Danielsen, 26 Aar, er ligeledes forulykket. Verfaðirin fórst eisini á sjónum Sonurin Christian, sum nú gjørdist foreldraleysur 14 ára gamal, giftist í 1950 við Petru Mariu Lindberg (1917-2003) av Tvøroyri [...] føroyingur kom á gátt og kendi seg sum í einum friðskjóli í høvuðsstaðnum. Ì 1912 fekk Anders starv vit vitan á Akrabergi, har hann starvaðist til 1917. Síðani vóru tey á Borðuna til 1924, tá hann gjørdist [...] Johanna Maria fór at skriva og yrkja. Nakað sum hevur sermerkt hennara ætt. Eftir at børnini vóru undankomin fekk Johanne Maria betri stundir til at savna seg um síni áhugamál: at lesa og festa á blað frásagnir
verið havt á munni, at nú er tað bara í ítrótti og serliga í fótbólti og í kappróðri, at tað verður kappast. Eftir at kappróðrarárið 1998 er lokið kunnu vit staðfesta, at tað eru fleiri øki í landinum, [...] Ólavsøkuaftan staðfestu norðurstreymoyingar, at teir eru sera knáir í kappróðri. Vestmenningar, sundalagsmenn, kvívíkingar og kollfirðingar áttu nógv viðhaldsfólk á Molanum og úti á Tinganesi. Sum hjá [...] Norðurstreymi ikki færri enn fimm. Gamaní er Kollafjørður á veg upp í Tórshavnar kommunu, men teir eru ikki rættuliga komnir uppí enn, og teir hoyra framvegis til Norðstreymoyar valdømi. Hvalvík og Streymnes
yvir 60 ár ein møguleika at búseta seg undir góðum karmum. Tað sama gjørdi hetta eldra parið, sum nú bæði eru farin um tey 75 árini. Við góðum huga fluttu tey inn og trivust – og trívast framvegis – væl. Tað [...] onnur oyðimarkargongd at fáa fatur á røttu viðkomandi í kommununi. Tað hava meiri kent tað sum at tey eru til fortreð, og verða tí mett sum grenj. Enn búgva hjúnini í íbúðini, meðan málið verður kannað. S [...] frárensl frá eini vaskimaskinu, men hetta er ikki orsøkin til henda skaðan á íbúðina, tí somu eyðkenni eru eisini við aðrar veggir í íbúðini. Er talan veruliga um skimmilsvamp hevur hann nógv hjáárin við sær
fær í 27. og síðsta umfari, sum verður leygardagin 30. oktober, vitjan av KÍ. Nú eru tað 10 stig millum hesi bæði liðini, ið eru tey ovastu á stigatalvuni, og tað er einki, sum á nakran hátt bendir á, at [...] ella +62, og hjá Víkingi er málmunurin 35 – 17 ella +18. HB er á triðja plássi við 33 stigum. Tað eru fýra stig fram til Víking og 14 stig fram til KÍ. HB hevur spælt 15 dystir ella tveir dystir færri [...] siga, at tað er møguleiki hjá HB at vinna seg framum Víking, tá ið útsettu dystirnir ímóti B36 og ÍF eru spældir. HB eigur tveir dystir á heimavølli ímóti KÍ. Tann fyrri verður mikukvøldið í næstu viku –
flokkur í hvørjum árgangi at enda vinnur eitt ferðasteyp. – Við hesi skipanini royna vit at fáa øll við, bæði tey, ið eru við fyri felagsskapin - og tey, sum vilja royna seg móti øðrum. Endamálið er, at [...] við at røra seg. Næmingarnir fáa eitt upplivilsi saman, har øll skulu føla seg væl, tí Skúlaleikir eru fyri øll, sigur hon. Stigtakararnir siga eisini, at hetta verður bæði ókeypis og ómakaleyst fyri skúlarnar [...] skipað verður fyri stevnum, har teir ymsu flokkarnar sleppa at royna seg. Øll fáa prógv um at tey eru við, og síðani verða stig givin fyri samanhald, felagsskap, og hvussu væl børnini heppa á hvønn annan
sum tjena minni, skulu eisini rinda minni. Ingilín Didriksen Strøm sigur, at sum støðan er nú, skulu tey, sum eru yvir 67, og fyritíðarpensjónistar, í mesta lagi rinda 1.359,15 krónur um árið fyri heilivág [...] Tað hevur gingið illa hjá Heilsutrygd at fáa útreiðslur og inntøkur at javnviga tí útreiðslurnar eru hækkaðar so nógv. Av tí sama varð gjaldið sum fólk skulu rinda, hækkað nakað. Men síðani hevur Ingilín [...] Børn og ung undir 18 ár, gjalda einki egingjald. Men lesandi yvir 18 ár á miðnámsskúla, ella sum eru undir hægri lestri, fáa ímillum 1.900 og 4.400 um mánaðin í stuðuli, alt eftir, um tey hava egnan bústað
Charlottu (Olsen), Ólav og Britu (Smith), sum øll nú um landið kenna sum systkinini:" á Váli". Ættarnavn teirra er nú vorðið kent á havnarmáli, hóast tey øll eru fødd í Klaksvík, har Váli-navnið hevur ein heldur [...] verður ikki lætt at loysa hann av. Longu er nakað skrivað um Ólav (26.08.1955 - 19.02.2005), og skulu vit her dvølja eitt sindur við ættarslóð og kringumstøður. Úr ættini Langabbi Ólavs varð nevndur Jósup [...] tann blaðungi og evnaligi Theodor (Samuelsen úr Lorvík) við Keldu yvir og leiddi kórið í yvir 20 ár. Nú hevur sonur hansara Jógvan stjórnað kórinum í yvir 40 ár. Líka leingi sum Dávid var kongur í Ísrael
sum vit vanliga kenna til, trívist bara í hárinum á fólki. Vandin fyri at fáa lýs økist ikki, hóast hárið er sítt. Lúsin er grálig á liti, er umleið 2 - 3 mm til støddar. Nitrurnar (eggini) eru gul-hvítar [...] vaksnum, stovnum og skúlum. Fyri at fyribyrgja og basa lýsnum er neyðugt, at øll verða kemd samstundis. Nú hava dagstovnarnir í Klaksvík heitt á allar klaksvíkingar um at kemba sínum børnum væl. Spurningurin [...] tað av stórum týðningi, at ein fær viðgerð. Hyggið beinan vegin eftir, um barnið hevur lýs, um lýs eru í skúlanum ella á dagstovninum. Hevur barnið lýs, eigur skúli ella dagstovnur at fáa hetta at vita
Íslendingar eru á gosi nú Panamaskjølini vísa, at teirra forsætisráðharri, Sigmundur Davið Gunnlaugsson, ikki hevur fortalt teimum allan sannleikan um fíggjarviðurskiftini hjá honum og konu síni. 24.000 [...] áðrenn og okkurt er komi fram, men tá varð alt lagt fram um Panaman-lekan. Tá fór alt í sving og tá vit kannaðu tað fyri løtu síðani, var talið á undirskriftum til áheitanina at fáa forsætisráðharran frá [...] at tað verður ein fullsettur tingvøllur her í Reykjavík. Sendimaðurin greiðir frá, at avdúkingarnar eru óhepnar fyri forsætisráðharran tí tað hevur neiliga ávirkan á bæði gjaldoyra og politiska álitið. -
spurningurin um sambandið ímillum fakfeløg og politiskar flokkar, til viðgerðar. Fleiri av fakfeløgunum eru sannførd um, at fakfelagsarbeiðið og politikkur hanga óloysiliga saman, og at fakfeløgini skulu sjálvandi [...] sjónarmið í at kalla hvørjum einasta máli, sum er frammi politiskt. - Fakfelagsarbeiðið er politikkur og vit taka tað sum okkara skyldu at gera vart við okkum, staðfestir Selma Ellingsgaard. - Tann, sum fæst [...] sleppur ikki undan at leggja seg út í politikki, heldur Georg F. Hansen. Bjóða okkum av Hinvegin eru fakfeløgini næstan líka samd um tað, at tey eiga ikki at blanda seg upp í partapolitikk. Hjá summum