Sangur og sirkus á Strondum

- Tað er ordiliga stuttligt at syngja saman í tí stóra kórinum, siga tær tríggjar Judith, Mary og Durita. Umframt tær, so hava 147 onnur sett hesa vikuna av til eitt sangskeið fyri børn á Strondum. Her venja tey ein sangleik sum gongur fyri seg í einum sirkusi

Strendur: - Vit syngja allar møguligar sangir. Og tað er bara super at vera á barnasangskeiði, tí her hoyra vit eisini um Jesus, siga tær tríggjar genturnar við ein munn.

Tær báðar strandagenturnar Judith Kass og Durita Mikkelsen, saman við Mary Frederiksberg úr Runavík høvdu frammanundan hoyrt um hetta serstaka sangskeiðið. Og tær avgjørdu bara at fara á tað.

Fyrimunur teirra er hann, at tær hava áður sungið við í kórum og vita tí, hvussu neyðugt tað er at læra sangirnar uttanat og fylgja væl við tí, sum kórleiðarin sigur. Við hetta høvið á Strondum kundi hetta haraftrat gerast ein spennandi uppliving at kunna syngja saman við langt omanfyri 100 øðrum børnum ymsastaðni frá.

Skráin fyri dagin er rættiliga fjølbroytt. Tá umboð fyri Sosialin vitjaði Stranda skúla um fýratíðina týsdagin var svimjing og fótbóltur á skránni. Alt hetta mátti kortini verða liðugt til klokkan 5, tí tá skuldi stóra barnakórið møta aftur til venjing.

Vant verður dúgliga fram ímóti framførsluni fríggjakvøldið. Tá skal alt vera uppá pláss og mong ymisk viðurskifti ganga upp í eina hægri eind.

- Um vit eru nervøsar til fríggjakvøldið? Tja, eitt sindur!, siga tær tríggjar við samfeldum brosi.


Sangur og sirkus

Í nøkur ár hava fólk hugsað um at skipa fyri einum serstøkum sangskeiði fyri børn.

Tá vanliga sangskeiðið hjá Heimamissiónini ikki varð hildið í ár, varð avgerð tikin um at leggja eitt slíkt sangskeið á Strondum, nú skúlarnir eru í heystfrí.

Líknandi skeið sum hetta hava javnan verið hildin í Danmark, har danska Heimamissiónin í fleiri ár hevur skipað fyri sang- og tónleikalegu í eina viku í summarfrítíðini.

Út frá hesum varð so boðað til barnasangskeið við eini fjølbroyttari skrá við sangi, tónleiki, bíbliutímum, ítrótti og ymiskum ítrivum.

- Men vit eru fyrst og fremst farin í sirkus, sigur ein av fyrireikarunum, Beinta Berthelsen av Strondum.


Ringt lag

Sangleikurin, sum er á skránni hesa vikuna, gongur nevniliga fyri seg í einum sirkusi, har onkur er sum hevur oyðilagt tað góða lagið.

Í leikinum, har nakrar klovnir eisini hava sín leiklut, verður víst á, hvat gerast kann fyri at bjarga tí.

- Ja, tað eru faktiskt tvey sirkus – eitt gott og eitt ónt, greiðir Judith Kass frá.

– Tað er eitt stríð millum tey bæði, og í leikinum verður alt gjørt fyri at tað góða skal vinna á tí ónda, skoyta hinar báðar uppí.

Tá vit vitjaðu skeiðið vóru teir einstøku leiklutirnir ikki býttir út, eins og tær tríggjar sangglaðu genturnar ikki til fulnar vistu, hvussu vorðið varð við búnunum.


Gott at syngja

Sum nevnt omanfyri er ikki einans sangur á skránni, hóast talan er um eitt sangskeið í skúlanum á Strondum.

- Eg kom á sangskeiðið tí mær dámar væl at syngja, og tí mær somuleiðis dámar væl at hoyra um Jesus, kemur tað sannførandi frá Judith.

Tær báðar yngri eru eisini fegnar um hetta høvið at læra nýggjar sangir og syngja saman við øðrum gentum og dreingjum.

Skeiðið byrjaði mánakvøldið og endar fríggjakvøldið við eini framførslu á Skála.

Av tí at sangskeiðið var so stutt fráliðið, tá Sosialurin vitjaði á Strondum, vóru tær ikki komnar so langt við venjingini til konsertina.

- Vit hava ikki hoyrt alla søguna enn, og tí vita vit ikki heilt hvat alt endar við, siga tær tríggjar.

Lítil ivi man kortini vera um, at talan verður um ein góðan enda á sangleikinum! 





Ókeypis konsert á Skála

Á barnasangskeiðnum á Strondum er nógv á skránni frá morgni til myrkurs. Men alt miðar eftir at børnini skulu fáa eina áhugaverda viku saman við hvørjum øðrum.

Íalt eru eini 130 børn – av hesum eru umleið 25 dreingir - á sangskeiðnum, umframt eitt stórt tal av leiðarum, kokkum og øðrum hjálparfólkum. Íalt er luttakaratalið um 150.

Barnasangskeiðið byrjaði mánakvøldið og endar við framførslu fríggjakvøldið kl. 18 í ítróttarhøllini á Skála.

Henda konsertin er ókeypis.