Loysti seg hjá Bjarna Djurholm at hava tol

Tað, sum løgtingið samtykti hósdagin, fer at fáa stóran týdning fyri hvønn einasta føroying, sum eigur jørð, ella sum festa jørð

Landbúnaður

At taka landbúnað upp á tungu í Føroyum, er sum at festa í fjús. Tað hevur ongin ásannað betri enn Bjarni Djurholm, landstýrismaður í landbúnaðarmálum.
Í fleiri ár hevur hann roynt at broyta jarðarlóggávurnar, men tað hevur gingið ómetaliga strilti.
Men nú royndi hann aftur og hesuferð eydnaðist. Hósdagin samtytki løgtingið einmælt týðandi broytingar í jarðarlóggávunum. Og tað eru tey, sum enntá meta, at hetta var einki minni enn ein stórsigur hjá landsstýrismanninum.
So stór orð vil landsstýrismaðurin ikki sjálvur brúka, men hann er ómetaliga fegin um, at tað loksins eydnaðist at broyta lógirnar.
Tað, sum løgtingið samtykti hósdagin, var at broyta bæði lógina um landsjørð og lógina um búnaðargrunn.
Nú løgtingið hevur broytt lógina um landbúnaðarjørð er tað greitt, at jarðarráðið fer í søguna.
?Lógin um landsjørð er ein leivd frá 1937, áðrenn vit fingu heimastýrið. Men støðan hevur verið tann, at øll hesi seinastu árini, er tað landsstýrismaðurin, sum hevur havt ábyrgdina av landsjørðini, men tað er jarðarráðið, sum hevur havt myndugleikan
? Tað hevur verið ein stórur trupulleiki at ábyrgd og myndugleiki ikki hava fylgst at. Men nú hevur løgtingið samtykt, at ábyrgd og myndugleiki fylgjast at og tað er eitt stórt framstig.
Samstundis bera broytingarnar í sær, at nú kunnu bøndur leggja raksturin av festinum í eitt partafelag.
?Sostatt fáa teir somu skattligu og aðrar fyrimunir, sum partafelagslógin ásetir og tað skuldi givið teimum nógv betri møguleikar sum sjálvstøðugt vinnurekandi og at rikið festi á vinnuligum grundarlagi.
Hann leggur afturat, at tað ber ikki til at leggja sjálvt festi í partafelag, tí tað er ogn hjá landinum.
Bjarni Djurholm sigur, at eftir teimum broytingum, sum Løgtingið nú hevur samtykt, fer tað at bera til at avskriva skuld hjá festarum.
? Jarðargrunnurin hevur einar 50 milliónir útistandandi, sum í veruleikanum eru avskrivaðar, tí ongin møguleiki er at fáa peningin innaftur. Men tað er ikki heimild til at strika skuldina og í fleiri ár hevur Landsgrannskoðarin víst á, at hesi viðurskifti mugu fáast í rættlag.
Tað er tað nú!
Tað, sum løgtingið hevur givið landsstýrismannin heimild til, er at fyrireika saneringina. Ta ið tað er klárt, skal málið aftur fyri løgtingið fyri at fáa endaligu heimildina til saneringina.
Bjarni Djurholm er sannførdur um, at fyri at veruliga gongd á eina menning av landbúnaðinum, er tað ein heilt avgjørt fortreyt, at skuldarspurningurin verður endaliga avgreiddur.

Nú kunnu vit koma víðari
Men Bjarni Djurholm sigur, at tað, sum nú er hent, er ikki meiri enn sjálvt byrjanin.
?Tað, sum hendi í løgtinginum hósdagin, er bara tað, at nú er spónurin settur í jørðina, kunnu vit siga. Samtyktirnar í løgtinginum bera í sær, at nú liggja bæði ábyrgd og myndugleiki á búnaðarøkinum hjá landsstýrismanninum og sostatt ber loksins til at leggja ein landbúnaðarpolitikk til rættis, soleiðis sum skiftandi løgting vilja tað og tað er eitt veldugt framstig í royndunum at menna landbúnaðirn, sigur landsstýrismaðurin.
Og Bjarni Djurholm sigur, at tað er avrátt í samgonguni, at nú skal hann fara eitt stig víðari
Hann fer nú at taka øll tey mongu álitini, sum eru skrivað um landbúnaðin seinastu nógvu árini framaftur.
Og hann leggur afturat, at øll tey mongu álitini, sum eru skrivað, eru eitt gott grundarlag at byggja á, tá ið framtíðar búnaðarpolitikkurin skal stingast út í kortið.
Næsta stigið verður at seta eina nevnd við umboðum fyri landsstýrið, bóndafelagið, Óðalsfelagið og kanska onnur við, til at stinga framtíðar landbúnaðarpolitikkin út í kortið og til at gera uppskot um, hvussu landbúnaðurin skal skipast.
Men hann ætlar sær eisini at seta ein politiskan fylgibólk við einum umboði úr hvørjum flokki, so at hann alla tíðina hevur vissu fyri at hann fær undirtøku fyri tí, sum hendan nevndin stingur út í kortið, so at arbeiðið ikki enn einaferð verður til onga nyttu.
Hann væntar, at hetta arbeiðið fer at taka tað mesta av einum ári.

Fyrimunir og vansar við at selja festi
Arbeiðssetningurin hjá nevndini er ikki skrivaður enn og hann er heldur ikki avtalaður í samgonguni. Men landsstýrismaðurin sær fyri sær, at ein uppgáva hjá nevndini verður at lýsa metingar um fyrimunir og vansar við at selja tey smæstu festini, so at smáfestarar og traðarfólk kunnu fáa møguleika at keypa síni brúk. Í øðrum lagi heldur hann, at fyrimunir og vansar við at selja tey stóru festini, eigur eisini at verða lýstur.
?Eg síggi fyri mær, at tað verður neyðugt at geva festum møguleika fyri at keypa festini.
Men hann leggur afturat, at hetta er fyri hansara egnu rokning ,tí tann spurningurin er ikki viðgjørdur í nevndini.
Í øllum førum heldur hann, at tað verður neyðugt at taka spurningin um ognarviðurskiftini upp, tí hann heldur, at spurningurin um ábyrgd og skyldur hjá tí einstaka bóndanum, er neyvt tengt at ognarviðurskiftunum. Eigur bóndin festi, kann hann seta tað í pant og klárar hann ikki sínar skyldur, fer hann á heysin og kann missa festi, eins og øll onnur vinnurekandi og tað er ikki galdandi í dag
Hann heldur á heimasíðu síni at tað er eisini neyðugt at kanna skipanir, sum geva møguleika fyri skilnað ímillum áhugabrúk og vinnubrúk og at skapa umstøður fyri, at varðveita og menna landbúnaðin á útoyggj og harímillum kanna møguleikar fyri alternativum landbúnaði á smáplássum.
Somuleiðis kann hugsast, at nevndin fær til uppgávu at gera metingar um, antin tað kann verða til gagns fyri samfelagið at skapa karmar fyri stórrakstrargørðum í miðstaðarøkinum, til t.d. bíliga mjólkaframleiðslu, sum skal kunna bera seg uttan stuðul frá tí almenna.
Men samstundis heldur hann, at nevndin eisini skal kanna møguligar karmar fyri áhuga-landbúnaði á plássum, har ongin vinnuligur landbúnaður er, og har møguleikarnir ikki eru upplagdir at hava vinnuligan landbúnað.
Og harafturat sær hann fyri sær, at uppgávan hjá nevndini verður at kanna, hvørjar tillagingar tað er neyðugt at gera í matrikullógina fyri at leggja upp fyri broytingum, sum eru nevndar frammanfyri.