nærkast. Hóast tað, at tú øll árini royndi tað tú orkaði, boygdi sjúkan teg at enda so mikið, at tú var sendur til Keypmannahavnar, at bíðja eftir einum nýggjum lunga. Drúgt var at bíðja, í næstan eitt [...] kontra longdina av lívinum, vóru hugvekjandi orð sum passaðu so væl til tín. Tey mongu sum vóru til jarðarferð tína, bóru boð um ein stóran vinarskara, og um, at mong vóru tey sum høvdu fylgt við tær hesi [...] Góði Bjarti. So noyddist tú at leggja árarnar inn aftaná drúgvan og møðsaman róður, einans 40 ára gamalur. Stutt eftir, at vit lærdu teg at kenna, fyri umleið 10 árum síðani, fekkst tú eina sjáldsama men
merkist so væl á honum, hvussu góður hann var við tær. Tær vóru hanasara eitt og alt. Saknur verður nú at hyggja út ígjøgnum vindeygað á skrivstovuni her heima. Vitandi at hann ikki verður at síggja meira [...] haru aftrat, tí so høvdu líka nógvar at bera. Vit gingu á veg heim aftur og vóru komnir aftur á gøtuna í urðini. So sigur pápi, at nú seta tit tykkum báðir aftanfyri ein stóran stein og bíða. Pápi fór avstað [...] sum ikki vóru so nógv í tali í okkara aldri, fylgdust sera nógv. Serliga vóru Dávid og eg sjálvur, so at siga altíð saman. Frá smádrongi av og upp til ungdóms árini. Hann fór til skips eftir lokna skúlagongd
eisini eftir skipanina av ALS, so kunnu vit fegnast um og takka fyri, at skipanin í dag virkar. Vit vita, at Hartvig’sa partur ikki lá eftir og hansara tráan eftir at verja og hjálpa teimum, sum vóru komin [...] Hartvig kom at starvast á einum av størstu arbeiðsplássum í Føroyum, Landssjúkrahúsinum, og starvaðist hann har á maskinverkstaðnum. Nógv var at takast við og mong vóru fólkini hann kom at umgangast [...] Grækarismessa ber boð um, at nú stundar móti várinum og ljósari tíðum. Tjaldrið er, eftir at hava verið burtur í øðrum londum, komið aftur til landið. Hendan sama dagin, á Grækarismessu í 2011, heldur
við Emil í venjingarhølið at heilsa upp á tey bæði. John Lawton segði við hann, at man altíð møtist minst tvær ferðir í lívinum og at tað heilt sikkurt fór at koma ein annar møguleiki seinni. Herluf kom [...] møguleikar havi eg fyri at sleppa suður”. Vit vistu ikki eingi ráð og skeldaðust bara um hetta. Herluf segði ”latið okkum heldur finna nakrar loysnir enn at brúka tíðina upp á at skeldast”. Tveir tímar [...] visti, at trummustólurin stóð har til hann var klárur aftur. Vit vóru bodnir at koma at spæla til heepvention í Granada í Suðurspanien. M.a. skuldu vit spæla saman við John Lawton. Har fór eisini at koma
føroysk viðurskiftir. Eftir hansara atburði at døma má hann hava verið ein samvitskufullur starvsfelagi og góður at umgangast. Jim fór úr Føroyum á sumri 2001. Hann hevði ein dreym um at koma víðari í hotell- [...] a, og boð vórðu send til ambulansuna. Jim varð førdur til Ninewells Hospital, har tað var staðfest, at hann bløddi illa úr báðum síðum á heilanum. Hann fekk ikki vitið aftur og doyði sama dag á sjúkhúsinum [...] tók ikki langa tíð hjá løgregluni at finna gerningsmenninar. Meehan og Soutar vóru kenningar hjá politinum. Báðir høvdu blóð á venjingarskónum, og David Meehan hevði eisini blóð á síni T-skjúrtu. Málið
Tung vóru boðini tann 18. august, um at okkara kæri pápi var farin, eftir drúgva sjúkralegu. Sjálvt um vit vistu, at hann ynskti at koma heim til sín faðir, sum hann so trúliga hevði fylgt alt sítt lív [...] hendi ikki so sjáldan, at menn duttu inn, som komu úr »Ríkinum«, sum lá beint yvir av sjómansstovuni á Skúlagøtu. Onkur kundi vera sera illa fyri, men altíð var ein góður drekkamunnur hjá teimum at fáa, og [...] er saknurin eftir okkara pápa sera stórur, ikki minst fyri teg góða mamma. Vit sum vóru um hann hesa seinastu tíðina, vistu at hann hevði brúkt sínar seinastu kreftir, og ikki orkaði at stríðast meira
leikaði á við sjúku, bløðingum o.ø., varð sent boð eftir Onnu og tað var ikki so sjaldan har í grannalagnum. Ongantíð bar hon seg undan, tvørtur ímóti. Arngrim og dreingirnir vóru altíð á floti, so har var [...] bløddi illa, svímaði og fekk heilaskjálvta. Tá var ringur standur við hús. Har var eitt at gera. Send vóru boð eftir Onnu. Við sínum dugnaskapi, ugga og róliga sinnalag, gav hon fyrstuhjálp bæði so og so [...] vanligt, at kaffikoppurin varð ikki altíð settur á borðið. Eg kenni enn á mær, hvussu væl tað gjørdi mammu, at Anna soleiðis stakk inn á gólvið. Mamma kundi smílast fram fyri seg langt aftaná, at Anna var farin
hevði keypt okkum ein túr á Kur og Spa í Vejlefjord Hotel. Tú var illa fyri, segði tú, áðrenn vit komu at vitja, men einki kendu vit á tær, tí tú lat ongantíð illa at. Tú var løtt á fótum sum altíð, hevði [...] kroppi síðani á heysti 2008. Tá ið tú ringdi og segði mær frá keðiligu boðunum í november, segði tú, at tú hevði sett tær fyri, at hetta skuldi vera besti desember mánaður nakrantíð, og at øll tíðin skuldi [...] Fremst í tínum huga vóru altíð tíni kæru, Tim og døtrarnar Sara, Fia, Maria og Tora, og tú brúkti stóra orku at fyrireika tey upp á tíðina, tá ið tú ikki var her meira. Tá ið tú á Herlev sjúkrahúsi í september
i. Hetta vóru eini sera ring boð at fáa beint upp undir jól. Sjálv tókst tú tað pent og vart tú tann sterkasta av okkum. Hóast tað var trupult at góðtaka, at tú vart so sjúk, so royndu vit at halda jól [...] Tað vóru eini sera tung boð frá læknanum, tá okkara kæra kona og mamma fekk at vita, at hon var vorðin illa sjúk av krabbamein. Tú hevði følt teg illa tilpassar í langa tíð og visti, at okkurt álvarsligt [...] stóðu væl saman og róptu á teir, og tit høvdu tað so stuttligt. Eisini tá Martin kom í vaksnamanna fótbólt, kundi tú væl finna uppá at fara ein túr norðureftir at hyggja eftir hansara dystum. Ikki hevur
segði, at hon hevði ikki góð boð at bera mær. Hon segði, at nú var babba farin. Sjálvt um babba hevði verið sjúkur eina tíð, kom tað dátt við, at hann ikki var her meira. Dugdi ikki at skilja tað, at hann [...] ikki. Hann tímdi ikki bara at ganga við hús og einki gera, og so var, at babba helt fram at sigla. Tann 15. desember um morgunin ringdi mamma og segði, at babba var farin á sjúkrahúsið í Klaksvík. Hann [...] Tað var hart at skula síggja babba liggja har í respirator. Eg tordi ikki at fara heilt inn til hann. Tað tók nakrar dagar at manna seg upp til at standa við síðuna á honum og venja seg at síggja hann liggja