málið kann avgreiðast. Aðrastaðni í blaðnum hevur Hans Pauli Strøm grein, har hann eisini viðgerð málið. Nógv mótmæli Í Fleiri ár hevur ætlanin verið at byggja íbúðir í Havn, so at sinnisveik, ið búgva [...] halda fast um ætlanina at byggja í Havn. Og sum tað sæst í hinari greinini her á síðuni, verður ætlanin nú eisini torpederað politiskt, tí Javnaðarflokkurin, sum er í samgongu, ger púra greitt, at hann [...] framsøgumaður hjá Javnaðarflokkinum í almannamálum og hann ger nú púra greitt, at flokkurin tekur ikki undir við ætlanini at strika ætlanin at byggja eitt sambýli til sinnisveik í Havn og at flyta alla verkætlanina
fyri vón, fyri nýhugsan, broyting og nýskapan í amerikanskum politikki. Hann legði í takkarrøðu síni út við at vísa á, at valsigurin var enn eitt prógv um, at í USA ber alt til, hjá tí, sum hevur viljan. [...] veruleiki. Men hann er eisini ímyndin um døkku síðurnar í einum landi, har ójavni, rasuskilnaður og samfelagslig líkasæla hava eyðkent gerandisdagin í øldir. Henda tjóð hevur undir mangan sera truplum umstøðum [...] seg sum ein sótt í vanligu fjøldini. Tað er við hesum bakstøði, vit skulu síggja valsigur Obamas. Hesin ungi senatorurin av afrikanskari rót hevur veruliga megnað at birta nýggja vón í amerikonsku tjóðina
øllum økjum í samfelagnum, leggja sína vitan fram fyri almenningin. Og tað er neyðugt, at andstøðan, sum er ein týðandi liður í demokratisku prosessini, ger heimaarbeiði sítt og aktivt luttekur í tí almenna [...] gjørdar. Tað má eisini vera rætti andin í stýrisskipanarlógini, at tú vil geva málinum so sakliga og breiða viðgerð, at tú tekur andstøðuna við í arbeiðið longu í fyrireikingini. [...] føroyska tjóðveldið sum fremsta mál, tá Sosialurin tosar við teir. Nýggja avtalan við danir er ein týðandi fortreyt fyri tí útviklingi, sum teir helst síggja í Føroyum, nevniliga einar sjálvstøðugar suverenar
gjørt av, at ríkisveitingin skal fastfrystast, soleiðis at hon minkar í virði ár fyri ár. ?Vit kunnu siga, at yvirskotið er lítið í ár í hesum uppgangstíðum, men vit hava havt yvirskot millum 400 og 600 mió [...] ikki nakað, ið fær Hermann Oskarsson til at ivast í, at føroyski búskapurin er væl fyri. Tað slakar av í løtuni, men talan er ikki um nakra minking.Í alla mína tíð hevur føroyski búskapurin ikki verið [...] orðaskifti og fleiri ósemjur eru longu stungnar upp, áðrenn uppskotið er viðgjørt á tingið. Sosialurin ringdi í hesum sambandi við Hermann Oskarsson. Hann er búskaparfrøðingur, stjóri á Hagstovu Føroya og
lægri blussi í seinna hálvleiki. KÍ hevði stóra yvirvág í spæli, og HB var ikki meir enn onkra hendingaferð inni í KÍ-brotsteiginum. 10 minuttir inn í seinna hálvleik lá bólturin aftur í HB-málinum. Vivian [...] Dysturin var í royndu veru avgjørdur longu tá, og KÍ-kvinnurnar skuldu bara, tað sum írestaði av dystinum, halda tørn. HB hevði ikki tað stóra at bjóða uppá, og einasta løtan, havnarkvinnur vóru í dystinum [...] bóltin framvið Vivi Andreasen í KÍ-málinum. Høvdu HB-kvinnurnar verið hepnar, so kundu tær fingið enn eitt mál løtu seinni, tá Eyðfríð Kristiansen streyk ígjøgnum. Eyðfríð varð í seinastu løtu tacklað av
vera ov dýra. Í staðin hevur hann keypt eini hús í Sandavági. ? Tað er ímóti tí, sum hevur verið arbeitt fyri, bæði í Almannaráðnum og okkara millum. Tørvurin er nógv størst í Havn og í Klakvsík, so hetta [...] og verða avmarkað bæði í virkni og áhuga, tí tey skipa seg eftir einum sjúkrahúsi, sigur Sofus Joensen. Eitt gott dømi er 26 ára gamli Ingi, ið Sosialurin hevði stóra samrøðu við í gjár. Hann hevur sjúkuna [...] okkum, sigur Sofus Joensen, yvirlækni. Hann hevur í áravís gjørt vart við trupulleikan hjá avvarðandi myndugleika, men hann fær bara tóm lyfti. Nú er hann í bíðistøðu, tí álitið um Heildarpsykiatri leggur
og nýggja Suðuroyarskipið í Havn, er so mikið álvarsligt, at tað eigur at verða lagt fyri býráðið. Tað heldur Hildur Eyðunsdóttir, býráðslimur í Havn fyri tjóðveldsiflokkin. Í kjalarvørrinum á tí, sum Reidar [...] Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, fortaldi í samrøðu við Sosialin í gjár, hevur býráðslimurin heitt á borgarstjóran, Jan Christiansen, um at leggja málið fyri býráðið á næsta fundi, sum verður [...] Strandferðsluni er sannførdur um, at tað fer at elva til ferðsluruðuleika í Havn, skulu nýggja Norrøna og nýggi Smyril hava atløgupláss innast í Havnini, inn ímóti Kongabrúnni, soleiðis, sum havnanevndin ætlar
frá serbiska miðvallarleikaranum, og eftir eina góða vending í feltinum smekkaði hann bóltin í mál til 2-0. Í seinna hálvleiki kom AB betur við í dystin, og tað gingu eisini bara sjey minuttir, áðrenn AB [...] innskiftur. EB/Streymur fekk sín fyrsta sigur á útivølli í ár umvegis 3-0-sigur ímóti B68 á Svangaskarði. Hetta var somuleiðis teirra størsti sigur í ár. Heima í Sargugerði hevði Víkingur ongar trupulleikar av [...] EB/Streymi í Streymnesi síðsta mikudag. Leygardagin skuldu teir á vitjan hjá 07 Vestur, sum við einum sigri kundi ræna oddasessin frá argjamonnum, sum annars áttu hann so trygt miðskeiðis í fyrru hálvu
- Ja, vit hava mist Adelu í málinum. Hon er farin til Tjaldur at spæla hondbólt, men vit hava fingið tveir málmenn úr Danmark í staðin. Tær eru báðar ungar og passa væl inn í hópin, og tær skulu so eisini [...] hesi bæði, sum fara at kappast í oddinum. VB hevur eisini verið væl við síðstu árini, men eg trúgvi ikki, at VB verður eins væl fyri í ár. Vónandi fara vit eisini at liggja í oddinum, men eg vænti, at tað [...] heilt uppi í oddinum, men um vit sammeta StÍF við hini liðini, so hava tær heldur ikki havt nakran útlending á liðnum síðstu árini, um vit síggja burtur frá sterka málmanninum Adelu Burcea. Í staðin fyri
hildið í ár, varð avgerð tikin um at leggja eitt slíkt sangskeið á Strondum, nú skúlarnir eru í heystfrí. Líknandi skeið sum hetta hava javnan verið hildin í Danmark, har danska Heimamissiónin í fleiri [...] mong ymisk viðurskifti ganga upp í eina hægri eind. - Um vit eru nervøsar til fríggjakvøldið? Tja, eitt sindur!, siga tær tríggjar við samfeldum brosi. Sangur og sirkus Í nøkur ár hava fólk hugsað um at [...] fleiri ár hevur skipað fyri sang- og tónleikalegu í eina viku í summarfrítíðini. Út frá hesum varð so boðað til barnasangskeið við eini fjølbroyttari skrá við sangi, tónleiki, bíbliutímum, ítrótti og ymiskum