Myndugleikarnar hava ikki tikið neyðugu stigini fyri at fyribyrgja koronasmittuni. Tað heldur læknin Marnar Fríðheim Kristiansen. Hann ávaraði eins og Pál Weihe fyrr í summar um, at vandi er fyri, at koronasmittan fer at breiða seg í Føroyum aftur - og tað er tað, vit síggja nú.
Hann meinar, at myndugleikarnir eiga stóran part av ábyrgdini fyri, at koronasmittan nú aftur er í landinum.
– Koronasmittan kundi ikki breiða seg á ólavsøkuni, uttan so at hon slapp inn í landið fyrst. Orsøkin til hon slapp inn í landið var fyri tað fyrsta, at mann valdi at loyva fólki frítt at koma inn í landið, og fyri tað næsta at mann bara testaði eina ferð í staðin fyri tvær ferðir. Vit vistu frá byrjan, at mann væl kann verða testaður í dag, men sjúkan ikki kann vísa seg fyri nakrar dagar aftaná, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen.
At vit ikki hava verið nóg røsk at vaskað hendur og hildið frástøðu er ikki orsøkin, heldur hann.
– Politikarar og onnur royna at koyra skuldina á tey, sum tordu at fara á Ólavssøku. “Vit hava gloymt leiðreglurnar”. Men orsøkin at smittan kundi koma inn av nýggjum, er tí teir insisteraðu uppá at einans testa einaferð, sigur ungi læknin.
Hann sigur, at nú mugu vit taka tað herfrá og minnast til leiðreglurnar.
– Vit hava fingið smittuna niður einaferð fyrr, og vit kunnu væl gera tað umaftur. Men bert um vit ikki halda á at importera smittu uttan at vita tað.
– So mugu vit síggja, hvussu langt tað fer næstu dagarnar. Fótbóltsdystir vera uttan áskoðarar, og tað er eitt gott stig. Hesa næstu tíðina eiga vit heldur ikki at halda stórar veitlsur ella samlast nógv fólk, so trúgvi eg at vit kunnu fáa kontrol á støðuni aftur, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen.