- Hetta er ein gøla og avdúkar eina politiska, fyrisitingarliga og fakliga valdsmisnýtslu.
Hans Pauli Strøm er framsøgumaður hjá Javnaðarflokkinum í almannamálum og hann ger nú púra greitt, at flokkurin tekur ikki undir við ætlanini at strika ætlanin at byggja eitt sambýli til sinnisveik í Havn og at flyta alla verkætlanina til Sandavágs.
Hann ger eisini púra greitt, Javnaðarflokkurin fer ikki at atkvøða fyri eini slíkari ætlan og sostatt er hon deyðadømd longu í føðingini.
Hann leggur afturat, at fyri Javnaðaflokkin hevur tað framvegis fremstu raðfesting at byggja íbúðir til tey sinnisveiku, sum hava búð á psykiatriska deplinum ein mansaldur, so at tey fáa mannsømilig kor.
Hann sigur, at umstøðurnar hjá teimum eru so vánaligar, at Løgtingsins Umboðsmaður hevur átalað tær.
Óvirðiligt
Hann heldur, at hetta er sera óvirðilig framferð ímóti teimum sinnisveiku at flyta byggingina til Sandavágs.
Og hann heldur harafturat, at hetta er í mótstríð við áhugamálini hjá teimum, sum hetta snýr seg um.
Hann heldur enntá, at málið er so mikið álvarsligt at ábyrgdin av hesum viðurskiftum hjá sinnisveikum skuldi beinanvegin verðið tikin frá Almannamálaráðnum og Nærverkinum og verið flutt til Heilsumálaráðið.
- So kundi Psykiatriski Depilin fingið ábyrgdina av øllum viðurskiftum hjá sálarsjúkum og sinnisveikum og tað ivist eg heldur ikki í, at tey, og teirra avvarandi, høvdu følt seg tryggari við, sigur framsøgumaðurin hjá Javnaðarflokkinum.
Valdsmisnýtsla
Hann viðgongur, at valdsmisnýtsla er eitt sterkt orð at brúka.
- Men hvat annað skulu vit kalla tað, tá ið politiska valdið í hesum føri roynir at gjøgnumtvinga eina avgerð, sum bæði saknar sakligt grundarlag, gongur beinleiðis ímóti fakliga serkunnleikanum á økinum, og er í mótstríð við áhugamálini hjá teimum, sum málið snýr seg um.
Hann staðfestir somuleiðis, at samgongan er hvørki eftirspurd ella kunnað um ætlanina at flyta verkætlanina til Sandavágs.
Og hann staðfestir, at Javnaðarflokkurin fer ikki at lata sær lynda, at landsstýriskvinnan setir fakliga og politisku viðgerðina til viks fyri at gjøgnumtrumfa eitt persónligt solo-projekt í heimbygdini Sandavági.
- Ætlanin at flyta byggingina til Sandavágs er ósaklig og hon er skeiv.
- Hetta er somuleiðis ein ætlan, hon ikki hevur spurt nakran um. Hon hevur ikki spurt fakliga serkunnleikan á økinum. Og hon hevur ikki nevnt málið við einum orði fyri Løgtinginum, tíansheldur sínum samgongufeløgum, staðfestir framsøgumaður Javnaðarfloksins.
Nú verklagslógin um at byggja íbúðir í Havn, fer úr gildi á nýggjárinum, heldur Hans Pauli Strøm, at fyri at gera málið einfalt, ber til at leggja somu lóg fyri Løgtingið, men at longja hana eini tvey, ella trý ár, so at málið kann avgreiðast.
Aðrastaðni í blaðnum hevur Hans Pauli Strøm grein, har hann eisini viðgerð málið.
Nógv mótmæli
Í Fleiri ár hevur ætlanin verið at byggja íbúðir í Havn, so at sinnisveik, ið búgva á Psykiatriska deplinum, kunnu fáa eina íbúð.
Fyri tveimum árum síðani legði Hans Pauli Strøm, sum tá var landsstýrismaður á økinum, uppskot fyri Løgtingið um verklagslóg um byggingina.
Lógin fer úr gildi nú á nýggjárinum uttan at gongd er komin á arbeiðið.
Og herfyri kundi Sosialurin avdúka, at Rósa Samuelsen, landsstýrisikvinna í almannamálum, ætlar ikki at endurnýggja lógina. Ístaðin ætlar hon at leggja uppskot fyri Løgtingið um at flyta alla verkætlanina til Sandavágs.
Hetta er ein ætlan, sum nógvir fakbólkar hava funnist hvassliga at, bæði Sinnisbati og Javni og harafturat hevur Meginfelag teirra Brekaðu eisini verið ivingarsamt.
Samstundis hevur hægsti læknafakligi serkunnleikin á økinum, Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, gjørt greitt, at læknafakliga tilmælið er so avgjørt at halda fast um ætlanina at byggja í Havn.
Og sum tað sæst í hinari greinini her á síðuni, verður ætlanin nú eisini torpederað politiskt, tí Javnaðarflokkurin, sum er í samgongu, ger púra greitt, at hann fer ikki at atkvøða fyri henni.