FÍGGJARLÓGIN
Fíggjarlógaruppskotið fyri 2003 er júst vorðið almannakunngjørt, og sum vant hevur hetta set gongd á orðaskifti og fleiri ósemjur eru longu stungnar upp, áðrenn uppskotið er viðgjørt á tingið.
Sosialurin ringdi í hesum sambandi við Hermann Oskarsson. Hann er búskaparfrøðingur, stjóri á Hagstovu Føroya og formaður fyri Búskaparráðið.
Fíggjarlógaruppskotið fyri 2003 er ikki nakað, ið loypir hvøkk á Hermann. Rokna vit rentur og avdrøg sum vanligur útreiðslu, so kemur fíggjarlógaruppskotið fyri 2003 eitt ?lítið? yvirskot ? um tvær milliónir.
?Tað, sum veruliga er hent, er, at vit hava skorið ríkisveitingina niður, sigur Hermann Oskarsson.
Ríkisveitingin varð av seinastu samgongu skerd við góðum 366 milliónum, og núverandi samgongu hevur gjørt av, at ríkisveitingin skal fastfrystast, soleiðis at hon minkar í virði ár fyri ár.
?Vit kunnu siga, at yvirskotið er lítið í ár í hesum uppgangstíðum, men vit hava havt yvirskot millum 400 og 600 mió undanfarin ár. Samstundis eru krøvini hjá okkum stór. Vit velja eisini politikarar eftir, hvat teir lova, sigur Hermann.
Hann heldur ikki, at høvdu vit ikki skorið tær 366 mió. av, so stóðu 366 milliónir á niðastu linju í fíggjarlógini.
?Vóru 366 milliónir aftur, og høvdu teir nokk lagt seg eftir at nýtt hesar pengarnar eisini, sigur Hermann.
Hann ávarar eisini ímóti, at vit gerast alt ov bangin, um ikki øll tøl ovurstórt yvirskot.
?Hall á almennum kassum er ikki nakað óvanligt. Mann má rokna við, at tað kann enda við halli á handilsjavnanum og øðrum, sigur Hermann Oskarsson.
Fáa tað, vit velja
Formaðurin í Búskaparráðnum er av teirri sannføring, at størri búskaparlig framstig verða gjørd, tess størri krøv seta fólk.
?Ein máti at síggja tað upp á, sum er hent í Føroyum, er, at vit hava havt góðar tíðir, og landskassin hevur havt stór avlop. So er trýstið at gera íløgur og nýggjar tænastur er stórt. Fólk vilja barnagarðar, at samferðslan er í lagi osfr. Hetta sæst eisini týðulig, m.a. í atburðinum hjá politikarunum, sum varða av teimum ymsu økjunum, ið hava tørv á størri íløgum og fleiri tænastum , sigur Hermann Oskarsson.
?Eg vildi tí mett tað sum eina natúrliga gongd, at tá vit hava havt góðar tíðir, og tað slakar eitt sindur av, so merkir hetta ikki, at krøvini hjá fólki slaka av, sigur Hermann.
Ùtfrá hesum sigur Hermann, at fíggjarlógaruppskotið ikki er nakað yvirraskilsi fyri seg.
Spurdur, um tað ikki hevur størstan týdning, at vit halda eitt sindur aftur í hesum ógvuliga góðum tíðum, og ístaðin gera størri íløgur, tá búskapurin hevur brúk fyri at hitast eitt sindur upp, sigur Hermann, at tað kann metast sum eitt ynski, men vit mugu ásanna, hvussu menniskju eru.
?Tað hevði verið óført, um vit dugdu at halda eitt sindur aftur í teimum bestu tíðunum, og kanska løgdu nógv fyri í ringum tíðum, men vit menniskju seta nú einaferð stór krøv, og tað eru hesi krøvini, ið vit eisini mugu gjalda fyri, sigur Hermann Oskarsson.
Tá er hetta er sagt, so heldur Hermann, at vit spjaða íløgur fyri fleiri ár, tí tær stóru íløgurnar, Suðuroyarferjan og Landssjúkrahúsið mugu gjaldast nú og kunnu ikki bíða.
Sjálvur sigur Hermann, at hann er sera fegin um, at tað nú verða gjørdar íløgur í tað sosiala økið.
?Hesar íløgur vilja fáa fleirfaldaðar aftur, sigur Hermann.
Væl fyri
Nú fíggjarlógaruppskotið fyri 2003 er lagt fram, so er hetta ikki nakað, ið fær Hermann Oskarsson til at ivast í, at føroyski búskapurin er væl fyri.
Tað slakar av í løtuni, men talan er ikki um nakra minking.Í alla mína tíð hevur føroyski búskapurin ikki verið so væl fyri, sum hann er nú, sigur Hermann Oskarsson.
At blokkurin er fastfrystur roknar Hermann heldur ikki við fær tað stóru ávirkan á føroyska búskapinum næstu fýra árini.