útróðrarmaður, sum fylti seksti fimm mánadagin 17. september. Mortan er giftur Ruth. Tey eiga trý børn, tvær døtur og ein son. - Tað er gott, at tit skriva um fiskivinnu og fiski-og útróðrarmannin. Alt kann [...] ógvuliga góð tíð í Grønlandi, har tey eisini komu at kenna menn, sum Simon Olsen, ið seinni gjørdist grønlendskur fiskimálaráðharri, eins og Moses Olsen, ið seinni gjørdist fólkatingslimur. - Enn er samband [...] Sigling Eigur tú heilsuna, orkar væl og hevur ein brennandi hug at søkja sjógvin, er seksti fimm ár eingin aldur. Tað heldur Mortan Johannesen, fyrrverandi skipari, skipaeigari, alari og seinastu árini
herviligu sjúkuna epilepsi. Ein ordiligur lætti Joan er ein fitt og vøkur genta í Klaksvík. Hon er virkin innan ítrótt, og spælir fótbólt við tí lokala felagnum. Men tað er kortini eitt sum hevur plágað [...] ígjøgnum, greiðir Joan frá. Eingin visti, hvat orsøkin var til hetta ella hvat hetta var. Hon tók nakrar panodil fyri at linna pínuna, men hetta hjálpti einki. Ein onnur fylgja av hesum var, at hon megnaði [...] gólvið, mitt millum tveir stólar og hevði nógvar krampar. - Hetta var ikki nøkur serliga góð uppliving til ein føðingardag, tí tú kanst ætla, at vit øll gjørdust sera kløkk, greiðir Joan frá. Í døgunum
landsliðnum, Dick Bate, míni ørindi, er hann avgjørdur og sigur, at 16 ára gamli Lennie Pidgeley, sum dagliga er málverji hjá heimskenda Premier League felagnum Chelsea, er ein leikari við stórari framtíð. 5 [...] heimsflokki. Framtíðin sær góð út fyri enska landsliðið. Liðið honum dámar best er sjálvsagt Chelsea, meðan yndisleikari hansara heilt avgjørt er Dennis Wise, sum eisini er á enska landsliðnum. Hann sigur [...] arar hava í øllum førum allir fólkaskúlan, eins og eg havi, og frá tí grundarlagi kann ein byggja víðari á, um ein skuldi verðið vrakaður. Men sum oftast er bert hjá teimum at finna eitt annað felag á
- Á støðni er einki lív onkuntíð alduslettir Kyrt er í nátt Millum bátar ið standa á lunni er einans myrkrið eftir ið manar fram tað ið deytt er hægri og hátt - og havið er blátt Og tað er hitt sama myrkrið [...] óvanligar. Hann er eitt lot, hann er eitt spegl av øllum, sum er uttan um hann, og kanska er tað júst hetta, hann vil sum yrkjari: gávumildur at endurgeva alt tað skiftandi og marglitta, sum er eyðkent fyri [...] og sat eina viku út í eitt og týddi einar 25-30 yrkingar. Týðing er enduryrking - At týða er fyri ein stóran part at enduryrkja, og tað er tað, eg geri. Taki eg eitt nú eina yrking hjá Shakespeare og lesi
bryggjarínum er ein analogi til støðuna hjá Kalli um aldarskiftið. Eitt monopol er á føroyska ølmarknaðinum í løtuni, og ein nýggj fyritøka er á veg. Á telemarknaðinum var eisini monopol, og ein nýggj fyritøka [...] fráfarna oljustjóran er tað spennandi at standa á odda fyri nýggjari fyritøku, ið ætlar sær framá. Fyrrverandi hondbóltsspælaranum úr Vestmanna dámar nevniliga væl at bróta upp úr nýggjum, eins og hann fekk til [...] Petersen. Støðan hjá Atlantic Petroleum var leingi góð, og eitt skifti var kursurin heilt uppi á 2400. Tá vóru glómur í eygunum á mongum partaeigarum. Nú er kursurin 160, og heldur minni verður reypað um keyp
tað nýggja árið er skotið inn, verður heilsað upp á grannar, og tað hendir seg meira enn so, at dottið verður inn á gólvið hjá hvørjum øðrum. Blíðskapurin er stórur, og lagið er gott. Hvat var besta upplivingin [...] var ein góð løta. Elsti sonurin bleiv útlærdur skipselektrikari og helt eina veitslu í januar mánaði. Og síðan fekk hann loyvi at halda fram at arbeiða, har hann hevði verið í læru. Tað var ein góð veitsla [...] reiðarínum er einki undantak. Ein lorta dagur var, tá eg fekk at vita, at hann var blivin álvarsliga sjúkur. Ein annar lorta dagur var, tá eg fekk at vita, at THOR ikki hevði fingið menningarkvotu. Frekt
so nógv er tað kvinnan, ið hjálpir manninum! Hvat vil tú gera fyri at Føroyar gerast meira kvinnuvinarligar? - Fyrst og fremst vil eg uppala míni børn eins uttan mun til kyn. Dreingir skulu eins væl og [...] gevur størri inntøku. Hvat ynskir tú skal verða broytt innan næstu tíggju árini viðvíkjandi javnstøðu í Føroyum? - At umsorganarstørvini verða meira vird við hægri løn. At møguleiki er hjá øllum kvinnum at [...] og gentur taka av borðinum, og gentur eins væl og dreingir fáa møguleika at fara út við báti. Mín vón er, at sami hugburður er í barnagørðum og skúlum. Á henda hátt kunnu vit viska kynsmunin burtur og skapa
har til, at ein nevnd er sett til at kanna møguleikarnar fyri at gera ein barnagarð í bygdini, og um eini 2-3 ár rokni eg við, at vit kunnu taka hann í nýtslu, sigur Gunn Joensen. Í ár er ein miljón sett [...] grundøkið er fingið til vega. Kommunan ætlar at fáa í lag samstarv millum skúlan og barnagarðin. Í løtuni eru meiri enn 60 børn í dagrøktarskipanini í kommununi og ein lítil bíðilisti er. Stórur áhugi er í bygdini [...] vita sum er, at tað tekur sína tíð og at fíggjarorkan ikki er góð. Og mannfólkini í bygdaráðnum streingja líka nógv á sum kvinnurnar at fáa barnagarðin. Vit hava gott samstarv øll somul og tað er kanska
sera góð kensla. Leingi er tað, ið væl skal vera. Hetta er ein søguligur møguleiki til framburð fyri Føroyar og føroyingar. Hvønn týdning heldur tú, at Eysturoyartunnilin fer at hava fyri Skálafjørðin, Eysturoynna [...] Hvør er kenslan, nú fyrsta skotið til Eysturoyartunnilin verður latið av týsdagin, 21. februar klokkan 14? Henda spurning settu vit Súna í Hjøllum, varaborgarstjóra í Nes kommunu. - Jú, tað er ein sera [...] við Skálafjørðin? - Ja, áhugin at seta búgv við Skálafjørðin er vaksin munandi, síðan avgerðin varð tikin um at byggja tunnilin. Eg vænti ein rímiligan fólkavøkstur komandi árini. Tí mugu kommunurnar fyrireika
Men eg eri hvørki ein kvinna ella ein samkyndur maður og kann tískil fáa tað mest feminina fram í eini kvinnu, sigur Hans Fróði Hansen. Men hvat fær ein mann at gera eina bók, ið bert er ætlað kvinnum? - [...] Henda bókin er bert ein liður í eini røð av fleiri bókum, og minst ein bók kemur út afturat í ár, sigur Hans Fróði at enda. Sitat: Eg ætli, bókin skal verða ein handbók hjá øllum kvinnum. Hon er lítil og [...] Bókin er á enskum og ber heitið »Image & Fashion Secrets for Every Woman«. Hon er løtt at lesa og prýdd við nógvum myndum og orðatøkum, Hans Fróði hevur smíðað. Rithøvundurin hevur fingið íblástur til