El-Service er eitt felag, sum ger seg galdandi uttanlands á jøvnum føti við onnur el feløg. Teir ætla eisini at vera virknir í einari møguligari oljuvinnu, og synergi effektin fer eisini at raka teir.
– Vit satsa uppá oljuna í okkara ætlanum, sigur John Eli Olsen, stjóri í El-Service.
Hann er púra sannførdur um, at olja verður vunnin úr føroyskum øki.
– Eg vænti heilt avgjørt, at teir fara at vinna olju úr føroyskum øki. Eg eri eisini vísur í, at tað fer at loysa seg at heinta oljuna upp, sum liggur í undirgrundini.
– Eg hevði ongantíð roknað við, at tað fór at spríka olja upp við fyrstu royndarboring. Vit mugu geva tol. Oljan er har – tað er bara ein spurningur um at finna hann, sigur John Eli.
Vilja veita og umvæla
Sosialurin spyr John Eli, hvør leikluturin hjá El-Service kann vera í einari oljuvinnu í Føroyum.
– Vit vilja fegin virka sum veitarar og gera umvælingar. Vit hava kanska enn ikki neyðuga førleikan innan oljuvinnuna, men tað kunnu vit tiltuska okkum. Føroyingar laga seg skjótt til nýggjar avbjóðingar, sigur hann.
– Men vit mugu halda fast við keikantin. Summar røddir hava frammi og sagt, at útlendingar skulu fáa keikantin, men tað haldi eg er heldur gávumilt. So verða føroysku fyritøkurnar við sviðið soð, sigur John Eli.
Skálafjørðurin má ikki steingjast
Eisini John Eli fylgir spentur við í kjakinum um Skálafjarðartunninil. Har hava summi nevnt, at ein brúgv yvirum fjørðin hevði verið rætta loysnin. Hesum er John Eli tó rúkandi ósamdur í.
– Skálafjørðurin avhongur av, at teir ikki steingja hann. Um teir gera eina brúgv, kunnu teir gott gloyma alt um at fáa eina veitingarhavn á Skálafjørðinum. Boripallar stinga 150 metrar upp í loft, so teir sleppa ikki inn á fjørðin. So mugu teir søkja til eitt ókyrrari pláss.
– Í einum lítlum plássi í Skotlandi, sum kallast Invergordon, hava teir eina veitingarhavn. Umstøðurnar minna nógv um Skálafjørðin við kyrrum vatni, men har hava teir ikki so nógvar fyritøkur í økinum, sum vit hava runt Skálafjørðin. Í so máta eru umstøðurnar betri her við Skipasmiðju og øðrum, sigur John Eli, sum hevur ætlanir um at leggja seg út í kjakið um Skálafjarðartunnilin.
John Eli sigur annars, at teir verður eingin vanlukka fyri teir, um eingin olja verður vunnin úr føroyskum øki.
– Tað fær ongar fylgjur fyri okkum. Vit hava virksemi uttanlands, og vit eru tryggjaðir uppá tann mátan, sigur stjórin í El-Service at enda.