longri fram í tíðina, eru teir ikki sørt bjartskygdir á Tvøroyri. Úrslitini í yngru deildunum boða frá, at tað eru evnaríkir spælarar í TB, og um rætt verður borið at, og umstøðurnar annars vera at liva [...] at gera. Nógv at fáa upp á pláss Bjarni Mortensen sigur, at tey í felagnum hava leingi arbeitt út frá, at møguleikin fyri uppflyting skuldi gerast veruleiki. Men hann heldur samstundis, at tað er nógv [...] spælarum? - Vit hava tríggjar veteranar á liðnum. Her hugsi eg um Jon Johannesen, Óla Johannesen og Einar Petersen. Harafturat hava vit havt ganesisku Daniel, sum er 194 centimetra høgur miðvallari og Immanuel
tað telur nakað í býráðshøpi? Ikki petti, skal eg heilsa og siga! Tað eru tvær vikur síðan Ljósið frá degi til annan stóð á gøtuni við sínum kappingarfimleiki, hóast øll á býráðnum, sum taka avgerðir í [...] gott hjá tykkum! Men hvør er frágreiðingin til tað? Er tað tí, at vit hava 700 virknar limir og teir einar 30? Ella er tað tí, teir eru vaksnir menn, og at kalla allir okkara limir eru gentur/ungar kvinnur [...] nakrar tímar afturat, tí vit hava so stóran tørv, hví í ólukkan taka tit so tað sindrið, vit hava, frá okkum? Høvdu tit av illum latið okkum fingið frið..... Og skilja tit so ikki enn, at tørvur ER á eini
kristin og høgravend júst velja hann, tí hann altíð tosar um Gud og kristin virði, sigur Tom Buk-Sweinty frá New York í Weekendavisen. Men sannleikin er at bæði Bush og Kerry kappast at tosa um Gud og um kristindóm [...] at heimsins fremsta granskingarumhvørvi finnast. Tey vinstravendu eru enn svøk inn á USA tí landið frá 1950inum til 1980ini royndi at steðga kommunistiskum kollveltingum, ið beinleiðis vóru stuðlaðar av [...] leiðir í hesum stóru býum. Fór inn í onkran plátuhandil ella í onkran bókahandil og varð sitandi í einar fýra tímar. Ella eg fór á café, har eg sat og las og skrivaði í tímar. Í USA kann ein fara »í bókahandil«
at tað hevur gingið lutfalsliga væl hjá føroyskari fiskivinnu eftir, at skip og virkir vórðu loyst frá hvørjum øðrum. - Vit hava roynt hitt, segði reiðarin. Hann helt tó, at virkini kanska kundu havt størri [...] nú íslendskum skipum. Anfinn Olsen segði, at fiskurin, sum kemur upp á land í Íslandi, í miðal er einar tríggjar dagar yngri enn fiskurin, sum kemur upp á land í Føroyum. Olaf Olsen helt, at skipini kundu [...] tók til. Sambært uppskotinum hjá landsstýrinum skal allur fiskur, sum verður boðin út í Føroyum sum frá líður støddarskiljast, áðrenn hann verður boðin út. Olaf Olsen segði, at prísurin fyri at skilja fiskin
Stanislav Stankov, sum orsaka av skaða ikki kom á vøllin eftir steðgin, lyfti eitt sindur uttarlaga frá og upp um rættuliga uttarlaga stadda Hall Hansen, sum aftur hesa ferð var stinnur í GÍ málinum, men [...] drigist við fylgjurnar av skaða, sum hann fekk fyri einum ári síðani. Tá ið GÍ eftir stórum korteri fór frá 1-0 og upp á 4-0, var tað Súni Olsen, sum var meistarin. Tá ið stórur hálvur tími var farin, gjørdist [...] spæl. Hesa ferðina spældi hann úr eitt sindur vinstru og inn um verjuna, har Áslakur R. Petersen (einar tveir metrar rangstaddur) í besta Henry hjá Arsenal stíli skrúvaði bóltin framvið málverjanum og í
Stjórin í felagnum, Árni Skaale, var fryntligur og vísti okkum áhugaverdu framleiðslugongdina heilt frá rávøruni, sum rópt verður EPS (ekspanderbart poly styren) til lidnu vøruna, sum eftirhondini er vorðin [...] verið royndir í Føroyum. Somuleiðis er tað eitt mál hjá okkum, at ein partur av umsetninginum kemur frá útflutningi av vørum, sum vit kunnu framleiða í kapping við aðrar, sigur stjórin, Árni Skaale. Krevur [...] nærri vinnuni, bæði í Norðoyggjum og kring landið annars.Útboðið hjá fyritøkuni í dag snýr seg um einar 10 ymiskar støddir av flamingokassum, harav nakrar av støddunum eru nýggjar. Umframt kassar í ymiskum
á ongan hátt komnir til Havnar bara fyri at dyrgja eftir javnleikinum. Tvørtur ímóti royndu teir frá fyrsta bríksli at leggja stórt trýst á HB. Á miðvøllinum vóru teir skjótir eftir bólthaldaranum, og [...] veruliga at gera um seg á HB-liðnum, tá hann hevur verið innskiftur, og hesaferð fekk hann so møguleikan frá fyrsta bríksli. Hóast hann kanska ikki sær út av so nógvum, so prógvaði hann enn einaferð, at hann [...] Tór-Ingar Akselsen høvdu til uppgávu at renna hesar upp. Tað gjørdu teir ofta, og var tað ikki fyri Einar Hansen og Brynjólv Nielsen á bakkunum, kundu vandastøðurnar helst verið enn fleiri, enn talan var
sigur Todi og greiðir soleiðis frá, hvussu tað gekst fyri einum ári síðani: - Fyri einum ári síðani, tá ið eg framvegis var bundin í eitt ár í FCK, fekk eg gott tilboð frá útlendskum felag. Eg skuldi samráðast [...] deildina at spæla. Hvussu tað verður við fótbóltsframtíðini hjá Toda verður ikki greitt fyrrenn um einar tvær vikur, sigur Todi Jónsson, sum nú fer at halda summarfrí. Hóast hann ikki hevur spælt so nógv
lógina um landbúnaðarjørð er tað greitt, at jarðarráðið fer í søguna. ?Lógin um landsjørð er ein leivd frá 1937, áðrenn vit fingu heimastýrið. Men støðan hevur verið tann, at øll hesi seinastu árini, er tað [...] Løgtingið nú hevur samtykt, fer tað at bera til at avskriva skuld hjá festarum. ? Jarðargrunnurin hevur einar 50 milliónir útistandandi, sum í veruleikanum eru avskrivaðar, tí ongin møguleiki er at fáa peningin [...] gørðum í miðstaðarøkinum, til t.d. bíliga mjólkaframleiðslu, sum skal kunna bera seg uttan stuðul frá tí almenna. Men samstundis heldur hann, at nevndin eisini skal kanna møguligar karmar fyri áhuga-landbúnaði
Hann sigur eisini, at teir hava lutfalsliga nýggj skip í kikaranum, sum tað ber til at keypa fyri einar 40-50 milliónir. Talan er um skip, ið taka 1500-2000 tons. Og Finnbjørn Poulsen leggur dent á, at [...] teimum, so at tey kunnu fremjast. ? Vit seta álít á, at hetta ikki eru tóm orð, tí talan eru um orð frá sjálvum løgmanni. Finnbjørn Poulsen sigur, at fortreytin fyri ætlanini er júst, at landsstýrið loftar [...] dúgliga verið sóknast eftir vinnuligum ætlanum, eins og tað mangan er sagt, at framtøkini mugu koma frá suðuroyingum sjálvum. Finnbjørn Poulsen sigur, at hetta er so ein væl undirbygd roynd at skapa nakað