vatni, men har hava teir ikki so nógvar fyritøkur í økinum, sum vit hava runt Skálafjørðin. Í so máta eru umstøðurnar betri her við Skipasmiðju og øðrum, sigur John Eli, sum hevur ætlanir um at leggja seg [...] heinta oljuna upp, sum liggur í undirgrundini. – Eg hevði ongantíð roknað við, at tað fór at spríka olja upp við fyrstu royndarboring. Vit mugu geva tol. Oljan er har – tað er bara ein spurningur um at [...] umvæla Sosialurin spyr John Eli, hvør leikluturin hjá El-Service kann vera í einari oljuvinnu í Føroyum. – Vit vilja fegin virka sum veitarar og gera umvælingar. Vit hava kanska enn ikki neyðuga førleikan
fortelja um mítt lív. Um hvussu ein ungur maður frá einum provinsbýi kann enda sum hardcore-rockari og verða ákærdur fyri drápsroynd – tó funnin ósekur. Hvussu kann man enda so langt úti, tá man annars kemur [...] at Jenis av Rana hevur fingið sum uppgávu at vera eitt slag av verti, sum millum annað skal taka ímóti spurningum frá áskoðarum og seta Brian hesar spurningarnar. Tað kann kanska skurra í oyrunum, at formaðurin [...] skal tosa við ein fyrrverandi topp-rockara í Lívdini. Jenis av Rana kennir væl til fortíðina hjá Brian Sandberg, og hann heldur fyrilesturin vera eitt positivt átak: – Hatta er ein maður, sum er komin burturúr
ting, sum mann ikki snakkaði um. Tá eg so kom í samband við rúsdrekka sum 15-16 ára gamal, so var tað pínistillandi fyri mínar kenslur. Tað var ein heilt einastandandi kensla, og seinni byrjaði eg so upp [...] Rúsdrekka- og evni í so stórum mongdum er fyri fólk, sum ikki megna sín veruleika. Tað er pínistillandi fyri sálina. So snýr tað seg um at finna ein máta at vera saman uppá, sum er til at halda út, uttan [...] Krossi, sum hevur givið honum drúgvar royndir í rúsviðgerðararbeiði. – Eg arbeiði ikki fyri at fáa ein heiður Tað er ein ikki sørt rørdur Martin Kúrberg, sum triðja jóladag fær at vita, at hann nú kann kalla
menning, so hendir eingin menning, men vit gera bara tað sama, sum vit altíð hava gjørt, sigur hann og vísir á møguligu effektina av slíkum grunni. – Ofta tá mann ger royndarverkætlanir, so kemur bara 5% burturúr [...] mann kann brúka í Føroyum, sum nú er. Eg veit til dømis, at tað eru tvær myntur, sum veksa í Føroyum og hava ein ótrúliga intensan smakk. Hin eina er eitt sindur meira sjáldsom enn hin og er ein myrk mynta [...] nakað, so gera vit surimi, líka sum øll hini, sigur Leif Sørensen og konstanterar: – Vit eru í einum dunnukassa. Vit eru noydd til at hugsa størri. Stórir møguleikar í urtum Ein annar smakkur, sum er serligur
við nakað sum ikki er so »fitt« og »søtt«. – Eg eri ikki so søt, sum »góða« er, sigur hon. Sum tónleikari kann tað vera ringt at finna sín stíl. Har hevur Anna Sofía Skoradal valt, at hon bara vil gera [...] fólki so sum: »Tú ert so hetta, tú ert so hatta«. So velji eg bara at hugsa »ja, ok, soleiðis eri eg kanska« og taki tað til mín, sigur Anna Sofía. Hetta hevur givið gówa ein heilt serligan stíl, sum Anna [...] Anna Sofía kallar »at vera ein stór, harðmælt kvinna, sum dámar væl at fylla nógv, larma, vera normbrótandi og owna tað.« Hon leggur aftrat: – Tá mann er stór, so siga tey, at mann skal goyma kroppin hjá
undirskoti, tú kanst bara býta út av tínum yvirskoti! Sum skúlastjóri er tað mín ábyrgd dagliga, at starvsfólkini ikki verða trýst so nógv, at tey einki hava at geva, samstundis sum eg eisini hugsi um, [...] fyri at fáa eina góða skipan inni í skúlanum, sum kann lofta hesum. Eg kann nevna eitt annað dømi, hvørjum skúlin arbeiðir við. Tað er sosialum søgum, sum er eitt amboð at læra børn at skilja og loysa [...] børn eru ikki robottar, sum vit kunnu innstilla og gera við, sum vit vilja. Tey eru øll ymisk - verða fødd við ymiskum avbjóðingum, verða serliga ávirkað av umstøðunum o.a. Tað er ein vaksandi partur av børnum
er at provokera fólk bara við at vera erligur um, hvør og hvussu mann er. At standa á einum palli og rópa, at mann er biseksuellur veganari. So flippa fólk út og fara í kók. Tað er so fokking nemt, flennir [...] – At vera erligur um, hvør mann er, hevur alt at siga fyri meg. Soleiðis sigur Fríði Djurhuus, sum er oddamaður í punkbólkinum Joe & the Shitboys. Og hann plagar ikki at leggja fingrarnar ímillum til [...] um fýra, og eg var á veg heim. So leyp onkur á meg og segði »Tín fokking bøssi!«. – Nógv siga, at homofobi ikki eksisterar í Føroyum. Men eg bleiv álopin og kallaður ein »fokking bøssi« aftan á eina s
Føroyar - eisini kallað GIUK-økið. Nú tykist ynskið at vera á gáttuni til at blíva uppfylt, tí danska stjórnin letur 390 milliónir til at seta ein radara upp í Føroyum. Hetta er partur av einum stórum [...] 5 milliardir fyri Kongaríkið í Arktis, sum er blivin framlagdur fyri løtu síðani á tíðindafundi í Keypmannahavn. Tað var danski verjiráðharrin Trine Bramsen, sum innleiddi tíðindafundin. Hon vísti á, at [...] radaran verður tikin í Føroyum - og ikki í Danmark av Fólkatinginum, sum teir vísa á. Løgmaður hevur tó gjørt greitt, at radarin verður bara settur upp, um føroyingar vilja tað. Danskir politikarar hava í fleiri
tilmælunum, og sostatt skuldu so fáir tinglimir vera í tingsalinum í senn sum gjørligt. – Tað var við ordiligum avmarkingum. Vit mæltu til, at tað bara var ein meiriluti, sum kom her, so mann fekk atkvøtt. Og [...] hava sett dám á tingarbeiðið í vár. – So kom hetta við korona. Tað var 12. mars, og vit steðgaðu tingarbeiðinum, sum so nógv annað í Føroyum og kring verðina. So frá 12. mars og eg haldi tað var fram til [...] fast í hesum við ikki at vera ov nógv inni í tingsalinum. Vit hava roynt at fylgt teimum tilmælunum, sum eru komin frá heilsumyndugleikunum. Vit halda framvegis fast við, at ikki so nógv onnur skulu koma
allarhelst verri í býarlívinum, men har kann ikki vera nógvur munur á klokkan 22 og 24. Men tað kann gera allan munin fyri vinnuna, um tey kunnu hava opið bara tveir tímar longri, sigur Bjarni Kárason [...] klokkan 24, 02, ella 04 er tað, sum er forsvarligt, tí eg havi sum andstøðulimur ikki somu atgongd til fakligu ráðgevingina, og samgongan tekur ikki andstøðuna uppá ráð, og vit vera heldur ikki kunnað serliga [...] síðsta enda fyri sær, at talan kann blíva um hópuppsagnir og húsagang hjá nógvum smærri vinnurekandi. – Fólkini í hesari vinnuni hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman sum er, og tey hava ikki uppiborið