Gerðavegur, Syðrugøta: At tað er kald og ófýsið í veðrinum, sær ikki út til at bila her ovarlaga í bygdini.
Við henda vegin í eini størri útstykking standa fleiri firmabilar, og ein skal ikki hava lurtað leingi fyrrenn ein fatar, at timburmenn eru í nánd.
Her eru ikki færri enn fimm sethús í gerð, og í næstum verður farið undir eitt aftrat.
Millum teir, ið arbeiða her er Trygvi Jóhanson, sum smíðar eini sethús fyri Poul Henning Jacobsen.
Poul Henning hevur sjálvur stoypt, meðan Trygvi síðani hevur gjørt yvirtromuna, sett vindeygu í og hevur klætt húsini, umframt onnur arbeiði.
Arbeiðið hevur gingið væl, men tað er ikki altíð eins hugaligt at arbeiða í tí skiftandi føroyska veðrinum.
- Fyri jól var sera buldrasligt, men í dag er tað OK, sigur Trygvi.
Arbeitt í økinum
Áðrenn Trygvi byrjaði at arbeiða fyri seg sjálvan, hevði hann arbeitt í samfull 11 ár hjá byggifyritøkuni Articon.
Í hesi fyritøkuni hevur hann verið við til mong ymisk sløg av arbeiði og á mongum ymiskum støðum.
- Eg hevði líkasum hug at byrja fyri meg sjálvan, og í mai mánaði í fjør átók eg mær so mítt fyrsta arbeiði, greiðir Trygvi frá.
Síðani hann byrjaði hevur hann havt úr at gera. Og fleiri arbeiði liggja eisini fyri framman júst innan tað, sum hann hevur arbeitt við frammanundan.
- Arbeiðini hava fyri tað mesta verið her í økinum - Leirvík og Gøtu, og so havi eg eisini verið úti á Toftum og í Runavík og arbeitt, sigur Trygvi.
Hann arbeiðir sum oftast einsamallur, men hevur hann brúk fyri fólki - um t.d. eini hús skulu reisast - fær hann aðrar mans at hjálpa sær við tí.
Liðug henda mánaðin
Í hesum døgum er Trygvi sjálvur í ferð við eini sethús ovarlaga í Syðrugøtu.
Hann er vanliga einsamallur til arbeiðis, men tá vit hittu hann seinnapartin týsdagin hevði hann fingið ein hjálpara aftrat sær - Poul Henning Jacobsen, sum eisini eigur húsini.
- Vit byrjaðu uppá húsini seinasta summar, men eg havi ikki arbeitt her allatíðina.
- Tey vórðu fyrst reist, og síðani fór eg burturfrá til annað arbeiði, men eri so byrjaður aftur í desember mánaði, sigur hann.
Sjálvur væntar Trygvi, at tá hesin mánaðurin er liðugur, eru húsini liðugt innilokað.
Tá er arbeiðið hjá Trygva fyri sovítt liðugt við hesum húsunum. Men hann fer kortini at hjálpa Karl við millumbilum.
Broytt hús
Hóast Trygvi nú verður liðugur við hesi sethúsini í Syðrugøtu, nýtist honum ikki at setast hendur í favn.
Mong fólk hava brúk fyri einum góðum handverkara, og ynskja tí at teir gera skjótt av, soleiðis at tey kunnu fáa gjørt sítt arbeiði.
Longu nú veit hann tí um fleiri arbeiði sum liggja fyri framman.
- Tað fyrsta sum er á skránni er arbeiðið í einum sethúsum í Leirvík. Her skal køkurin skiftast, nýtt gólv leggjast á og onnur arbeiði.
- Jú, hesi húsini verða munandi broytt, tá arbeiðið er liðugt, sigur Trygvi við einum brosi.
Eftir hetta veit hann um onnur arbeiði, m.a. eini sethús, sum hann eftir ætlan fer undir út á várið.
- Eg havi arbeiðið í fleiri mánaðir fram. Tað er so einki problem!
Kalt og buldrasligt
Í kuldanum týsdagin vóru Trygvi og Poul Henning í ferð við at klæða útveggirnar í hesum nýggju sethúsunum.
Samstundis við hetta ordnaðu teir takrennur, vindfang og onnur arbeiðir.
Trygvi hevur fyri tað mesta verið við til útiarbeiðir, og tá má ein bara duga at laga seg eftir veðrinum.
- Í dag er eitt sindur kalt til uttandura arbeiði, men soleiðis er tað bara, tá ein hevur valt sær eitt slíkt starv.
- Tað var øgiliga buldrasligt áðrenn jól. Har vóru nógvir keðiligir dagar við regni og vindi. Tá var eitt sindur óinteressant at arbeiða úti, sigur Trygvi.
- Eitt gott grundøki
- Eg vóni at kunna flyta inn seint í summar, sigur eigarmaðurin, Poul Henning Jacobsen.
Syðrugøta: - Eg havi eitt gott grundøki við sera góðum útsýni, sigur Poul Henning.
Hinvegin so er rættiliga vindhart í hesum økinum, men Poul Henning hevur tikið hyggjuráð fyri hesum og hevur stoypt tey allan vegin upp.
- Tey eru sterkt bygd, so tí skuldu vindurin ikki gjørt nakað, slær hann fast.
Her við Gerðaveg eru sethúsini hjá Poul Henningi als ikki tey einastu, haðani ein hoyrir hamarsløgini gella. Ikki færri enn fýra onnur eru í gerð í løtuni!
- Eg gleði meg at flyta inn, sigur hann og brosar.
Tað er altíð trupult at siga ein prís fyri eini slík sethús.
- Alt kostar í dag, og tað vísir seg at tað sjáldan heldur. Men eg ætlaði at sleppa nakað undir 2 mió krónur, sigur spenti húsaeigarin.
Nógv tíð
Sethúsini hjá Poul Henningi eru 120 fermetrar til støddar í niðaru hæddini, meðan loftið er nakað minni, einar 75 fermetrar.
Trý kømur eru á loftinum og eitt niðriundir. Umframt hetta er stórt bilhús uttanfyri.
Poul Henning er sjálvur ættaður higani úr Syðrugøtu, men býr nú í Saltangará.
Hann siglur sum maskinmeistari umborð á Finni Fríða, og hevur fasta skipan, so at hann altíð veit, nær hann er heima.
- Tá eg eri heima millum túrarnar, fer ein rættiliga stórur partur av tíðini til húsini, sigur hann.