?Antin verður tað stóra flakavirkið hjá Føroya Fiskavirking í Vági latið upp aftur heilt skjótt. Ella skal Fiskavirking missa tað.
Vábgingar hava nú av álvara mist tolið við Føroya Fiskavirking.
Og Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági, sigur, Fiskavirking fær nú tvinnar kostir í at velja.
? Antin letur tað virkið uppaftur helt skjótt, ella má onkur annar fáa møguleikan.
Hann sigur, at hann ivast ikki í, at verður flakavirkið ikki latið upp heilt skjótt, ivast hann ikki í, at Býráðið fer at taka málið upp.
Sjálvur metir hann støðuna so, at er onki hent longu í summar, fer Býráðið at taka málið upp tá.
Hildin uppi við práti
Jógvan Krosslá sigur, at sum rímiligt er, kom tað sera dátt við hjá vágbingum, tá ið Fiskavirking gjørdi av at lata virkið í Vági aftur.
? Longu tá, settu vit okkum í samband við sakførara at kanna møguleikarnar fyri at bera so í bandi, at virkið kundi verið latið uppaftur.
Eitt nú varð hugsað um at siga sáttmálan við Fiskavirking um grundstykkið upp.
? Men tá var tað, at kongafiskurin úr Irmingarhavinum var uppi, og Býráðið gjørdi tí ikki meiri við málið, tí vit hava ikki viljað lagt teimum forðingar í vegin.
? Tað datt tó niður fyri aftur beinanvegin. Og hvørja ferð, vit hava røtt um at siga sáttmálan uppaftur, hevur Fiskavirking havt onkra ætlan um at lata tað uppaftur.
? Hvørja ferð er tað tó dottið niður fyri aftur og virkið stendur enn stongt.
Jógvan Krosslá sigur, at soleiðis er Kommunan hildin uppi við práti øll hesi árini.
?Men tað skal vera mark fyri, hvussu leingi vit kunnu bíða. Og tað markið eru vit farin um nú, sigur Jógvan Krosslá.
Tí er ongin ivi um, at vit fara at taka málið upp, longu nú í summar, um onki er hent tá.
Brúk fyri virkinum - ella økinum
Jógvan Krosslá sigur, at umstøðurnar eru tær siomu í Vági, sum so nóg aðrastaðni:
Tað vil siga, at tað er fyritøkan, sum eigur flakavirkið, men tað er kommunan sum eigur grundstykkið.
Sostatt er tað kommunan, sum leigar fyritøkuni grundstykkið til at seta flakavirkið á.
Men í leigusáttmálanum stendur, at verður virkið ikki brúkt í tvey ár til tað endamálið, sum tað varð ætlað til, nevniliga fiskaarbeiði, so kann leigusáttmálin sigast upp uttan víð-ari.
Í sáttmálanum stendur eisini, at roynir fyritøkan at selja virkið, og tað miseydnast, hevur kommunan rætt til at keypa tað fyri helvtina av prísinum.
Og tað eru hesar treytirnar í sáttmálanum, sum Vágs Býráð nú ætlar at gera álvara av at brúka.
Men Jógvan Krosslá sigur, at tað er lítið hugsandi, at kommunan fer at keypa virkið.
Hinvegin fer kommunan uttan himpr at siga sáttmálan við Fiskavirking um grundstykkið upp, um ikki okkurt heilt ítøkiligt hendir heilt skjótt.
? Vit kunnu ikki blíva við við at standa og hyggja at, ímeðan virkið liggja stilt. ? Og vil Fiskavirking ikki brúka virkið, mugu onnur sleppa framat at brúka tað. ? Ella í hvussu so er, mugu onnur sleppa framat at brúka grundstykkið.
Stórur áhugi
Jógvan Krosslá sigur, at talan er um eitt grundstykkið uppá heilar 6.000 fermetrar.
? Kommunan eigur ikki fliri slík grundstykki niðri á havnalagnum og tað sigur seg sjálvt, at tað kann ikki liggja óvirkið, sigur býráðsformaðurin.
Og hann sigur, at tað er stórur áhugi fyri virkinum.
? Fleiri hava roynt at keypa virkið, men Fiskavirking hevur kravt so nógv fyri tað, at tað er ongantíð borið til.
Harafturat hevur Fiskavirking eisini lagt tær treytir við, at keyparin má ikki brúka tað til virksemið, sum kappast við Fiskavirking.
? Og tað er heldur ikki fallið í góða jørð hjá Býráðsformanninum í Vági.
Jógvan Krosslá veit ikki, hvussu nógv Fiskavirking hevur kravt fyri virkið.
Men tað hevur ljóðað fyri vist, at Fiskavirking hevur bjóðað virkið í Vági til sølu fyri einar 11 milliónir og tað verður hildið at vera ov dýrt.
Ikki minst tá ið hugsað verður um, at keyparin eisini má binda seg til ikki at fara undir framleiðslu, sum kappast við Fiskavirking og at møguleikarnir tí eru rættiliga avmarkaðir.
Noyðast at taka eina avgerð
Av tí, at virkið hevur ligið stilt í so nógv ár, uttan at nakað sum helst røkist fyri, at nakað hendir, ætlar Býráðið nú at noyða Fiskavirking til at taka eina avgerð um virkið í Vági nú.
? Vil Fiskavirking ikki lata virkið uppaftur heilt skjótt, má virkið verða selt fyri ein prís, og fyriu treytir, sum keyparar kunnu ganga undir.
? Men eydnast tað heldur ikki at selja virkið, verður sáttmálin sagdur upp.
? Og taka ætlanir seg upp, sum virkið í Vági ikki kann brúkast til, er tað sjálvandi ein møguleiki fyri, at Fiskavirking verður biðið um at taka virkið niður, so at annað virkið kann verða bygt ístaðin, sigur Jógvan Krosslá.
Jógvan Krosslá harmast annars um, at virkið skal liggja stilt.
? Tað er annars ikki áræðið, sum manglar í Vági. Tí tað er ikki longeri síðani enn fyrst í nítiárunum, at alt var fullkomiliga øskukalt í Vági.
Men so fóru aftur so smátt at spíra og hesi seinastu árini eru fleiri nýggj virki bygd. Arbeiðið er tó nakað óstøðugt enn. Og tí er tað harmiligt, at eitt so stórt virkið, sum hetta, skal liggja stilt, sigur Jógvan Krosslá.