Bókin er á enskum og ber heitið »Image & Fashion Secrets for Every Woman«. Hon er løtt at lesa og prýdd við nógvum myndum og orðatøkum, Hans Fróði hevur smíðað. Rithøvundurin hevur fingið íblástur til at gera bókina frá kvinnum, hann hevur hitt allastaðni kring knøttin:
- Eg elski at arbeiða við kvinnum og hjálpa teimum at finna teirra egna stíl. Eg havi skrivað bókina á enskum, tí allar kvinnur í heiminum hava brúk fyri henni. Eg arbeiði somuleiðis á altjóða marknaðinum, og bókin verður seld í nógvum londum: Í USA, Onglandi, Danmark. Somuleiðis verður hon at finna í nøkrum handlum í Føroyum. Í løtuni verður bókin týdd til danskt, og eg havi fingið nakrar fyrispurningar úr øðrum londum, ið ynskja at týða hana til annað evropeiskt mál, sigur Hans Fróði Hansen.
Image & Fashion Consultant
Hans Fróði Hansen hevur, síðan hann var heilt ungur, havt stóran áhuga fyri vakurleika og móta. Eftir at hava roynt nógv ymiskt arbeiði og at verið fótbóltsspælari burturav, valdi Hans Fróði at gera vakurleika og móta til sína yrkisleið. Hann fór til USA og Onglands at læra til Image & Fashion Consultant og hevur síðan tá arbeitt í hesum yrkinum í nógvum londum uttanlands, men tó eisini í Føroyum í eitt tíðarskeið.
Til allar kvinnur
Høvuðsparturin av bókini eru ráð til uttaru útsjóndina, men eisini eru ráð til tað innara, ið, Hans Fróði metir, er ein stórur partur av heildini.
- Eg havi gjørt bókina fyri at vegleiða kvinnum, hvussu tær møguliga kunnu klæða seg á bestan hátt. Flest allar slíkar vegleiðandi bøkur til kvinnur eru gjørdar av kvinnum ella samkyndum monnum. Men eg eri hvørki ein kvinna ella ein samkyndur maður og kann tískil fáa tað mest feminina fram í eini kvinnu, sigur Hans Fróði Hansen.
Men hvat fær ein mann at gera eina bók, ið bert er ætlað kvinnum?
- Eg havi gjørt bókina við djúpum tokka til kvinnuna og ivist onga løtu í, at allar kvinnur fáa nógv burtur úr bókini. Men somuleiðis havi eg skrivað hana fyri at prógva fyri mær sjálvum, at tað ber til at geva eina bók út á altjóða marknaðin. Henda bókin er bert ein liður í eini røð av fleiri bókum, og minst ein bók kemur út afturat í ár, sigur Hans Fróði at enda.
Sitat:
Eg ætli, bókin skal verða ein handbók hjá øllum kvinnum. Hon er lítil og løtt og tískil góð at hava við í taskuni ella á náttborðinum sum »íblástrarbók« Hans Fróði Hansen.