Vit vilja við hesum reglum skriva nøkur minningarorð um kæru foreldur okkara, ið bæði fóru frá okkum í farna ári. 25. februar 2006 andaðist pápi okkara, Dánjal P. Nielsen, 83 ára gamal. Hann varð føddur [...] tíðina bygdu føroyingar nógv stállínuskip, og stovnaði pápi Norðoya Samvinnufelag saman við m.ø. Einar Waag, Poul Jacob Olsen, Heina Lassen og Hans Arna Joensen. Teir bygdu línuskipið Norðing á Brattvaag [...] Dam var løgmaður. Seinnu árini arbeiddi pápi við bókhaldi og grannskoðan til hann 75 ára gamal legði frá sær í 1997. Stutt eftir fekk hann staðfest bæði diabetes og parkinsonsjúku, og var hann seinastu árini
Útlendingamálið Hóast Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálum, nú hevur boðað frá síni endaligu støðu í málinum, so er tó langt ífrá víst, at seinasta orðið í øllum hesum er sagt. Føroyski [...] nógvum førum hevur verið sera drúgv. Soleiðis hevur ikki verið óvanligt, at talan hevur verið um einar tríggjar til fýra mánaða bíðitíð, og hevur hetta tí verið nakað, sum hevur sett sera stór krøv til [...] serlig viðurskifti. Eitt nú hevur B36 fingið brasilianska dos Santos til landið, men hesin er løntur frá danska Frem, sum síðani hevur leigað leikaran út til B36. Altso er leikarin her komin gjøgnum skipanina
teimum dámar væl, at teir hava ein føroyskan landsli?sspælara á li?num. Tá i? skrivi? kom frá FSF, sum bo?a?i frá landsdystinum 1. juni og at eg møguliga fór at ver?a úttikin, nevndu teir møguleikan, at [...] mána?, so vísir hann fyrst til skrivi?, sum felagi? og hann sjálvur fyri fleiri vikum sí?ani fingu frá FSF. ? Einki er heilt víst her í ver?ini og als ikki, tá i? ta? hevur vi? fótbólt at gera. Men felagi [...] strí?ist fyri at sleppa undan ni?urflyting, strí?ist Randers FC um at fáa anna? uppflytingarplássi? frá Horsens. Johan B. Hansen er fastur ma?ur á Horsens li?num. Tí er ta? ivasamt, um ta? fer at bera til
men hesa ferð tóktist tað heldur at vera øvugt. Skálamenn fingu flutt spælið nakrar metrar niðan frá egnum brotsteigi. Teir hildu áhaldandi fast um góðu stýringina í verjuni, sannleikin er eisini hann [...] serstakliga fyrstu løtuna av hesum tóktist hetta eisini at ørkymla fuglfirðingar. Skála hevði hesa løtuna einar tveir heilt góðar møguleikar at avgera dystin, men teir vóru ikki nóg neyvir í avgerandi løtunum. [...] megnaðu at skora, kann bara metast sum ein blandingur av svartasta óhepni, góðum málverja- og verjuspæla frá Skála og óneyvum avslutningum, men í øllum førum man tað vera soleiðis, at fuglfirðingarnir í dag iðra
oddalið, er, at teir eisini megna at vinna dystir, hóast spælið ikki altíð er so framúrskarandi. Mett út frá hesum, er lítið at ivast í, at B36 veruliga ætlar sær at gerast føroyameistari í ár. Fyri tveimum vikum [...] eitt til heimaliðið og null til gestirnar. Líktist 0-0 Lat tað verða sagt beinanvegin, at sæð burtur frá fyrsta korterinum, so líktist dysturin í nógvar mátar einum 0-0 dysti. Toftamenn, sum ikki kundu gera [...] og fyrstu løtuna gav hetta B36 nakrar møguleikar, tá spælið varð trýst oman móti brotsteiginum. Einar tvær ferðir var eisini veruligur vandi á ferð, men spakuliga følnaði hetta trýstið tó burtur. At B36
Teitur Lassen. Í vikuni fyri Ólavsøku kom fløgan Sólin og regnið út. Teitur Lassen hevur, burtursæð frá tí eina lagnum, skrivað orð og løg. Saman við Teiti, hevur Niclas Johannesen, maðurin aftan fyri løgini [...] sum segði fyri Teiti, at hetta var ein góð fløga, ið átti at komið út í Føroyum. Fløgan kemur út frá egnum forlagi. "Sólin og regnið" er ikki merkt av spenningi ella nakrari strongd. Lagið er lætt, erligt [...] sum sungið verður um, eru universel hugtøk í einum føroyskum umhvørvi. Sum Teitur sjálvur greiðir frá á heimasíðu síni, www.teitur.com: "Nú man var komin heim, kendist allarhelst eitt sindur løgið at sita
italienarar. Leygardagin fyri tveimum vikum síðan var eg ein túr í æviga staðnum Rom, sum liggur einar tríggjar tímar frá núverandi bústaði mínum í toskanska smørholinum Siena. Italienski høvuðsstaðurin er á tremur [...] og so er galið. Frá hinari síðuni verður svarað aftur við einari salvu av fløskum, sum koma regnandi niður á Roma síðuna. Eg velji at taka meg nakað væl yvir í bakborðssíðu burtur frá stríðsvøllinum, har [...] nærhendis Inter inngongini og síggi hana varda av einum manngarði av hálvthundrað stríðsklæddum monnum frá hernaðarløgregluni við skjøldrum, hjálmum og svørtum pinnum, velji eg at royna ta tættastu Roma inngongina
Leikurin Per Gúnt er stórur og umfatandi. Skuldu vit spælt hann í fullari longd, hevði hann tikið einar 9 tímar. Eg kenni til eina versión av hesum leiki, ið fransmaðurin Pierre Seraut leikstjórnaði, ið [...] gongdina, har høvuðspersónurin er heima, í Noregi. Síðani koma mongu árini har hann reikar uttanlanda frá Dovrafjøllum í Noreg til strendurnar í Marokku og oyðimarkirnar í Egyptalandi. Áðrenn Per kemur heim [...] leikarum, ið merkir, at leikararnir hava fleiri leiklutir. Nógvur dansur er eisini í leikinum, alt frá eksotiskum dansi hjá arabaragentum til trølladans hjá dovratrøllum. Kim: ? Hvussu hevur tú valt at
er hin vegin ikki ein gamaldags yrkjari, hann hevur valt at halda seg eins langt frá t.d. Per Højholt sum Pól F. var frá Tóroddi Poulsen. Yrkingasavnið »Gud er danskari ? enn Guð« er 80 síður og kostar [...] »og lat okkum ikki gloyma at elska okkara dreymar sum sakleysar spírandi dagar (?)« Frá: Verðin. Alexandur Kristiansen 2003. ????????????????????????????????? Í sekstiárunum komu yrkjarar sum Guðrið Helmsdal [...] huga tykist tittulin »Gud er danskari« sum eitt stuttligt ískoyti til hetta kjak. Í savninum eru einar 46 yrkingar á 79 síðum. Tær eru ymiskar í longd og í góðsku. Fyrst kemur ein haikuyrking, ið hann
evnir. Vanliga revsingin fyri at vera avdúkaður í eini dopingroynd er at ítróttarfólkið verður útihýst frá øllum ítrótti í 2 ár. Verður eitt ítróttarfólk avdúkað 2. ferð hevur tað burturvísing við sær, t.v [...] evnir, men so sanniliga eisini at taka tey, ið snýta. Dopingeftirlitsfólinin koma uttan at hava boðað frá frammanundan. Tað eru 2 ella 3 eftirlitsfólk, sum møta upp til venjing ella kapping. Kanningin verður [...] verður gjørt í nýrunum, og sum ger fólk kvikari og sterkari. Hetta er ein dýr viðgerð, ið kostar einar 6.000 kr. um vikuna. Tað er ikki gjørligt í dag at avdúka hetta evnið, men ábendingar fáast við at