Hvør er kenslan, nú fyrsta skotið til Eysturoyartunnilin verður latið av týsdagin, 21. februar klokkan 14? Henda spurning settu vit Súna í Hjøllum, varaborgarstjóra í Nes kommunu.
- Jú, tað er ein sera góð kensla. Leingi er tað, ið væl skal vera. Hetta er ein søguligur møguleiki til framburð fyri Føroyar og føroyingar.
Hvønn týdning heldur tú, at Eysturoyartunnilin fer at hava fyri Skálafjørðin, Eysturoynna og Norðoyggjar?
- Hetta fer at skapa sera stórar møguleikar, bæði fyri vinnuna og fyri einstaklingin - ikki minst fyri okkum, sum búgva her við Skálafjørðin.
Metir tú, at tunnilin fer at økja um áhugan at seta búgv í nærliggjandi økjunum við Skálafjørðin?
- Ja, áhugin at seta búgv við Skálafjørðin er vaksin munandi, síðan avgerðin varð tikin um at byggja tunnilin. Eg vænti ein rímiligan fólkavøkstur komandi árini. Tí mugu kommunurnar fyrireika seg og gera neyðugu íløgurnar fyri at taka ímóti einum veksandi tali av fólki.
Dugir tú at meta, hvat Eysturoyartunnilin fer at merkja fyri Havnina?
- Eg trúgvi ikki, at fólkavøksturin í Havn verður líka so stórur sum áður, men ferðslan fer at økjast munandi. Tí hava eisini tænastuvinnurnar góðar møguleikar at fáa nakað burturúr, sigur Súni í Hjøllum, varaborgarstjóri í Nes kommunu.