f. 30. mai 1857 - d. 23. mars 1916
Hósdagin 23. mars doyði Rasmus Effersøe á bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum. Hann hevði fyrr søkt heilsubót á bróstsjúkrahúsi bæði her og niðri í Danmørk, og var tá so dánt komin aftur fyri seg; hjálp til fulnar eydnaðist honum tó aldrin at fáa móti tí terandi sjúku, ið ár undan ári spakuliga seig lívsmergin úr honum. Tá Rasmus stutt aftaná nýar aftur fór niðan á bróstsjúkrahúsið, ússaligur sum ongantíð áður, var tað eyðvitað fyri tey, ið kendu hann, at hesa ferð kom hann ikki oman aftur á lívi.
Rasmusar navn hevur verið víða gitið. Føroyar hava, tó at tær eru smáar og liggja langt av leið frá teim stóru og mentaðu londunum, stund um stund fostrað reystmenni og merkismenn, hvørs nøvn hava verið kend og vird víða hvar. Rasmus var ein av Føroya merkismonnum. Orð yrkjarans: »Skaldagudur legði grið sín mær í brósti« hava neyvan hóskað betur til nakran Føroying enn Rasmus Effersøe. Hann átti sum fáur dýrgripin: skaldagávuna, og hansara skaldaharpa ljómaði fagurt yvir heila Føroyaland. Nakað av tú besta í føroyskum skaldskapi er úr hansara hondum, og óivað vilja góðir føroyingar í komandi tíðum veita minni hans ta æru at samla og geva út tað, hann gav okkum. Um okkara føgru oyar, um tað fagra og ljósa í náttúruni, um góðar gamlar siðir, ljóðaði Rasmusar kvæði. Um ein brennandi kærleika til fosturlandið og móðurmálið bóru tey vitni. Um hann hevði viljað, kundi hann óivað eisini við skaldinum kvøði: »yvir sakn tey størstu«; men tær sáru og eymu kenslurnar goymdi hann djúpt í sínum egna brósti.
Umframt sítt skaldskaparliga yrki var Rasmus á ymsan hátt ein merkismaður og undangongumaður. Í mong ár strevaðist hann fyri at gera korini fyri føroyskum vinnulívi, serliga landbúnaðarviðurskiftum viðvíkjandi, toluligari, og hann royndi, tað hann var mentur, har at vísa á og bróta nýggjar ræsur.
- - -
Rasmus Effersøe varð limur av Havnar Avhaldsfelag 1. august 1886, og hann hevur síðan tann dag, og til hann andaðist á bróstsjúkrahúsinum, verið avhaldsmaður. Hetta er eitt tíðarskeið av o.u. 30 ár, at Rasmusar ríku evnir hava verið avhaldssakini til gagns og frama; tí Rasmus var ikki av teimum monnum, ið vilja halda seg undan og fjala seg, tá stríð er fyri hond; han óttaðist ikki fyri at standa sum skotbjálvi, sjálvt um álopini vóru nóg so hørð og høggini nóg dygg. Rasmus var í øll hesi árini ein av okkara reystastu oddamonnum, og tað arbeiði, hann her hevur avrikað, er so stórt og týdningarmikið, at eg hugsi, tað man fara at vera trupult hjá nøkrum at gera honum tað eftir.
Tvey ár aftaná, at Rasmus var komin uppí avhaldsfelagið, varð hann kosin til blaðstýrara av »Dimmalætting«, ið undir hansara stýri flutti fram mangar forvitnisligar og væl skrivaðar greinar um avhaldsmálið. Rúsdrekka hevði tá almikið valdi millum manna, tað var styðjað av monnum, sum høvdu nógv at siga í landinum; men Rasmus ræddist ikki; hann steig treystliga fram og talaði at tí spillandi ósiði, sum rúsdrekkanjótanin var og enn er tann dag í dag. At menn, ið standa á odda í slíkum stríði, sjáldan fáa ta tøkk, teir eiga, men tíðum verða háaðir og illa viðfarnir av teirra mótstøðumonnum, er tíverri nakað, ið vitjar aftur í einumhvørjum landi og hjá einumhvørjum fólki.
Tá Djóni í Geil, ið eisini liggur undir moldum, í 1899 segði seg frá sum blaðstýrari av »Dúgvuni«, sum hann hevði stovnað og skrivað, síðani hon byrjaði at flúgva út um Føroyaland, tók Rasmus við sum blaðstýrari, men hann hevði longu tá mist heilsuna, mátti burtur at søkja sær heilsubót, og fyri at »Dúgvan« ikki skuldi doyggja, tók Djóni hana aftur upp á seg frá 1. januar 1901.
í 1906 var edrúeligheilslógin til viðgerðar í danska ríkisdegnum. Avhaldsfólkið kom tá ásamt um at senda ein mann niður til Keypmannahavnar fyri at tosa við teir, ið høvdu við sakina at gera. Djóni varð kosin, men vegna heilsubrek mátti hann halda seg undan. Rasmus, ið tá livdi toluliga, fór so avstað og gjørdi, hvat hann kundi fyri at fremja sakina.
Tá samskipanin fyri føroysk avhaldsfekøg í 1910 tók uppá seg at geva »Dúgvuna« út, var Rasmus sjálvskrivaður blaðstýrari. Hann var tá illa viðfarin av tí terandi sjúku, ið legði hann í grøvina, og var tað tí av einum góðum vilja, at hann gev seg til hetta arbeiði, og tað so mikið meira, sum hann greiddi blaðið úr hondum fyri einki.
Rasmus var av siðuligastu og fólkaligastu monnum. Tó honum varð givið so nógv framum teir flestu, virdi og metaði hann hvønn mann sum javnlíka. Ongantíð vildi hann troðka seg sjálvan fram ella leggja meinbogar í vegin fyri, at aðrir kundu fáa tann sess, ið teir av røttum áttu. Ongantíð reypaði hann sær av sínum kunnleika ella viti. Men hann var sera skemtingarsamur maður, og harmleysan stuttleika kundi hann sum fáir fáa í lag. Har Rasmus ferðaðist ella vitjaði inn, var aloftast stuttleikur og gaman. Hesa gávuna bera ymsir av hansara sjónleikum týðiligt vitnisprógv um.
- - -
Stór mannamúgva fylgdi mánadagin, ið var, Rasmusi til hansara síðsta hvíldarstað her á foldum. Á odda var borið merki Havnar Avhaldsfelags, og teir eldstu avhaldsmenn bóru teirra gamla felaga út á kirkjugarðar.
Minni um Rasmus Effersøe eigur at vera og verður óivað goymt av komandi ættarliðum, so leingi sum Føroyar standa. Neyvan verða mangir menn bornir í heim her á landi sum skaldið og menniskja Rasmus Effersøe.
Poul Niclasen









