– Tað hevur verið ein heilt serlig tingseta.
Tað sigur Jógvan av Lakjuni, tingformaður, í samrøðu við FM1, nú tingið fer í summarfrí, tá tey trý málini á skrá í dag eru avgreidd.
Tað er serliga umstøðurnar kring koronutiltøkini, ið hava sett dám á tingarbeiðið í vár.
– So kom hetta við korona. Tað var 12. mars, og vit steðgaðu tingarbeiðinum, sum so nógv annað í Føroyum og kring verðina. So frá 12. mars og eg haldi tað var fram til 21. apríl, tá var næstan steðgur í tinginum. Vit vóru saman eini tveir, tríggjar dagar til at fáa hjálparpakkarnar ígjøgnum, sigur Jógvan á Lakjuni.
Gerandisdagurin í tinginum varð broyttur nógv, tí løgtingið fylgdu almennu tilmælunum, og sostatt skuldu so fáir tinglimir vera í tingsalinum í senn sum gjørligt.
– Tað var við ordiligum avmarkingum. Vit mæltu til, at tað bara var ein meiriluti, sum kom her, so mann fekk atkvøtt. Og soleiðis bleiv tað praktiserað. Soleiðis gjørdu vit eisini til tann seinna hjálparpakkan fyrst í apríl mánaða, sigur Jógvan av Lakjuni.
– Tá mann skal atkvøða í tinginum, skulu 17 vera til staðar. Men vit vóru ongantíð fleiri enn 10 í tingsalinum, so tað hevur verið nakað heilt serligt. Tað má eg siga.
– Tá vit komu saman aftur síðst í apríl mánaða, helt mann stadigvekk fast í hesum við ikki at vera ov nógv inni í tingsalinum. Vit hava roynt at fylgt teimum tilmælunum, sum eru komin frá heilsumyndugleikunum. Vit halda framvegis fast við, at ikki so nógv onnur skulu koma í tinghúsið. Pressan kann koma inn her, men ikki nakar annar. Og so halda vit fast í hesum við spritting og at halda frástøðu, sjálvt um vit sita nakað tætt í tingsalinum, sigur Jógvan av Lakjuni.