politiska skipanin og vísindin kunnu koma saman og kjølfesta hetta mál. Mín partur skal í hvussu so er ikki liggja eftir. Í løtuni gongur væl við fiskiskapinum undir Føroyum. Tað er langt síðani, at tað hevur [...] enn, tíverri, ein heilt onnur. Hyggja vit aftur í tíð, so vita vit, at vit í nærum eina øld fiskaðu millum 20 og 40.000 tons av toski árliga her í Føroyum. Í 1976 fiskaðu vit knøpp 40.000 tons av toski, og [...] stovnsrøkt. Enn havi eg, í veruleikanum, ongantíð hoyrt nakran verið nøgdan við verandi lóggávu – og tað er álvarsamt. Í Varpinum á Fiskivinnutinginum týskvøldið vísti stjórin í Føroya Reiðarafelag á greið
sum byrjaði 14. mai í Brighton í Onglandi og heldur fram til 8. juni í Aberdeen í Skotlandi. Mánakvøldið 18. mai var so triðja framførslan á hesari konsertferð. Hesa ferð í Leeds í miðastóra – men intima [...] stundir til at tekna, skriva søgur og annars seta ting í verk. Stuðulskonsertin í Norðurlandahúsinum í 2006 í samband við Tsunami vanlukkuna í Tailandi er eitt gott dømi um hetta. - Tað hendir okkurt [...] Luke Wilson og Umu Turman í høvuðsleiklutunum. Hetta kom í lag við at løg hjá honum sum hjá so mongum øðrum, eru í sirkulatión “over there”. Men tað sigur nakað um góðskuna í tónleikunum hjá Teiti, at
marknaðinum í hálvttriðja ár, og sum íflg. Gallup hevur 430.000 lesarar og størstu lesaraframgongd av øllum donskum prentaðum miðlum í løtuni. Blaðið fæst bara í Netto-ketuni, sum er størsta handilsketa í Danmark [...] Tað hevur leingi væntað í at fáa fólk sum teg, ið kunnu gera íløgur, at leggja orkuna í at gera Føroyar meira altjóðakendar og spennandi fyri okkum, sum ynskja fleiri møguleikar og avbjóðingar í Føroyum [...] Tað nýggja skal bara ikki standa í skríggjandi kontrast til tað, sum er her frammanundan, men nettupp fella náttúrligt inn í tað verandi. Satsa uppá eksklusivitet og sermerki Føroyingar í Føroyum eru
Men nú kemur tað, Hans Jákup. Á politiskum fundi undan valinum í samkomuhøllini í Hoydølum, setti eg navnanum spurningin, hvussu leingi hann hevði sitið sum formaður fyri Orðabókagrunnin, og hann svaraði [...] og Jógvan í Lon Jacobsen er komin í hansara stað. So tú kanst rokna út, hvussu gomul orðabókanevndin man vera. Síðan lat okkum taka paragraffina §4: Har stendur soleiðis: §4?Eftir umsókn í hvørjum einstøkum [...] sjálvt um tað er ein snild hjá Kára at drála við svarum, ella sum í hesum báðum seinastu førunum (spurningar í bløðunum og teldupostur í desumburmánaði) als ikki at svara. Tín viðmerking er eitt gott dømi
Eyðun Johannesen situr í hugnaliga køkinum í barnaheiminum við Heygsbreyt. Tað sum tey fyrr í hvussu er róptu ?Rabarbukvarterið?. Eyðun er rabarba og føddur í 1938. - Hetta var avbyrgt umhvørvi. Kom ein [...] navnframið Kristin í Geil, ið var ein av høvuðsmonnunum í sjónleikalívinum í Havn. Business - Í grundini, so skuldi eg farið uppí business. Pápi mín og pápabeiggjarnir og abbi høvdu virki her í Havn, sum kallaðist [...] hóast hann skal hava eitt tilhald onkrastaðni. Blómaði Eyðun var rektari í Århus í 7 ár, men hevði eisini í sáttmálanum, at hann kundi seta leikir upp. - Leikirnir gingu væl, betri enn væntað, og eftir 7
síðani gjørdu uppreistur í stórum parti av heiminum. Í amerikanskum universitetsbýum, í Mexico, Berlin, Nanterre og París, Roma, Warszawa og partvíst í Føroyum. Teir funnu seg ikki í, at samfeløgini teir vóru [...] uppaftur betri samfelag í ókomnum døgum. Í samtíðini er trupult at spáa um framtíðina. Tað mátti gamli generalurin í París, Charles de Gauelle, sanna, eftir at hann gamlaárskvøld í 1967, í sjónvarpaðari røðu [...] um, at lív er í samfelagnum, og at tað er í menning, og at fólkaræði er í vøkstri. Ikki minst hesum seinasta dýrgripinum mega tit fara væl við, demokratinum, tit sum nú fáa samfelagið í varðveistlu og
skaldaverk er í brævi frá 10.- 11. dec. 1933. Hann hevur verið saman við Otto Gelsted, og hesin hevur biðið hann lova sær, at fara í holt skaldsøguna longu í morgin. Men Jørgen-Frantz er í iva: »Skal eg skriva [...] fremsta rað í hansara hjarta kundi einki vika«. Í 1922 giftist Estrid tí eingilska handilsmanninum Don Bannister, men í 1928 er hon fráskild og aftur í Danmark. Jørgen-Frantz roynir at liggja framvið, men [...] báðar, sum vórðu prentaðar í danska tíðarritinum »Tilskueren« í 1921. Hesar týddi Christian so sjálvur til føroyskt og tær komu í hondskrivaða blaðið hjá Føroyska Studentafelagnum. Í 1920 búðu bæði Jørgen-Frantz
gera lítlan mun, hvussu nógv stig hvørt lið hevur á stigatalvuni, meðan fólk í okkara landi liva í stríði og ófriði. Tí skal ein fyrigeva Bibi, tá hann í dystinum heima á Sandi tók bóltin í hondina tvær ferðir [...] bilum í landinum. Hesar verksmiðjurnar vóru millum málini hjá NATO-loftálopunum, og í dag liggja tær nærum oyðilagdar. Men ikki altíð raka amerikanskar bumbar síni upprunaligu mál, og sivilfólk í býnum [...] dystir her í friði og ró, meðan familjan og vinfólkini eru stødd í so vandamiklum umstøðum. Fyri kortum fekk eg boðini um, at ein av mínum góðu vinum, fyrrverandi málmaðurin í okkara felagi, ið var í hertænastu
orðna allar tekniskar paragraffir í USA og í stóru verð, um hann bara sleppur framat ? bæði í tíð og rúmi ? fyri ikki at tala um tað evarska lítla sandkornið Føroyar í tí blýfarvaða Norður-Atlandshavinum [...] uppringdur í telefonini av ráðaleysum tegnum. Mangt var betur ógjørt. Bert fá í umsitingini fingu loyvi til at anda tað luftina inn, sum FNC andaði út. (Sum T. N. Djurhuus, skald tók til í fyrilestrinum í ÚF um [...] nakað ella duga til nakað sum helst o. s. fr.? FNC-Doktrinin Í taskuni úr Oyrasundi hevði Finn Norman eitt uppskot, um hvussu bygnaðurin í landsumsitingini og ?fyrisitingin skuldu skipast. Skorin eftir
hjá kommununi, so leingi sum eg siti í kommunustýrinum. Konan í leiðarastarv Tá leiðari fyri barnaverndina skuldi setast, hevði borgarstjórin eftir mínum tykki eina sera óhepna hond við í spælinum, har hann [...] við at biðja varamann sín koma í sítt stað, fyri at ongin ivi skuldi ráða um hansara gegni. Her skal sigast, at eg eri ótrúliga harmur at noyðast at nevna konu borgarstjóran í hesum sambandi. Kenni hana bara [...] finna semjur í einum breiðari oyggjahøpi, og hevur ongar trupulleikar við at halda skúlabørn úr allari oynni sum gísla í einum máli fyri kanska at kunna trýsta onkra av hinum kommununum í øðrum samanhangi