Reyni Service stuðlar Kyndli

Mansliðið hjá Kyndli hev­ur staðið seg væl hetta kapp­ing­ar­árið, og framvegis kann liðið koma í FM-fin­al­urnar. Nú hevur Kyndli gjørt sponsoravtalu við Reyni Service.

Sponsoravtalan er fyri tvey ár og hevur við sær, at Reyni Service verður sjón­ligt á búnunum hjá Kyndli hetta kappingarárið og kapp­ing­ar­árið 2013/2014.
– Vit fegnast um at kunna stuðla einum so søg­u­rík­um og sig­urs­vand­um fel­ag sum Kyndli, ið hev­ur nógv­ar limir í bæði vaksna­mann­a­deild og ung­dóms­deild, sig­ur Sám­al av Reyni, stjóri í Reyni Service.
Kyndil fegnast almikið um stuð­uls­av­taluna, sum kem­ur væl við, tí virksemið í fel­ag­num er sjálvboðið ar­beiði, ið fíggjarliga hvílir á spon­s­o­rat frá vinnulívinum, lim­a­gjald og stuðulstiltøk.
Málsetningurin hjá Kyndli í bestu deildunum er at røkka finalum í ár. Kvinn­u­liðið liggur væl fyri at koma í FM-finalurnar, og eisini menninir kunnu røkka finalunum.
Ungdómsliðini hjá Kyndl­i eru nærum øll við í kapp­ing­ini um at vinna FM-heitið, og mong teirra hava eisini møguleika at koma í fin­al­ur­nar í steyp­a­kapp­ing­ini.
Kyndil leggur stóran dent á at hava góðar venjarar. Flest allir hava drúgvar roynd­ir sum spælarar, og hetta sæst aftur á spælinum hjá ymsu liðunum, ið ofta er gott og flýtur væl.