Lærubøkurnar vóru allar á donskum, bók á føroyskum fanst ikki, og tær komu ikki inn um skúlagátt fyrrenn u.l. 1930. Tá íð Poul hevði gingið har í eini tvey ár, kom sjúka ella annað í vegin, og Poul fór ongantíð [...] - kr. um mánaðin. Undir og eftir kríggið gjørdi Poul alt fyrifallandi arbeiði, so sum betongarbeiði o.a. Poul kundi minnast eina lítla smágentu, sum altíð var í túnunum har vesturi hjá teimum, tá ið teir [...] Poul og kanska ikki minst hjá Olivuri sást eina mest, tá ið teir gjørdu grindaknívar, ostaskerarar o.a. og felti smærri lutir, myndir av hvali, bátum og grindareiðsskapi inn í skefti á knívinum og á slíðranum
heild. Virðið á øllum húsunum sum verða bygd, á øllum fiskinum sum verður veiddur, á undirvísingini í skúlunum o.s.fr., alt telur við. Og hetta er enntá eitt bruttotal, tað vil siga, at hús [...] jú bara 5 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, verður sagt. Og júst hetta at samanbera við bruttotjóðarúrtøkuna er »smart«, um endamálið er at fáa eitt stórt tal at síggja út til at vera lítið [...] mentan, er bara 0,004 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Eingin skal siga mær, at 5 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni ikki hava stóran týdning fyri vælferðartænasturnar. Tað skal heldur eingin
jólunum. Har siga vit »jólini« – »tey«, men »páskirnar« hava annað kyn; páskirnar eru »tær«. Og tosa vit um tíðina í hesum døgum, so nevnist tað »um páskirnar«. Leygardagin í páskavikuni nevna [...] nevna vit vanliga »páskaaftan«. Tað kunnu handlar, fyritøkur o.tíl. hava í huga, tá ið lýst verður við, nær ið opið er um høgtíðina. Harumframt skal havast í huga, at tað nevnist »páskadagur«
tann dag, og til hann andaðist á bróstsjúkrahúsinum, verið avhaldsmaður. Hetta er eitt tíðarskeið av o.u. 30 ár, at Rasmusar ríku evnir hava verið avhaldssakini til gagns og frama; tí Rasmus var ikki av teimum
samgonguflokkarnar. Tí bíðaðu vit í størsta spenningi, nú syðradalsmaðurin var ávegis við fráboðaðu byltingini. Í søguligum afturskyni skal staðfestast, at í galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap [...] , løgtingslóg no. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinri broytingum, er ásett í § 2., at livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rættindi, føroyska heimastýrið við [...] - sum tað so flott eitur, hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum lagt uppskot fyri tingið um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap hesum viðurskiftum viðvíkjandi. Í feska uppskotinum
Tað føroyska alfabetið kemur tá at síggja nakað soleiðis út: A Á B C D E F G H I Í J K L M N O Ó P Q R S T U Ú V W X Y Ý Z Æ Ø Ð - Tað gevur onga meining at útihýsa nøkrum bókstavum, sum vit øll brúka dagliga [...] vóna tey í Málfelagnum, at Mentamálaráðið fer at taka hetta upp í næstum. - Tað hevði helst frøtt V. U. Hammershaimb á hansara 190 ára føðingardegi 25. mars, at tað finst eitt aktivt Málfelag her í Føroyum
Tað føroyska alfabetið kemur tá at síggja nakað soleiðis út: *A Á B C D E F G H I Í J K L M N O Ó P Q R S T U Ú V W X Y Ý Z Æ Ø Ð - Tað gevur onga meining at útihýsa nøkrum bókstavum, sum vit øll brúka dagliga [...] vóna tey í Málfelagnum, at Mentamálaráðið fer at taka hetta upp í næstum. - Tað hevði helst frøtt V. U. Hammershaimb á hansara 190 ára føðingardegi 25. mars, at tað finst eitt aktivt Málfelag her í Føroyum
arbeiði, ið fíggjarliga hvílir á sponsorat frá vinnulívinum, limagjald og stuðulstiltøk. Málsetningurin hjá Kyndli í bestu deildunum er at røkka finalum í ár. Kvinnuliðið liggur væl fyri at koma í FM [...] Kyndli hetta kappingarárið og kappingarárið 2013/2014. – Vit fegnast um at kunna stuðla einum so søguríkum og sigursvandum felag sum Kyndli, ið hevur nógvar limir í bæði vaksnamannadeild og
hevur tí leikbann móti Svøríki. Ári Mohr Jónsson: 3 Havandi í huga, at hann er 19 ár og hevur lopið U21-landsliðið um, so kom hann eisini livandi frá uppgávuni. Hevði tó trupulleikar av írsku vengrunum [...] 2-0 málið. Sean St. Ledger: 4 Tók sær væl av føroysku áleyparunum og var tryggur í verjustøðu. John O’Shea: 4 Fyrrverandi Manchester United verjuspælarin gjørdi ikki meiri enn neyðugt. Hevði heldur ikki [...] Robbie Keane 81. Dómari: Mattias Gestranius Finnland Írland: (4-4-2) David Forde Sean StLedger, John O`Shea Seamus Coleman, Marc Wilson (Stephen Kelly, 82.) Wesley Hoolahan(G), Glenn Whelan Simon Cox, Aiden
Summarkappingin, kvinnur: Kyndil - Føroyar U16 25-17 (10-6) Í kvøld var fyrsti kappingardystur í hondbólti síðani 12. mars leiktur, tá ið Kyndilskvinnur og U16-landsliðið við gentum bjóðaðu hvørjum øðrum [...] í SMS-deildini tá kappingarárið brátt endaði. Kyndil hevði eisini munin - men mátti stríðast ímóti U16-kvinnunum. Unga landsliðið spældi skjótt og væl, og áskoðararnir, ið vóru væl mannaðir, sóu væl g [...] við einum fimm málum á muni, og tann munurin helt sær til einir tíggju minuttir vóru eftir at leika. U16-genturnar fóru at brenna í so nógv, og Kyndil revsaði hesum við at økja um munin til endaliga úrslitið