fingið í hesi frágreiðingini. Lise Lyck sigur, at tað er harður lesnaður at síggja, at samstarvið millum Fíggjareftirlitið og Den Danske Bank var so gott, at Den Danske Bank visti um vánaligu fíggjarstøðuna [...] um seinnapartin fríggjadagin, at Den Danske Bank átti at fáa endurgjaldskrav. Og hann mælti donsku stjórnini til at hjálpa føroyingum við hesum. Og hann segði eisini, at Fíggjareftirlitið var tann heilt [...] síni meting av frágreiðingini. Hon helt als ikki, at grundarlag var fyri nøkrum sum helst endurgjaldi. Kirsten Jacobsen segði við Sosialin, at tað var eingin ivi um, at Fíggingargrunnurin frá 1992 - tað
hevur leitað fram í hesum málið, er greitt, at frágreiðingin hevur ikki verið ávirkað av leiklutinum hjá stjórnini. Kreppan er sjálvskapt Tað er ongin ivi um at kreppan er sjálvskapt, sigur Kirsten Jacobsen [...] føroyingum. Frágreiðingin avdúkar klárt og týðiliga, at føroyingar við vilja vórðu hildnir óvitandi um, at Føroya Banki var við at fara av knóranum Eisini er Kirstin Jacobsen eftir leiklutinum hjá donsku stjórnini [...] hevur rópt harðast, tá føroysku »gølurnar« hava verið frammi, er Kirsten Jacobsen, úr Framburðsflokkinum. Nú bankakanningin kom, var hugsandi at hon aftur tók orðið, og so var. Framburðsflokkurin sendi seinnapartin
sigur, at Mogens Lykketoft leggur trýst á Maritu Petersen. ? Hann hóttir hana eisini við, at um hon ikki ger, sum hann vil, so mugu Føroyar sigla sín egna sjógv. Síðan fáa vit eisini at vita, at Straarup [...] hesum. Knud Sørensen segði í donskum sjónvarpi í 1995, at tann bankastjóri, ið gav slíkt lyfti, ikki var »við síni fullu fimm«. ? Fakta er, at tá er Føroya Banki í totalari likviditetsneyð. Hann fær eina [...] fíggjarmálaráðharrin hava sagt. Bjarni Djurholm sigur, at Lykketoft er vundin upp í hetta málið, tí at Nyrup sleppur sær av við trupulleikan - og at Lykketoft stendur eftir við Svartaper - eingin annar vil
Men kommissiónin er ógvuliga large, tí hon sigur, at føroyingar vóru undir slíkum trýsti, og tí ikki sóu avleiðingarnar av hesum. Bjarni Djurholm sigur, at kommissiónin eisini sigur, at føroyingar hava [...] vísir eisini á, at tað tekur langa tíð at byggja upp eitt embætisverk. Vit skulu minnast til, at tað danska embætisverkið er fleiri hundrað ár, meðan tað føroyska embætisverkið ikki er 50 ár enn, sigur [...] sum eisini er løgið er, at hvørki Marita Petersen ella Finnbogi Ísakson gjørdu ikki vrøvl um partabrævabýtið 28. mai 1993. Hetta heldur kommissiónin vera undarligt, tí tá var tað greitt, at støðan í Føroya
Fyribils niðurstøðan vit kunnu gera er, at løgmaður er nøgdur við ta frágreiðing sum fyriliggur. Tað sum sagt er í dag, byggir á eina skjóta gjøgnumgongd av tilfarinum, sum er so sera umfatandi. Hvussu endaliga [...] hvørjum endurgjaldskrav skuldi setast ímóti. Til hetta segði løgmaður, at tað var ov tíðliga at siga nakað um nú. Spurt var síðani um tað, at Pauli Ellefsen hevði undirskrivað, tað sum á fakmáli verður kallað [...] enda við einum endurgjaldskravi, svaraði løgmaður: Ja. Men nú fara vit fyrst at seta okkum niður fyri at kanna hvussu alt er farið fram. Síðani gera vit eina niðurstøðu, og aftaná tað gera vit av um en
møguleika, at hon kann atkvøða ímóti at velja nevndirnar av nýggjum, men hesum verður ikki roknað við. Jóannes Eidesgaard úr Javnaðarflokkinum sigur, at samgongan helst kemur í ringt ljós, um hon ger tað [...] hevði 14 tingmenn Men nú er býtið broytt soleiðis, at Samgongan hevur 17 og andstøðan hevur fimtan. Hetta broytir býtið av tingnevdnum, sum verða valdar eftir tí býti, sum er í tinginum partanna millum [...] tað. Tí andin í tingskipanini er tann, at nevndirnar skulu umboðast í mun til støddirnar á flokkunum - valbólkunum.
n 20 dagar at umhugsa seg í, áðrenn hann skal svara. Og 20 er so leingi í hesum máli, at eg vóni, at tað er loyst langt áðrenn tað. Jóannes Eidesgaard sigur, at ein annar møguleiki er at leggja eitt [...] virði vóru við at fara fyri skeytið. Og tað haldi eg, at tað er í hesum føri. Tí táið ein heilur árgangur av skúlaungdómi er í vanda fyri ikki at fáa prógv, haldi eg, at talan er um at landsins virði [...] tingfundinum í dag at vita, hvussu vit loysa málið sum frægast, sigur Jóannes Eidesgaard. Møguleikarnir eru avmarkaðir Hann sigur, at tað er eitt veikleiki í tingskipanini, at hon er rælttiliga stirvin
føroysk orð og vera til hjálpar at velja og evna til nýggj orð. Nevndin skal eisini hava eyguni eftir málspillu, sum er um at taka seg upp, og royna at forða fyri, at hon festist. Nevndin skal hava samvinnu [...] Føroyska málnevndin er málrøktar- og málverndarstovnur, og hevur hon til endamáls at geva landsstovnum og almenningi ráð og upplýsing í spurningum um føroyskt mál. Í reglugerðini stendur, at nevndin fyrst og [...] hevur givið í árinum. Skrivstovan hjá Málnevndini, Málstovan, er í húsum Fróðskaparseturs Føroya. At enda í kunngerðini fyri málnevndina stendur, at landsstýrið ber kostnaðin av málstovuni og rindar nevndarlimum
Føroyar. Uppá fyrispurning um tað er av týdningi fyri Amoco at vera í einum bólki, har eitt av feløgnum er danskt, sigur George Chisholm, at tað er umráðandi at hava eitt skandinaviskt felag í einum slíkum [...] gott at bera Mærsk, sum hann sigur er eitt sera kompetent felag at arbeiða saman við. Hvørjar vónir hevur kanningastjórin í Amoco so til, at tað verður eitt føroyskt útbjóðingarumfar nú, tá tað er óvist [...] koma aftur seinni, tá trætan er loyst. George Chisholm sigur, at Amoco fer neyvan at missa áhugan fyri økinum, hóast eingin lisensrunda verður í 98. -Vit kunnu liva við, at eingin lisensrunda verður í ár
kunna spjaða gleði rundan um seg, at fáa fólk at kenna seg væl, at fáa fólk at kenna á sær, at tey betýða nakað og harvið loksins at fáa fólk at trívast. Krisjan hevði ikki nakra akademiska útbúgving, og [...] øðrum. Sosialurin átti í Krisjan hetta fólkið, og tað er ikki minst hesum gávum hans-ara fyri at takka, at fyritøkan er so frægt fyri, sum hon er tað í dag. Góði Krisjan, tøkk fyri tað tú hevur givið mær [...] til kund-an. Og tað gjørdi, at sami kundi kundi fara heimaftur við eini kenslu av, at tað kendist gott at hava sam-skifti við blaðið. Og úrslitið varð, at Krisjan megnaði at knýta eitt varandi og fast samband