Eg kom eisini at hava til arbeiðis at ansa eftir børnum hjá fólki, og gisti eg tá hjá teimum. Fyrstu ferð var eg 8 ára gomul. Men mær longdist so illa heim aftur.
Tað bøtti ikki um, at í onkrum føri var konan í húsinum so lítið við hús. Eina ferð tímdi eg ikki hetta longur. Eg gav barninum at eta, skifti á tí og legði tað at sova, og so stakk eg bara av heim til okkara. Eg roknaði við, at mamman fór at vera við hús aftur, áðrenn barnið vaknaði.
Mamma og omma skiltu meg væl men hildu, at eg skuldi ikki verið farin, áðrenn mamma kom heim aftur.
Nakrar dagar seinni kom konan og kærdi seg fyri mammu um mín atburð, og kravdi at eg skuldi koma aftur til hennara. Men hon fekk als ikki mammu at geva sær viðhald í tí.
At fáa samsýning fyri slíkar beinar kom ikki uppá tal. Hetta var ein beini, sum ættarfólk veittu hvørjum øðrum.
Vanlukku jólaknetti
Eg minnist eisini abba mín á Skála Hans Peter Johannesen, sum var kongsbóndi á Berjarheygnum. Hann var ein vakur maður, dimmur og hevði myrkt hár og skegg.
Hann druknaði tollaksmessudag, tá ið eg var 6 ára gomul. Tá í tíðini var tað vanligt at hava knettir til døgurða jólaaftan. Fyri at fáa feskan fisk til knettini fór abbi sjálvur annar at seta línu á Skálafjørðinum. Meðan teir drógu línuna kom ein hvirla, og hon koppaði bátinum. Abbi, sum dró, gjørdist fastur í línuni og fór til botns. Maðurin, sum sat við árarnar, kom uppá kjøl. Abbi flotnaði upp aftur, men tá var hann druknaður. Hetta gjørdist eini sera syrgilig jól fyri okkum øllum og ikki minst fyri ommu mína, Rakul.
Men hon var eitt av hesum sjáldsomu menniskjum, sum tók sína lagnu, sorg og gleði, sum hon kom.
Omma var bóndadóttir úr Mittúni á Selatrað. Hon var lítil og kløn, ljóshærd og sera vøkur. Hon hevði sum ung tænt hjá amtmanninum Pløyen. Eg haldi, at hetta hevur verið nakað samstundis, sum omma Kristian í faðirættini tænti har.
Ein gomul kona í Havn, Dora, sum búði í Kilarkanalini í grannalagnum hjá Ólastovu, umrøddi ommu fleiri ferðir sum eina ta vakrastu kvinnu, sum eyguni kundu síggja. Ljóshærd, blá eygu, reyðar kjálkar, smidlig og so vøkur í allar mátar, at øll varnaðust tað.
Omma kom at sita einkja í fleiri ár og skuldi passa hús og jørð.
Hon átti tveir beiggjar við breki. Johannes hevði klumpfót á báðum fótum, og var tí ikki so arbeiðsførur. Poul hevði klumpfót á øðrum fótinum. Men hann fór burtur á ungum árum. Evensen próstur sendi hann til Danmarkar í apotekaralæru. Hann hevði varnast, at Poul hevði sera góð evni. Tí helt prósturin, at hann skuldi fáa eina útbúgving, har hansara brek ikki darvaði hann.
Eg hevði eisini ein fjórða mammubeiggja, Peter Jacob. Hann var giftur og fluttur heimanifrá, tá ið abbi druknaði. Hann búði á Ytra Skála, og hann gjørdist 99 ára gamal.
Eg plagdi eisini at vitja ommu, og hon vitjaði eisini okkum. Hon segði bert gott um onnur menniskju. Var onkur ósemja, so royndi hon altíð at fáa hetta í rættlag aftur.
Hon doyði, tá ið eg var 20 ára gomul.
Dansihøgtíðir
Tað vóru fastar dansihøgtíðir, sum skiftu millum bygdirnar. Tær vóru nýggjár í Lamba, trettandi í Rituvík, kyndilsmessa í Gøtu og føstulávint á Toftum og 2. jóladagur á Glyvrum.
Tað var ikki fyrr enn eg var 14 ára gomul, at eg slapp til hesar bygdaveitslur og bert til eina av teimum. Men tað skuldi framvegis vera undir eftirliti av einum vaksnum. Kundu mamma ella pápi ikki, var tað Jetta fastur.
Mær dámdi so sera væl at dansa í mínum uppvøkstri. Tað var næstan bert føroyskur dansur, og eg lærdi fleiri av kvæðunum uttanat.
Niels í Heiðunum
Ein kendur beiggi Margrethu var Niels Nielsen. Her skal verða tikið við nakað av tí, sum Jógvan Arge hevur skrivað um hann:
Niels var í mong ár virkin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, og hann var formaður í fýra ár, 1926,1927, 1941 og 1942.
Beint eftir aldarskiftið fiskaði hann í trý ár við Delphinen sum Poul Niklái Danielsen, verfaðir Pola á Glyvrum, førdi.
Í 1906 tók hann skiparaprógv hjá Hans Djurholm á Glyvrum og í 1908 førdi hann sluppina Prosperous í Havn.
22 ára gamal keypti hann í 1908 triðingin í sluppini Orion, sum Sofus Evensen í Havn átti. Hon fekk navnið Beinir, og tá Sofus Evensen var deyður, keypti Niels alt skipið frá búnum í 1912.
Niels førdi Beinir frá 1909 til 1915, tá hann seldi skipið til S.P. Petersen í Fuglafirði. Síðan var hann við ymsum skipum, og eitt skifti eftir fyrra heimsbardaga var hann burtur og sigldi.
Tá farið var undir havnabyggingar í Føroyum sigldi Niels við skip-um, sum høvdu við tær at gera, og í tríatiárunum førdi hann sandbátar bæði fyri Steingrím Winther og Valdemar Lützen.
Um veturin seymaði Niels segl og helt til á ymsum loftum. Í 1940 bygdi hann seglvirkið við Tórsgøtu og hevði úr at gera.
Kona hansara, Mia hjá Petur á Argjum, hevði eisini úr at gera at seyma føroysk fløgg og signalfløgg til skipini.
Niels var yvirhøvur hugaður felagsmaður. Hann var frammarlaga í so ymiskum feløgum, sum handverksmeistarafelagið, sjálvstýrisfelagnum, kappróðrarfelagnum og á ellisárum Sluppgrunninum, sum keypti Westward Ho og setti hana í upprunastand.
Hann kom inn í Tórshavnar Býráð eftir Mass Jacobsen og varð valdur tvær setur. Størsti áhugi hansara var Tórshavnar Havn, og hann sat í havnarnevndini frá 1944-1956. Hann var formaður 1945-48 og aftur 1952-1956.
Hóast ættaður úr Heiðunum var fáur so góður við Havnina sum hann.
-----------
Í komandi parti
søkir Kristian starvið sum sýslumaður í Suðuroy. Tá kemur seinasti partur hjá Margrethu millum annað um torvarbeiði.