Málnevndin er nú mannað

Fimm fólk eru vald í Málnevndina, sum skal sita fram til ár 2001. Allir limirnir, uttan Jeffrei Henriksen, eru nývaldir

Landsstýrið hevur nú valt nýggju málnevndina, sum skal sita komandi fýra ára skeiðið, sum á pappírinum byrjar 1. oktober 1997. Nevndin skal sita fram til 30. september í 2001.

Í nevndini sita nú:

Jógvan í Lon Jacobsen, Føroyamálsdeildin

Anfinnur í Skál, Rithøvundafelagið

Katrin Næs, Landsskúlafyrisitingin

Jeffrei Henriksen, Móðurmálslærarafelagið

Randi Jacobsen, Føroya Blaðmannafelag


Føroyska málnevndin er málrøktar- og málverndarstovnur, og hevur hon til endamáls at geva landsstovnum og almenningi ráð og upplýsing í spurningum um føroyskt mál.

Í reglugerðini stendur, at nevndin fyrst og fremst skal savna og skráseta nýkomin føroysk orð og vera til hjálpar at velja og evna til nýggj orð. Nevndin skal eisini hava eyguni eftir málspillu, sum er um at taka seg upp, og royna at forða fyri, at hon festist.

Nevndin skal hava samvinnu við orðanevndir hjá feløgum og stovnum og styðja tær eftir førimuni í starvi teirra.

Hon skal eisini svara málspurningum frá stovnum og einstaklingum og leggja sær eina við at hava gott samstarv við stovnar og fjølmiðlar, ið hava stóra málsliga ávirkan, so sum landsfyrisiting, skúla, tíðindabløð, útvarp og sjónvarp. Skal eisini svara spurningum um ivamál viðvíkjandi fólkanøvnum, staðarnøvnum o. ø. nøvnum.

Spurningar og skjøl verða varðveitt í skjalasavninum hjá nevndini.

Víðari stendur í reglugerðini, at nevndin skal hava samstarv við aðrar málnevndir og samsvarandi stovnar í hinum Norðurlondum og senda umboðsfólk á felags ársfund teirra.

Nevndin tilnevndir stjórnarlim og varalim fyri føroyskt mál í stjórn Málstovu Norðurlanda.

Harumfram kann landsstýrið geva nevndini onnur verkevni í sambandi við føroyska málrøkt, so sum stavsetingarspurningar, ráðgeving um mál í lógum og kunngerðum, lærubókum og handbókum o. ø.

Nevndin, sum situr í fýra ár í senn, velur sjálv formann. Av nevndarlimum krevst, at teir hava málsliga útbúgving ella á einhøvnn hátt hava prógvað kunnleika og hegni til føroyskt málstarv. Føroyamálsdeild Fróðskaparseturs Føroya veitir nevndini málførðiliga leiðbeining eftir tørvi og letur málsøvn síni vera henni til taks.

Á fundum sínum tekur nevndin støðu til málspurningar og metir um ráð, sum hava verið givin millum funda. Nevndin hevur fund, tá ið tørvur er á, tó í minsta lagi eina ferð um mánaðin.

Nevndin almannakunnger frágreiðing frá starvi sínum við høvrt árslok. Har verða m. a. til skjals týðandi ráð og tilmæli, ið nevndin hevur givið í árinum.

Skrivstovan hjá Málnevndini, Málstovan, er í húsum Fróðskaparseturs Føroya.

At enda í kunngerðini fyri málnevndina stendur, at landsstýrið ber kostnaðin av málstovuni og rindar nevndarlimum fundarpening eftir galdandi reglum.