin til lagið fekk Teitur, tá hann var ein túr í Tivoli í Keyp­mannahavn. Teitur ímyndar sær til­ver­­una sæð gjøg­num eyguni á manninum, ið sit­ur inni í lítla húsinum í miðjuni og stýrir karru­sellini.

Men livdi Teitur í Havn frá miðskeiðis í 1920unum og fram til miðskeiðis í tríatiárunum, so hevði hann ikki havt fyri neyðini at farið so langt sum til Keyp­mannahavnar at fáa íblástur til heimskenda og sera væl umtókta lag sítt. Hann kundi bara spákað sær ein túr oman á Ingutrøð við Sjónleikarhúsið og eyg­leitt snotiligu karrusell­ina hjá Christian Martini Rubek­sen, ið mól so lysti­liga í hava hansara hvønn sunnudagin klokkan 16.

»Karrusel til salg«

Karrusellin hjá Christian Martini melur aftur í ein minutt á nýggju filmsfløguni (DVDini) »Føroyskar Søgar«. Upptøkurnar av henni komu undan kavi á elstu privatu filmsrullu, ið er funnin í Føroyum: Ein 35 mm rulla, ið Rannvá Olsen í Havn hevur arvað eftir langabbabeiggjan Ingvald Olsen.

Sjálvt hjá okkum, sum liva í dag, kennist tað ótrúligt, bæði at tað vóru vanligir føroyingar, ið filmaðu við 35 mm upptøkutólum miðskeiðis í tjúgunum. Og ikki minni, at tað mól ein rættilig tivolikarrusell í Havn um hetta mundið.

Christian Martin hjá Mouritsi í Havn kendu fólk flest, tí hann var skipari á »Streymi« og seinni »Sig­mundi« hjá Mjólkaforsýningini, ið førdu farm og fólk kring oyggjarnar. Á sínum yngru árum var hann fiskimaður og sigldi nógv við Klæminti í Syðra­­dali.

Miðskeiðis í tjúgunum er hann og vitjar systr­ina, sum býr í Keypmannahavn. Tey eru ein túr í Tivoli og verða, eins og Teitur varð tað nógv ár seinni, bergtikin av karrusellini og fara at práta um, at tað hevði verið stuttligt hjá børnunum, um ein karrusell var í Havn.

Frá tanka til veruleika

Heimafturkomin hevur Christian Martin óivað sagt frá tí, tey høvdu sæð í Tivoli, men ikki gjørt stórvegis meira við tankan um eina karrusell í Havn – ikki fyrr enn eitt fjarrit kemur úr Keyp­mannahavn, og hann vaknar við kaldan dreym.

– Pápi bleiv heldur skakkur og heitur um skallan, tá hann fekk eitt fjarrit frá fastur, har tað stutt og greitt stóð: »KARRUSEL ER TIL SALG,« greiðir sonur Christian Martin, 83 ára gamli Ejler Rubeksen, livandi frá. Hann er tann einasti av teimum trimum synunum hjá Christian Martini, ið enn er á lívi.

Systirin hevði óivað havt góðan hug á hesi væl­­­signaðu karrusell, sum tey kundu keypa brúkta, men Christian Martin hevði onga ætlan um at keypa nakra karrusell ella at gera nakran handil.

– Ikki minni skakkur varð hann tískil, tá hann fáar dagar seinni fær enn eitt fjarrit, ið stutt og greitt sigur: »ER KØBT!« leggur Ejler afturat og brestur útúr at flenna.

Kendi seg sum ein gud

Um Christian Martin vildi tað ella ei, so kom karrusellin til Føroya við skonnartini »Rosen­hjem«, ið Kvívíks-Tummas førdi. Hetta var umleið 1925 sambært privatu endurminningunum hjá yngsta soninum hjá Christian Martini, Mourits Rubeksen, ið andaðist í 2006..

Karrusellin var týsk og brúkt, men í fínasta standi. Hon varð drivin við streymi, men tá í tíðini var streymveitingini rættiliga óstøðug í Havnini, so oftani var streymurin burtur, og so bleiv karrusellin snarað við handamegi. Á henni vóru tveir fílar, tvær leyvur, tveir tikarar, seks súkkl­­ur í gomlum sniði við einum stórum fram­hjóli og einum lítlum afturhjóli, og so vóru einar seks stórar sletur at tí slagi, sum í goml­um døgum blivu spentar fastar í ross um veturin.

Karrusellin var skrýdd við øllum møguligum glitri, eitt nú glasperlum í alskyns litum, og í erva var floyal, sum eisini var skrýtt við perlum. Tón­leikurin kom úr einum lírukassa, ið hevði ymisk løg, veljast kundi ímillum. Tey eru, sum enn minn­ast dragandi ljómanina úr lírukassanum, tá hann spældi »Åh, Eva, vil du gifte dig med mig, så køber jeg en dobbelt seng og deler den med dig«. Tiltikið er, at í lágætt hoyrdu tey ljóman úr lírukassanum heilt til Kaldbaks!

– Jú, tað er rætt, at tað var ein øgiligur gangur av lírukassanum. Mamma ynskti veruliga karru­sell­ina hagar piparið grør, tí hon stóð jú í hava­num hjá okkum, beint undir køksglugganum, greiðir Ejler Rubeksen óargaligur frá og fer at flenna.

Tømdu býin fyri tveyoyru

Fritleif í Mattalág og Ewald Kjølbro, ið gingu á sjó­mans­skúla, vóru karrusellførarar og treystu og sterku dragararnir, tá streymurin hvarv. Tá ferð kom á, var frøi á børnunum.

Ymsar munnu søgurnar vera um hesa karrusell, sum kom til landið. Tað var sera forkunnugt hjá fólki at síggja hesa ævintýrligu karrusell við øllum hugsandi stórdjórasløgum, so einki er at siga til, at børnini flokkaðust í garðinum hjá Christian Martini á Ingutrøð. Rigmor Restorff minnist karrusellina í bókini »Meðan løtur líða 3« eftir Marionnu Debes Dahl:

»Eg minnist karrusellina hjá Christian Martini – Harragud, sum tað var eitt upplivilsi, altso. Tað var sanniliga ein flott karrusell – har vóru bæði hestar og løvur, súkklur og sletur, ja alt møguligt. Mann føldi seg, sum mann var ein Adonis, tá mann sat í henni. Eg haldi, at tað kostaði 25 oyru ein túrur. Altso, sum eg spelaði út við varu, út á Argir og niðan á Landavegin og oman í Rættará at fáa pengar at sleppa í karrusellina hjá Christian Martini. Tann eina dagin hevði eg koyrt so nógv, at eg spýði. Eg haldi, at eg hevði koyrt einar tíggju túrar. Tá slapp eg ikki aftur í karusell í eina heila viku. Men tað var mín egna skyld, eingin bað meg vera so býtta.«

Tað verður sagt, at eina ólavsøku var einki eittoyra ella tveyoyra eftir í býnum, tí øll vóru tey brúkt upp á karrusellina. Og um kvøldið, tá Christian Martin hevði stongt og koyrt presend­ingina oman­yvir, sníktu tey ungu seg inn undir presendingina og fingu sær eitt ólavsøkufríggj.

Ringar í sjónum

Sum so mangan fekk eisini hesin leikur bráðan enda, og sum so mangan vóru tað norðmenn, ið spiltu spælið. Miðskeiðis í tríatiárunum vitjaðu norskir skótar í Føroyum. Eisini teir vildu royna karrusellina, 30 vóru teir í tali, og allir fóru í senn upp á karrusellina. Tá vildi hon ikki meir. Onkur ásur brotnaði ella bognaði, og eingin karrusell fór aftur at mala í Havn.

– Eg haldi ikki, at pápi legði nakað í tað. Hann var troyttur av at reka karrusellina. Mamma var bein­leiðis hjartans fegin um tað, ið hendi, stað­festir Ejler Rubeksen læandi.

Tá karrusellin var steðgað med alla, spjaddist tilfarið úr henni kring býin, áðrenn hon at enda varð høgd niður. Karruselldjórini vórðu skift í ymsar ættir. Dreingirnir hjá Christian Martini, ið vóru tríggir í tali, fingu hvør sín hest, somuleiðis Georg, bróðirin, sum búði í Tróndargøtu. Tann hest­urin endaði í Bergen, hagar Georg flutti við húski eftir kríggið í 1945. Tá sjónleikir vórðu fram­­førdir í Losjuni í Havn, var pallurin vakurt skrýddur við reyðum floyal og glitrandi baldýring frá karrusellini. Og børnini, sum búðu í Ingutrøð, fingu hvør sína floytu úr lírukassa­num. Søgur gingu um hvøllu floytuljómanina úr Ingutrøð.

Tey, ið vilja uppliva eitt lítið petti av hesi legendar­isku karrusell, kunnu støkka inn á gólvið í Miðla­húsi­num í Vágsbotni. Leyvan, sum stendur á trappuni í Miðlahúsinum í Vágsbotni, er somu­leiðis ein av ævintýrlutunum úr karrusellini hjá Christian Martini. Hana eiga synirnir hjá Williami Heinesen. Hon prýddi eisini trappurnar, bæði tá Zacharias Heinesen og Valdemar Lützen handl­aðu í søguliga húsinum í Vágsbotni.

 

Uni L. Hansen

 

Keldur:

»Karusellin hjá Christian Martini Rubeksen«, Sosialurin, 15. apríl 2005

»Meðan løtur líða 3«, Marianna Debes Dahl, Fannir 2002

Privatar endurminningar eftir Mourits Rubeksen (1927-2006)